Fiskivinna
Rættiliga nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará í seinastuni. Bæði hesa vikuna og í síðstu viku eru tey farin til arbeiðis fyrr enn vanligt, og tá ið neyðugt er, verður arbeitt nakað longri enn vanligt.
Hósdagin í síðstu viku vóru partrolararnir, Jaspis og Ametyst, inni við 140.000 pundum av upsa; teir høvdu stuttan túr.
Fríggjadagin vóru Safir og Smarad í Saltangará. Skipini vóru full, 260.000 pund tilsamans.
Nú mánadagin var lemmatrolarin, Vesturvarði inni. Teir høvdu eisini nógvan fisk, eini 200.000 pund, harav sløk 190.000 pund var upsi.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at upsin hjá Vesturvarða var hampiliga góður.
- Hetta var ikki stórur fiskur, men frægari slag, enn tað hevur verið, sigur hann.
Í summarfrí
Á Fiskavirking í Saltangará fara tey í summarfrí, tá ið hendan vikan er liðug.
Á Føroya Fiskavirking hava tey lagt tað soleiðis til rættis, at øll virkini hjá felagnum fara ikki í summarfrí í senn.
Nú farið verður í summarfrí í Saltangará, byrja tey aftur tíðliga í august í ávikavist Havn, Vestmanna og í Miðvági.
Á Fiskaviking á Tvøroyri verður eingin steðgur í summar.