Kommunutíðindi
Nakað herfyri fingu borgararnir í Nes kommunu ársroknskapin hjá kommununi fyri 2001 bornan á dyrnar. Við roknskapinum fylgdi eisini ein sonevnd formansfrágreiðing, sum vit fara at hyggja niður í.
Í frágreiðingini ásannar bygdaráðið, at árið 2001var eitt gott ár fyri kommununa; virksemið var stórt, og arbeiðsloysið minkaði niður í einki. Somuleiðis vóru skattainntøkurnar størri enn mett.
Skattainntøkan hjá Nes kommunu í 2001 var 26 milj. krónur ella heilar 5 milj. krónur meira enn mett. Skattaprosentið var 19,9%, bæði í fjør og árið fyri, so økingin stendst av øktari inntøku hjá borgarum og partafeløgum.
Kommunan hevði eisini aðrar rakstrarinntøkur í 2001, eitt nú frá dagrøktini, havnini og svimjihylinum. Hesar vóru stívliga 2,9 milj. krónur í mun til metta talið, sum var slakar 2,3 milj. krónur.
Tá ið samanum kom, vóru samlaðu útreiðslurnar hjá kommununi minni enn mett í fíggjarætlanini fyri 2001, og hetta stavar partvís frá heldur minni aktiviteti á ymiskum økjum enn upprunaliga ætlað.
Við árslok 2001 átti Nes kommuna slakar 12 milj. krónur á bók. Hetta eru slakar 7 milj. krónur meira enn við ársbyrjan 2001. Vøksturin stavar frá størri skattainntøku og sum nevnt eisini minni nýtslu.
Fólkatal og búseting
Hóast positivu gongdina og góðu útlitini hjá kommununi ? við ongum arbeiðsloysi, sterkum vinnulívi, ongari skuld og nógvum miljónum á bók ? vaks fólkatalið tó lítið og einki í 2001. Við ársbyrjan búðu 1166 fólk í kommununi og 1169 við árslok 2001. 57 fólk fluttu til kommununa, harav 26 fólk úr útlandinum. 18 børn vórðu fødd. Á hinari síðuni fluttu 70 fólk úr kommununi og tvey fólk doyðu í 2001. Hetta gevur ein fólkavøkstur uppá trý fólk.
Men fólkavøksturin í Nes kommunu hevur tó verið størri okkurt árið, tí í frágreiðingini sigur kommunan, at ?fólkavøksturin hesi seinastu árini hevur havt við sær, at í dag er so gott sum fólk í øllum húsum. Haraftrat vórðu nøkur hús bygd í 2001, og onnur vóru í gerð.
Kommunan sigur, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum er vaksandi, og kommunan hevur fleiri umsóknir liggjandi um grundstykkir í útstykkingini millum Gadd og Kvíggjarheygg. Hetta er samstundis eisini einasta øki, sum kommunan kann vísa fólki á, sum vilja seta búgv.
Annars arbeiðir Nes kommuna eisini við nýggjum útstykkingum Undir Nesinum.