Fiskavirking seljast undir einum

Føroya Fiskavirking verður í heyst lýst til sølu, og ætlanin er at selja meirilutan ? og helst alt. Selt verður til hægstbjóðandi, og hetta nýtist ikki at vera føroyskir keyparar. Alt Fiskavirking, sum tað er, verður selt undir einum

FISKAVIRKING

Nógv rok hevur verið seinastu tíðina um privatiseringar av ognunum hjá landinum ? ella rættari sagt hjá Framtaksgrunninum. Nú er tað komið so langt ávegis, at nevndin í Framtaksgrunninum hevur avgjørt at fara undir at selja Føroya Fiskavirking, ið grunnurin eigur alt, sum tað er.
Framtaksgrunnur Føroya setti í 1997 60 mió. kr. í Føroya Fiskavirking, sum tá var illa rakt av kreppuárunum. Men síðani er vent í holuni, og Føroya Fiskavirking hevur seinastu 4 árini havt góðar 56 milliónir í yvirskoti. 2001 gav Framtaksgrunni Føroya seks milliónir í vinningsbýti, soleiðis at íløgan hjá grunninum stendur seg rættiliga væl. Vert er eisini at nevna, at góðu fiskaprísirnir hava havt við sær, at samlaða sølan hjá Fiskavirking er voksin við góðum 120 mió. frá 1999 til 2001.
Í tráð við politiska viljan og ætlaninar við Framtaksgrunninum, so verður Føroya Fiskavirking nú lýst at vera til sølu. Næstu mánaðirnar verður farið undir at fyrireika søluna av Fiskavirking. Fyrireikingar umfata fyri tað nógva at gera sokallað sølutilfar, har ein prísur, t.e. ein prísur, sum er nøgtandi fyri Framtaksgrunnin, eisini skal ásetast. Fær Framtaksgrunnurin ikki henda prís, so verður Føroya Fiskavirking heilt einfalt ikki selt.

Í einum
Formaðurin fyri Framtaksgrunn Føroya, Niels Winther Poulsen, sigur, at tá teir nú hava fingið eina klára útmelding frá Landsstýrinum, at teir eru farnir undir at fyrireika eina sølu av Fiskavirking.
Føroya Fiskavirking skal seljast sum ein eind. Framtaksgrunnurin sigur í tíðindaskrivi, at grunnurin teir næstu 2-3 mánaðirnar fer at gera neyðugu fyrireikingarnar til søluna.
Niels W. Poulsen metir, at Framtaksgrunnurin kann fáa meira fyri Fiskavirking við at selja tað vanligt ístaðinfyri á einum virðisbrævamarknaði, men tað er væl møguligt at selja Fiskavirking á einum tílíkum marknaði, staðfestir hann.
?Tað er ikki vist, at Fiskavirking verður selt eftir trimum mánaðum. Vit vilja sjálvandi selja, um tað er eitt nóg høgt boð. Er tað eitt ófrávíkiligt politiskt krav, at Fiskavirking skal seljast á einum virðisbrævamarknað, so er hetta nýtt fyri nevndina í Framtaksgrunninum, sigur Niels W. Poulsen.
Ásettur verður ein minstiprísur, og miðað verður ímóti at selja í minsta lagið meirilutan av partapeninginunm, men Niels W. Poulsen dylir ikki fyri, at teir fegnir vilja selja alt.
Er boðið nóg størst, so kann Føroya Fiskavirking væl fara á útlendskar hendur.
?Um vit ikki selja til hægstbjóðandi, so koma vit í endurgjaldsskyldu til grunnin. Vit skulu selja til hægstbjóðandi. Vit royna at boða frá í so góðari tíð sum gjørligt, at Fiskavirking er til sølu, soleiðis at møguligir føroyskir keyparar kunnu fyrireika seg, sigur Niels W. Poulsen, sum leggur dent á, at tað er ein politiskur spurningur, um tað bara skulu vera føroysk virki og føroyingar, ið kunnu bjóða uppá Fiskavirking.
Niels W. Poulsen sigur seg ikki duga at siga, hvør minstiprísurin verður, tí har skulu nógvar útrokningar gerast.
?Tað skal vera púra alment, hvørjar treytirnar eru, so øll hava ein møguliga at keypa, sigur Niels W. Poulsen.
?Tað tykist at vera politiskur vilji aftanfyri, at Fiskavirking verður selt í einum. Tað er kortini vit, ið taka tað avgerðina, og Landsstýrið hevur sagt, at tað leggur ikki uppí. Leiðslan í Fiskavirking er eisini samd við hesari avgerðini, og tað væl eisini tað besta fyri Fiskavirking, at tað verður einskilt, sigur Niels W. Poulsen.

Aftur í grunnin
Niels W. Poulsen væntar, at tað væl møguligt verður talan um eitt samtak av keyparum, sum fer at keypa Føroya Fiskavirking. Framtaksgrunnurin tekur tó ikki hædd fyri, um keypararnir eru fleiri í bólki ella bara ein.
Hyggja vit leysliga eftir Føroya Fiskavirking, so er tað eyðsæð, at tað skulu nakað nógvar milliónir á borðið fyri at keypa tað heilt. Talan er um eina yvirskotsforrætning, sum hevur havt stórt yvirskot seinastu árini.
Eginpeningurin er 103 mió. Skuldin í alt er 119 mió (1. januar 2002) og ognirnar í alt hava eitt virðið áljóðandi 223 mió (1. januar 2002). Ognirnar hjá Føroya Fiskavirking fevna um tey seks virkini, ið Fiskavirking sjálvt rekur: á Toftum, Runavík, Vestmanna, Miðvág, Tórshavn og á Tvøroyri. Eisini eigur Føroya Fiskavirking eitt virki í Vági, ið er langtíðar leiga. Samanlagt eru 603 ársverk í Føroya Fiskavirking. Upprunaliga vóru 19 virki í Fiskavirking eftir saneringina í kreppuárunum.
Peningurin av einari møguligari sølu av Fiskavirking fer aftur í Framtaksgrunnin, sum ? verður hann ikki avtikin ? skal nýta peningi til at gera nýggjar íløgur í føroyskt vinnulív. Framtaksgrunnurin skyldar landskassanum 93 mió. kr.


Kann selja
Ivi er eisini reistur um, hvørt formaðurin fyri Framtaksgrunnin hevur neyðugu fortreytirnar til at standa fyri einari sølu av Fiskavirking, tí hann í sínum starvi sum advokatur kann umboða møguligar keyparar.
?Tað er sjálvsagt, at skal formaðurin í Framtaksgrunnurin umboða grunnin í einskiljingum av ognunum hjá sær, so kann hann ikki umboða keyparan, sigur Niels W. Poulsen.
?Er tað nakað generelt misálit á formannin í Framtaksgrunninum, so eigur tað ikki at steðga, at einskiljingin fer fram, sigur Niels W. Poulsen, sum vísir á, at formaðurin kann vera skiftur út, men hetta eigur ikki at ávirka prosessina.