»Eg ætlaði mær at elta breyð í morgun«

- Men tey bóðu meg lata vera, annars fór eg at verða so móð, tá tú komst.

Soleiðis sigur Malla Jacobsen, Malla hjá Edvardi í Svínoy, sum týsdagin fyllir 100 ár. Malla, sum er púra klár, er serstakliga røsk at práta, og áðrenn vit vita, av eru fleiri tímar gingnir. Malla hevur humoristiskan sans og lætt er at fáa hana í skellilátur. Men tað, sum liggur Mallu fremst í huga, er vitnisburðurin um tann Harra, sum hon á ungum árum setti sítt álit á.



Tann 23. juli 1902 varð Malla Jacobsen borin í heim úti í Svínoy. Mamma Mallu, Amalia Olsen, var ættað úr Svínoy og pápi hennara, Poul Hansen, var úr Nornastovu í Mikladali. Í 1931 giftist Malla við Edvardi Jacobsen, sum eisini var ættaður úr Svínoy. Malla, sum alt sítt lív hevur búð í Svínoy, sigur at henni ongantíð hevur longst burtur.
- Eg havi í mesta lagi verið 2 ár tilsamans av oynni. Tað longsta, eg havi verið burtur, var, tá eg sum ung genta var á húsarhaldsskúla í Havn í 3 mánaðir.
Malla sigur, at hon sum smágenta varð vakt av Guds orði, og at hon kom at kenna Harran sum sín persónliga frelsara sum blaðung genta. Frá ungum av, ynskti Malla, at hon kundi vera nakað fyri tey, sum komu til Svínoyar at boða Guds orð.
Minnist Rasmus Effersøe
- Eitt tað fyrsta eg minnist, var tá Rasmus Effersøe kom til Svínoyar; hann var landbrúkskonsulentur, sum tey kallaðu tað tá. Eg mundi vera eini 2 ella 3 ára gomul. Rasmus plagdi at lyfta meg upp á bjálkan í roykstovuni heima hjá okkum fyri síðani at syfta meg niður aftur. Tað man hava gjørt mær ilt, tí eg orki ikki fyri, tá tey syfta børn upp um høvdið, greiðir Malla smílandi frá.
Malla hevur góð minnir frá barnaárunum og sigur, at einki barn man hava havt tað betur enn hon. Hon er yngst av 8 systkjum, og mamma hennara var 45 ára gomul, tá hon gjørdist við barn við Mallu. Ein vinkona mammu Mallu, fortaldi fyri Mallu, at mamma hennara duldi fyri sær, at hon var vorðin við barn. Hon helt seg vera ov gamla. Henda sama kona segði onkuntíð við Mallu: "Tú var nógv tann hentasta hjá mammu tínari" Og hent mundi Malla vera, tí hon varð búgvandi hjá foreldrum sínum, til hon sum 29 ára gomul giftist og flutti í sítt egna heim.
Hjálpti pápanum at smíða bátar
Pápi Mallu var bátasmiður, men festi garðin, sum kona hansara fekk, tá beiggi hennara, Sivar, sum var borin til garðin, doyði bert 26 ára gamal.
- Men hann hevði so ógvuliga góðan hug at smíða bátar, sigur Malla um pápa sín. Eg minnist, at hann smíðaði bátar og hevði sett borðini fyri, mátti altíð ein liggja inni undir bátinum og halda fyri, tá hann negldi. Eg var ógvuliga ung, tá eg varð biðin at halda fyri. Har mátti eg liggja, meðan hann negldi hvønn nagla, fyrst í øðrum borðinum, so í hinum. Tað var eitt strævið arbeiði, tí tað mátti vera so snórabeint. Eg minnist, hvussu móð eg var. Men tá var ikki sum nú; tú segði einki, hvussu móð tú enn var.
Ræddist skúlaskotið
Tá Malla skuldi í skúla fyri fyrstu ferð, stóð ikki væl til. Hon var so bangin, at mamma hennara mátti draga hana fram úr songini fyrsta skúladag.
- Tey høvdu argað meg við, at um eg ikki dugdi í skúlanum, fór eg at verða sett í skúlaskotið. Skúlaskotið hevði eg sæð; tað var eitt skot, har tey goymdu kol - og tað skotið ræddist eg. Men eg hevði fylt 7 ár, so í skúla mátti eg. Mamma fylgdi mær í skúlan og so var sloppið. Mær dámdi væl at ganga í skúla, minnist Malla.
- Men einaferð vórðu eg og trý onnur eftirsett.Hví, minnist eg ikki og trúgvi heldur ikki, at lærarin visti tað sjálvur. Lærarin hevði vist ringa samvitsku, tí einaferð, meðan vit sótu eftir, tók hann í flættuna hjá mær. Eg helt meg síggja á honum, at samvitskan var ikki so góð. Eg hevði so ógvuliga langt og tjúkt hár. Tað var ringt at verða eftirsett, ikki tí vit máttu sita inni, men tí, at tá vit komu út aftur, stóðu øll hini børnini og róptu uttanfyri. Tá gingu um 40 børn í skúla í Svínoy. Lærarin gjørdist seinni verfaðir mín, og eg plagdi onkuntíð at minna hann á ta ferðina, tá hann setti okkum eftir, flennir Malla.
Trý fríggjarabrøv ein dag
Malla er sera skemtingarsom og hevur lætt til látur og tá prátið kemur fellir á ungdómstíðina, kemur rættiligt lív í Mallu. Hon sigur, at tá dreingirnir royndu at finna sær konu, skrivaðu teir gentuni bræv. Tann eina dagin fekk Malla ikki færri enn trý fríggj-arabrøv frá sama skipi.
Hetta var ein herligan summardag. Malla sum var burtur í torvi, hevði brøvini hjá sær og fór nakað burtur frá at lesa. Í skellilátri sigur hon, at brøvini vermdu - og sólin vermdi. Hvør skrivaði betur enn annar. Men hvussu var og ikki, staklarnir, ið brøvini høvdu sent, fingu krakk allir sum ein.
- Ein systir mín var so hervilig, at hon las øll brøvini, áðrenn eg nakrantíð fekk hendur á teimum. Einaferð goymdi eg tvey brøv undir stovuteppinum, sigur Malla.
Meðan vit sita við kaffiborðið í hugnaligu stovuni hjá Mallu, minnist hon aftur á eina tíð, sum var so nógv øðrvísi enn í dag, at tað ikki kann samanberast. Hon minnist, hvussu hon og Edvard høvdu stevnumøti undir vindeyganum hjá systir hennara, meðan vinmaður Edvards sat nakað burturfrá og bíðaði eftir Edvardi.
Læknin gekk í túninum og bað
At fáa tað fyrsta barnið var strævið hjá Mallu. Tá Malla hevði ligið eitt samdøgur, eftir at jarðamóðirin var komin, varð boð sent eftir lækna úr Klaksvík. Tá læknin kom, løgdu tey Mallu upp á spísistovuborðið, og tá elsti sonurin, Bjarni sá dagsins ljós, hevði Malla stríðst í tvey samdøgur.
14 dagar frammanundan hevði sami lækni og sjúkrasystirin, sum var við honum hjá Mallu, verði í Múla hjá eini konu, ið skuldi føða. Tað gekst so illa, at barnið fekst ikki út í heilum, sigur Malla. Konan kom tíbetur frá tí við lívinum og átti børn eftir tað.
Mamma Mallu fortaldi henni, at hon sá læknan ganga, við faldaðum hondum, aftur og fram í túninum, áðrenn hann fór innar til Mallu. Helst hevur læknin stúrt fyri, at tað fór at gangast Mallu sum konuni í Múla.
Tað var Tummas Nygaard, sum var lækni tá.

- Bjarni kom til verðina í øllum góðum, men eg var so máttleys, at eg bara stardi at dreinginum.
Malla og Edvard fingu 4 synir. Aftrat Bjarna eru, Helgi, Atli og Ingi.
Havi ongantíð verið kedd av lívinum
Tá vit spyrja Mallu, um nakað er at gleðast um, nú hon er vorðin so gomul, svarar hon avgjørd:
- Jú, tað er nógv at gleðast um. Vit fingu 4 dreingir, og teir eru allir trúgvandi, sigur Malla, og tað hoyrist á røddini á hesi elskuligu 100 ára gomlu kvinnu, at hon er rørd.
- Eg havi havt eitt gott lív, og eg havi ongantíð verið kedd av lívinum, men nú gleði eg meg at koma heim - ongantíð ov skjótt. Eg veit, at tá eg komi heim, fari eg at síggja Jesus fyrst, sigur Malla Jacobsen at enda.