sindur. Hjá HB spæla teir, ið hava sitið á beinkinum í 1. deild, og ikki eru komnir inn, ikki. Tað gera teir hjá GÍ, og tað var í síðsta enda munurin á liðunum. GÍ kom á odda í fyrsta álopinum, eftir at teir [...] fekk hol á, tá 17 minuttir vóru farnir. Marner Richard gjørdist púra leysur við Allani Joensen eftir góðan stingara fram ímillum. Síðsta korterið undan steðginum høvdu gestirnir gott tak á spælinum, og [...] langt úti á vøllinum, kolldømdi fyri rangstøðu. Tað vóru toftamenn og væl staddi linjuverjin als ikki samdir við honum í. Men dómarin ræður. B71-Skála 1-8 (1-4) Tað sást beinanvegin, hvønn veg tað bar.
Johannes Klein vil kortini ikki siga, á hvønn hátt teir framyvir ætla at gera seg meir galdandi innan hetta økið. Men har eru onkrar ætlanir á borðinum skilst á honum. Hann sigur tó, at teir ikki enn [...] samarbeiða á nógvum ymiskum økjum - eitt nú um høllinia á Giljanesi, læknamiðstøðina og Ellis- & Avlamisheimið í Vágum. Miðvágur hevur tó meir samarbeiði við Sandavág enn við Sørvág. Eitt nú við skúlanum á Giljanesi [...] annan í starv innan hetta økið. Men um tørvur skuldi verðið á tí, eru teir eisini villigir at gera nakað við tað, sigur hann. Johannes vísir eisini á, at teir ikki hava verið so nógv úti um seg til tey stóru
hava, t.e. ein serligan á Føroyabanka og ein annan á sjálvum Landgrunninum, báðir støðufastir, eru álvarsliga hóttir stovnar, fáa vit at vita. Sagt verður, at gýtingastovnurin á øllum Føroyaøkinum er nú [...] út til at ganga øvugta vegin á øðrum vinnuøkjum, núverandi landsstýrið sleppur sær av við royndarstøðir. Royndarstøðir vórðu settar í verðina fyri at finna útav og vísa veg og møguleikar fyri tí nýggja [...] lokalu fiskastovnar, er onki at gera har? Skulu vit sum fiskivinnutjóð ikki ganga á odda og royna alt sum gerast kann á hesum økið. Hvar eru visjónirnar um hini nógvu fiskasløgini, sum alifiskar? Og hvar
og tú orkaði ikki meir. Tú visti hvønn veg tað bar og var ikki óttafullur. Tú visti, tú skuldi til ein betri stað og møta tí Guði tú hevði sett títt álit á her á foldum. Gott er at vita, at ein dag møtast [...] fór eftir einum oyra at geva teimum. Glaður var tú á Ríkissjúkrahúsinum, tá tú hoyrdi málið á abbabørnunum, tá kom smílið fram. Teir seinastu dagarnir á ríkissjúkrahúsinum, var tú sera ússaligur, men tú [...] Altíð hevur tú verið har fyri okkum, altíð klárur at hjálpa, tá á stóð, greiður í tínum tingum, alt skuldi verða í ordan. Men góði babba, her á fold skulu vit ikki verða verandi og nú var tín fjørður rógvin
Eivør fer á pall á heimavølli seinni í summar. Eivør skal framføra á G! festivalinum, og er hetta eftirhondini ein sjáldsamur møguleiki hjá føroyingum at upplivað Eivør Pállsdóttir. Nýggj fløga á veg Um dagarnar [...] roligt, vísur hon á. Nógvar spennandi framførslur fyri framman Eivør skal framføra rættiliga nógv í summar. Longu fríggjadagin skal hon á pall á Roskilde Festivalinum. Eg skal framføra á einum lítlum palli [...] tað koma fleiri og fleiri fólk á mínar konsertir. Tá eg spæli, er tað sum oftast útselt, so eg haldi at tað gongur rætta vegin. Men tað er ikki so, at nógv fólk steðga mær á gøtuni. Eg haldi heldur ikki
góða summarveðrinum, sum tað ber til at ímynda sær, hevði staðið á gomlum nøglum á Svangaskarði, løgdu skotarnir umborð á Atlantic vertin á. Ferðin til Føroya hevði borið tað við sær, sum teir høvdu vónað [...] Christian Lamhauge megnaði at temja og halda upp á bóltin, og tað bar við sær, at føroyska liðið megnaði at flyta seg fram á vøllin og ofta at samanspæla á fremsta triðinginum av vøllinum. Tað plagdi ikki [...] Lagið umborð var framúr. Tað er lætt at skilja. Eftir langt kappingarár vóru skotsku yrkisspælararnir á veg í summarfrí eftir langt og strevið kappingarár. Uppaftur fegnari vóru teir um, at øll stigini vóru
púra avgjørdur á málinum. Úti á 1.500 liggja høvuðsdómarabáturin og startdómarabáturin saman, og prátið gongur lystiliga millum menn. Lagið er gott, og líkindini til at hava kappróður á Sørvágsfirði hendan [...] Høvuðsdómarabáturin stimar við nógvari ferð út á 1.500 metra málið. Genturóðurin er júst av, og nú eru fólk farin í gongd við at flyta startin frá 1.000 metrum út á 1.500. Nakað, sum, til tíðir, kann taka sína [...] og startdómarin rópar á manningarnar og biður teir um at koma og krøkja seg fastar í startin. Í dag tók tað ikki langa tíð at flyta startin, og fyrireikingarnar hava verið heilt á einari leið, sambært
Umframt at spæla á Loppen, var eisini konsert á Rust mánakvøldið, og eftir ætlan skal hann eisini spæla á Musikcaféen í Århus í kvøld. - Eg havi spælt nógvar konsertir í USA, har eg havi verið á míni fyrstu [...] hann framvegis bæði beinini á jørðini. Áðrenn konsertin byrjaði gekk hann runt ímillum áhoyrarar og heilsaði uppá vinir og kenningar. Tá klokkan leið ímóti 22 fór Teitur so á pallin. Við tveimum akkustiskum [...] er liðugur fortelur hann síðani eina søgu, sum fær øll at flenna: - Á rundferðini í USA høvdu vit tann stuttleikan, at tá vit fóru inn á eitt stað at eta, so kannaðu vit menukortið gjølla fyri at vita, hvat
teimum í oktober 1943. Móti endanum á krígnum varð hann tikin og dømdur til deyða fyri hetta, men slapp tó við lívinum. Hann sat millum týdningarmestu fangarnar hjá Gestapo á ovastu hædd í Shell-húsinum, tá [...] til Ljósá. Abbin doyði av tarmslyng. Tá var ikki lætt at koma undir læknahond. Tískil doyði hann á veg til Havnar at fáa hjálp. Tá vóru ikki somu samskiftismøguleikar sum í dag. Pápi Poul Johannes, Sofus [...] , ein slupp úr Vestmanna, sum tá hevði fingið nýggjan motor. Tað kundi verið farið á saltfiskaveiðu, men teir fóru á ísfiskaveiðu uppá at selja í Bretlandi, sum kundi geva nógvan pening, um tað lá væl
hevur verið partur av kabarett-manningini á ovastevnu í meiri enn 10 ár, men í ár tykist tíðin ikki ordiliga røkka til, nú hann bæði arbeiðir í Vøruhúsinum á Sandvíkarhjalla, samstundis sum hann hevur [...] fríggjakvøld. Tað er Snæbjørn Hansen, ið er ættaður úr Nólsoy, sum vit hava í hinum endanum. - Nú eg eri á veg úr Havn og inn í handilin hjá okkum í Eysturoy, hugsi eg um hugskot til kabarettina, og eg hugsi eisini [...] mansstað, sum vit plaga at siga. Snæbjørn Hansen vísir á, at rættiliga ymiskt hevur verið undanfarin ár, hvussu nógvir leikarar hava verið við í kabarettini á ovastevnu. - Okkurt árið hava vit verið væl mannaði;