Keypmannahavn: Sunnukvøldið var Loppen úti á Christiania í Keypmannahavn karmur um eina konsert. Eina konsert, sum fyri mong, helst bert er ein konsert. Men fyri tónleikaglaðar føroyingar, var talan um ein ungan mann, sum er komin longri enn nógv bara droyma um við tónleiki sínum.
Teitur Lassen átti hetta stjørnuklára kvøldið í september pallin. Og við sínum meistaraliga gittarspæli og kensluborna og inniliga sangi, megnaði hann, enn einaferð, at bergtaka allar áhoyrararnar.
Onki hóvasták
Tað ber ikki til at dylja, at tey flestu, sum vóru í Loppuni, vóru føroyingar. Men fleiri danir høvdu eisini leitað sær vegin út á Christiania.
Talan er um eini lítil høli, sum ikki rúmar nógvum fólkum. Tað fyltist eisini skjótt, og áðrenn klokkan var 22, so var so at siga fult.
Lítlu umstøðurnar gjørdu, at tað kom meira at líkjast eini lítlari privatari konsert, enn eini, har øll kundu koma. Og sjálvt um ungi havnarmaðurin hevur fingið ein risastóran plátusáttmála, so hevur hann framvegis bæði beinini á jørðini. Áðrenn konsertin byrjaði gekk hann runt ímillum áhoyrarar og heilsaði uppá vinir og kenningar.
Tá klokkan leið ímóti 22 fór Teitur so á pallin. Við tveimum akkustiskum gittarum ? sjálvandi ikki í senn ? sigur hann "Halló", og byrjar at spæla.
Onki hóvasták var gjørt burturúr, og meðan fingrarnir skjótt og lætt dansa yvir seks-streingjaða fylgisveinin, byrjar ferðin. Ferðin við Teiti ígjøgnum nýtt og gamalt.
Vinarkvøld
- Tað er stuttligt, at síggja so nógv fólk her í kvøld. Eg visti ikki rættiliga, um tað fóru at koma tvey ella tretivu, segði Teitur aftaná tað fyrsta lagið.
Fløgan hjá Teiti, Poetry and Aeroplanes, varð annars givin út í Evropa í gjár, mánadag. Umframt at spæla á Loppen, var eisini konsert á Rust mánakvøldið, og eftir ætlan skal hann eisini spæla á Musikcaféen í Århus í kvøld.
- Eg havi spælt nógvar konsertir í USA, har eg havi verið á míni fyrstu tónleikarundferð, og eg var útlúgvaður. Men nú havi eg havt høvið at hvíla meg.
At umstøðurnar vóru so lítlar førdu við sær, at Teitur fekk høvi til at meira ella minni smápráta við áhoyrarnar.
- Henda konsertin sær meira út sum ein "Teiturs venner aften". Her eru studentaskúlanæmingar og so er rektarin hjá mær eisini, sigur Teitur og flennur.
Við gittaranum spælir hann síðani "Rough around the edges". Tá sangurin er liðugur fortelur hann síðani eina søgu, sum fær øll at flenna:
- Á rundferðini í USA høvdu vit tann stuttleikan, at tá vit fóru inn á eitt stað at eta, so kannaðu vit menukortið gjølla fyri at vita, hvat tað løgnasta tey høvdu at borðreiða við. Tað undarligasta, eg havi sæð higartil var ostaburgarasuppa!
- Hesin næsti sangurin eitur "Starfish and me". Hann er um ein drong, sum finnur ein krossfisk og so tosar hann við hann. Hann hevur helst etið ov nógva ostaburgarasuppu.
Lagið var gott, áhoyrararnir og tónleikarin vóru væluppløgd, og hetta gjørdi stemningin inni á Loppuni heilt serligan. Ein stólur, ein mikrofon, ein gittari og ein ungur havnarmaður megnaðu at bergtaka ein fullan sal í hálvan annan tíma.
Men sum eitt hálvgum stílbrot, so vóru tey brádliga tvey á pallinum. Áðrenn "Josephine" ljómar í salinum, sigur Teitur:
- Anette? Har du lyst til at komme op at synge?
Ein ljóshærd genta reisist millum áhoyrarnar, og hetta vísir seg at vera tann, sum saman við Teiti hevur gjørt sangin "Josephine". Tað sæst týðiliga, at hetta er avgjørt ikki fyrsta ferðin, tey hava sungið hetta lagið saman.
Biljakstran
Konsertin gjørdist, sum frá leið, hugnaligari og hugnaligari. Søgur frá rundferðini og tað, hann hevur upplivað í USA, fingu eisini sítt pláss á konsertini. Tíð og pláss var gjørt fyri sarkastiskum og skemtiligum viðmerkingum, og við sjarmu og speisemi megnaði hann at halda áhoyrarnar áhugaðar alla tíðina.
- Einaferð koyrdu Jónas ljóðmaðurin, og eg eftir einum motorvegi umleið 20 minuttir uttan fyri Washington. Vegurin var oyðin, og vit skuldu leita eftir einum staði at sova. Tað eru bara vit báðir í bilinum. Brádliga verða vit yvirhálaðir av einum hvítum jeepi við sløktum lyktum, fortelur Teitur ímillum tveir sangir.
- Skjótt aftaná koma bæði ein, tveir og tríggir politibilar. Vit hugsa so, hvat hesin stakkalin hevur gjørt, og eina lítla løtu seinni, koma eisini tvær tyrlur og nógvir vápnaðir svartir politibilar. Eg haldi, har mundu vera eini 20 politibilar. Og so Jónas ljóðmaðurin og eg, sum eru púra óimponeraðir. Hetta minti ikki sørt um "X-files". Høvdu vit sæð tað í sjónvarpinum, so hevði tað verið stuttligari.
- Løgreglan fangaði bilin, sum rendi í ein vegg. Aftaná hendingina royndi eg at hyggja í bløð og sjónvarp fyri at kanna um nakað stóð um eina biljakstran, men eg fekk onki at vita um Mulder og Scully.
Eykanummar
Teitur megnaði hetta kvøldið sanniliga at prógva, hvussu væl hann meistrar singer/songwriter stílin. Klokkuklára røddin og hugtakandi gittarspæli fekk salin at sita pinnastillan.
- Tað er avmarkað, hvussu leingi nakar tímur at lurta eftir einum fýri við einum akkustiskum gittara, so eg fari at spæla mín síðsta sang nú, segði Teitur eftir hálvan annan tíma við meistaraligum sangi og spæli.
- Eg leggi mailing-listan á borðið, og so kunnu tit skriva tykkum upp. Eg havi ongar t-shirts ella nakað, sum tit kunnu keypa.
"Sleeping with the lights on", sum hevur verið at hoyrt í ÚF nú í eina tíð, rungaði síðani, og áhoyrarafjøldin nikkaði samtykkjandi við, meðan spælt varð.
Aftaná seinasta lagið, gjørdi Teitur eina roynd í at sleppa av pallinum, men tað gekst ikki so væl. Hann varð skjótt klappaður uppaftur, og lurtararnir fingu so eitt ynski. Tað gjørdist til "Amanda´s dream" umframt eitt annað lag.
Ein friðarlig, kensluborin, persónlig og væleydnað konsert var komin at enda. Teitur megnaði, sum altíð, at prógva, at dugur er í honum. Eftir konsertina kann ein heldur ikki undrast á, hvussu tað ber til, at hann hevur fingið ein plátusáttmála við eitt so stórt plátufelag sum Universal. Teitur er í heimsklassa ?