? Vit hava kanska verið nakað friðarligir í mun til nógv onnur støð í landinum, men tað merkir ikki, at einki hendir hjá okkum innan eina komandi oljuvinnu, sigur Johannes Klein.
Bygdarráðsformaðurin í Miðvágs kommunu tosar her ikki bara um kommununa, har hann stendur á odda, men um allar kommunurnar í Vágoynni saman við kommununum í sunnaru helvt av Suðuroynni. Hesar kommunurnar hava nevnliga sligið seg saman um Suður-Vestur Samtakið, og sett ein oljuráðgeva, Suni á Dalbø í starv.
? Vit kappast ikki okkara millum, hvør skal hava tær bestu sømdirnar, men arbeiða heldur saman, so allar kommunurnar fáa eitt gott úrslit burturúr.
Væl nøgd
við tænastuna
Úrslit er heldur ikki bara nakað, sum teir vænta sær einaferð í framtíðini. Av tí arbeiði, sum longu hevur verið gjørt, síggjast handfast úrslit.
? Vit hava longu havt fleiri skip inni. Tað hava serliga verið seismikkskip, sum eru komin inn at skifta manning. Eisini hava skipini fingið veitingar av ymiskum slagi umborð.
? Tað hevur gingið bæði skjótt og væl at fáa hetta avgreitt, og manningarnar hava eisini verið væl nøgdar við tað tænastu, teimum er veitt. Tey skipini, sum longu hava verið inni í onkrari av havnunum, sum eru við í hesum samtakinum, koma í øllum førum aftur; tað vita vit.
? Vit hava eisini flogvøll her í oynni, og hann er sjálvandi eisini sera tíðandi fyri eina komandi oljuvinnu.
Villigir
at seta fleiri fólk
? Við hesum samtakinum eru vit komin spakuliga í gongd. Tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at vit eisini vænta at fáa meir burturúr í framtíðini.
Johannes Klein vil kortini ikki siga, á hvønn hátt teir framyvir ætla at gera seg meir galdandi innan hetta økið. Men har eru onkrar ætlanir á borðinum skilst á honum. Hann sigur tó, at teir ikki enn ætla at seta nakran annan í starv innan hetta økið. Men um tørvur skuldi verðið á tí, eru teir eisini villigir at gera nakað við tað, sigur hann.
Johannes vísir eisini á, at teir ikki hava verið so nógv úti um seg til tey stóru tiltøkini ísambandi við oljuvinnu. Persónurin, sum teir hava sett í starv, hevur umboðað hesar kommunurnar, og teir hava ikki sent alt bygdarráðið avstað, sum aðrar kommunur hava gjørt.
Sjálvt um aðrar kommunur hava staðið framog víst á seg sjálvar sum ein komandi oljuútgerðahavn, kennir Johannes Klein ikki hetta sum eina kapping.
? Tað er jú lítið og einki hent enn hjá øðrum kommunum, meðan vit longu hava havt nakað av virksemi ísambandi við oljuvinnuna, sigur Johannes Klein.
Samarbeiða
á nógvum økjum
Tað er einki at mistaka seg í, at Johannes hevur stórar vónir um Suður-Vestur Samtakið, men sum bygdarráðsformaður skal hann tó fyrst og fremst taka sær av tí, sum rørir seg innanfyri kommunumarkið. Tó so, kommunurnar í Vágoynni samarbeiða á nógvum ymiskum økjum - eitt nú um høllinia á Giljanesi, læknamiðstøðina og Ellis- & Avlamisheimið í Vágum. Miðvágur hevur tó meir samarbeiði við Sandavág enn við Sørvág. Eitt nú við skúlanum á Giljanesi og við fótbóltsliðnum FS-Vágar.
Tosið um kommunusamanlegging hevur ikki gingið framvið oyrað á bygdarráðsformanninum í Miðági. Kortini sigur hann, at bygdarráðið ikki hevur viðgjørt spurningin. Persónliga heldur hann tó, tað er best um kommunurnar sjálvar finna út hvørjum tær skulu vera saman við, ístaðin fyri at nakað verður kroyst omanyvir tær.
Hansara egna boð uppá eina møguliga samanlegging er allar kommunurnar í Vágoynni, Mykines saman við Vestmanna og Kvívík. Hetta er tó treytað av, at teir fáa fast samband um Vestmannasund.
Fremsta mál
at niðurgjalda skuld
Samanleggingin er tó ikki nakar veruleiki enn, og tí má Johannes og hinir bygdarráðsformenninir enn stríðast innanfuyri sína egnu kommunu at fáa hvørja krónu at strekkja til. Krónurnar eru nevnliga ikki so nógvar at arbeiða við. Hóast skattainntøkan hjá Miðvágs kommunu hevur verið hægri í ár, í mun til undanfarin ár, so steðga pengarnir ikki eftir í kommmununi, men fara beinleiðis útaftur at gjalda niður uppá skuldina.
Miðvágs kommuna hevði eina nettoskuld við árslok 1997 uppá 38 milliónir. Tvær milliónir av skattainntøkuni frá teimum 980 íbúgvunum í kommununi fara hvørt ár til at rinda eykaavdrøg, og tá ið hetta er goldið, og tær føstu útreiðslurnar í kommmununi eru tiknar við, er ikki nógv eftir at arbeiða við hjá teimum sjey bygdarráðslimunum í kommununi. Ikki so, tey eru øll samd um og hava eisini sett sær sum fyrsta málið í bygdarráðinum, at gjalda so nógv niður uppá skuldina sum møguligt, og heldur ikki er stríð millum tær fýra kvinnurnar og teir tríggjar menninar í bygdarráðnum um tær síðstu krónurnar í kommunukassanum.
? Vit hava altíð roynt at tosa okkum til rættis í bygdarráðinum, og beinleiðis at atkvøða mál ígjøgnum gera vit ógvuliga sjáldan.
Sjálvt um so at siga allur peningurin í kommununi verður nýttur til at gjalda eykaavdrøg verður okkurt smávegis arbeiði kortini gjørt í bygdini. Tormansbakkin er liðugtgjørdur og onkrir vegastubbar eru eisini ornaðir.
Johannes sigur annars, at Miðvágur er væl útbygt tekniskt, bæði tá ið hugsað verður um vegir, parkering, vatn- og kloakviðurskifti. Tí nýtist heldur ikki at gera tað nógva á hesum økinum. Kommunan hevur heldur ikki sett nakað tíðandi av íløgum í verk. Alt er ístaðin farið at gjalda niður uppá skuldina.
Flakavirkið skapti virksemi aftur
Síðst í áttatiárunum búðu næstan 1100 fólk í báðum bygdunum í kommununi, Miðvági og Vatnsoyrum. Hesi síðstu árini hevur íbúgvaratalið ligið langt niðanfyri tey 1000. Talið er kortini á veg uppeftir, og táttar seg nú rættiliga nógv móti teimum fýrasifraðu tølunum.
? At flakavirkið kom í gongd aftur her í bygdini, var sera týðandi fyri virksemi í bygdini. Hetta er størsta arbeiðsplássið, og tað sást beinavegin aftur í skattainntøkuni hjá kommununi, at har var virksemi aftur. Rættiliga støðugt arbeiði hevur verið.
? Tað gongur tann rætta vegin í kommununi, og sjálvur síggi eg ljóst uppá framtíðina, sigur Johannes Klein.
So fáa vit at síggja um oljubløðran fer at uppfylla dreymarnar.