Hálvur heiður at vera nevnd í kabarettini

Snæbjørn Hansen, sum hevur verið við í kabarettini á ovastevnu í meiri enn 10 ár, sigur, at ymiskt er, hvussu fólk taka skemt. – Onkuntíð hava vit tikið ov rívan til og hava traðkað fólk nóg so hart á tærnar, men sum heild royna vit at gera kabarettina borðbara, sum hann tekur til

SKEMT

Hann hevur verið partur av kabarett-manningini á ovastevnu í meiri enn 10 ár, men í ár tykist tíðin ikki ordiliga røkka til, nú hann bæði arbeiðir í Vøruhúsinum á Sandvíkarhjalla, samstundis sum hann hevur egna fyritøku í Saltangará saman við Onnu Jakobsen, ið er gamal starvsfelagi á Hjalla.
Og tó, at trupult er at fáa tíðina at røkka heilt, og hann hesaferð hevur hug at kalla seg ”outsidara” í kabarettini, verður hann kortini við, tá fyrsta sýning verður komandi fríggjakvøld.
Tað er Snæbjørn Hansen, ið er ættaður úr Nólsoy, sum vit hava í hinum endanum.
- Nú eg eri á veg úr Havn og inn í handilin hjá okkum í Eysturoy, hugsi eg um hugskot til kabarettina, og eg hugsi eisini um, hvat navn vit kunnu geva henni í ár.
Soleiðis málbar Snæbjørn seg, tá vit høvdu hann í telefonini mánakvøldið.
Hann hevur ikki bara havt sín leikut í kabarettini hesi stívliga 10 árini, men hann hevur so sanniliga eisini verið ein teirra, sum hevur dugað sera væl at fingið fólk at flenna.
Nólsoy er lítil bygd, og tað er ikki so sjáldan, at fólk eisini hava sæð Snæbjørn skemtað við hansara egnu og nærmastu, eitt nú mammubeiggjanum Hergeiri Jacobsen í ymiskum samanhangum.

Fleiri í Íslandi
Nólsoyingar eru júst í hesum døgum í Íslandi og spæla sjónleik, sum íslendskur leikstjóri hevur lagt teimum lag á.
- Hetta ger, at vit noyðast at vera nakrar av góðu stuðlunum undir kabarettini seinnu árini fyriuttan. Tað er sjálvandi spell, men eg vóni og vænti, at maður kemur í mansstað, sum vit plaga at siga.
Snæbjørn Hansen vísir á, at rættiliga ymiskt hevur verið undanfarin ár, hvussu nógvir leikarar hava verið við í kabarettini á ovastevnu.
- Okkurt árið hava vit verið væl mannaði; onnur ár minni væl. Eg vil siga, at vit hava verið alt úr trimum upp í einar 10 leikarar. Tá leikararnir eru fáir, er neyðugt, at tey, sum eru við, skifta leiklutir, og hetta kann vera eitt sindur trupult hjá summum leikarum, kanska serliga hjá teimum, sum eru minni roynd í leikum.
Hann sigur, at manningin hesaferð verður samansett av nøkrum fáum royndum leikarum og nøkrum, sum eru nýggj ella lutfalsliga nýggj á palli.
- Men eg haldi, at vit hava ein rímiligan stab, og tað er ikki vist, at kabarettin verður verri fyri tað, um nakrir stuðlar eru burtur. Tað er jú eisini áhugavert at síggja nýggjari og minni roynd fólk á palli.
Snæbjørn sigur skemtandi, at í ár skuldi ein summarfestivalur – og ein lítil kenning – til, áðrenn tað endaliga gjørdist greitt, at nólsoyingar eisini hesaferð fingu savnað manning, soleiðis at kabarettin aftur í ár gerst partur av undirhaldinum á ovastevnu.
Men eitt er at hava fólk til at framføra ymiskt, sum frammi hevur verið gjøgnum árið. Annað er at fáa savnað leikararnar til nakrar venjingar, soleiðis at okkurt er fyri øll, tá stevnan stundar til.
Vit spurdu tí Snæbjørn Hansen, hvussu nógv tey plaga at venja til hesar kabarettir, sum fólk dáma so væl at fara til á ovastevnu.
- Eg vil siga, at hetta hevur verið alt úr trimum vikum niður í eina ella tvær vikur, men tá hevur eisini verið full drøn á alla tíðina.
Snæbjørn heldur seg minnast, at hann bara einaferð síðan 1999 ikki hevur verið heima til venjingarnar.
- Eg hevði sabbat frá handilslívinum eitt skifti í 2008 og um hetta mundi, tá ovastevna var, var eg við ísfiskatrolara. Minnist eg rætt, kom eg heim leygardag, tá ovastevna varð sett, men var kortini við til seinastu sýningarnar, sum eg haldi hetta árið vóru mánadagin eftir, sigur hann.

Borðbar kabarett
Snæbjørn Hansen sigur, at afturvendandi kabarettin hevur flutt seg, sum árini eru gingin.
- Hon er framvegis rættiliga lokal, men kortini eisini universal og meiri fantasifull enn bert at umrøða ”reyp undir trænum”, sum hann tekur til.
Snæbjørn hevur ikki hug at avdúka, hvørjar hendingar tey fara at taka fram í kabarettini hesaferð.
- Hetta plagar at vera ein góður blandingur av ymiskum hendingum, og tað vil so vera, at nakrir persónar, sum vit plaga at skemta við, eisini fara at ganga aftur í ár. Vit vilja helst, at kabarettin er borðbar og ikki gongur nøkrum alt ov nær. Ein kabarett skal í fyrsta lagi verða stuttlig. Roynt verður at yvirdríva ymiskar hendingar so mikið nógv, at fólk skulu noyðast at flenna, sigur hann.
Hann ásannar, at tað viðhvørt kann vera torført at skilja ímillum, hvat er rímiligt at gera gjøldur burtur úr, og hvat er órímiligt.
- Sum heild haldi eg, at fólk hava verið fegin um okkara framførslur og soleiðis, sum árini eru gingin, eru eisini tey, sum gjøldur verður gjørdur burtur úr, von við, at tey meiri ella minni afturvendandi eru ein partur av kabarettini.
Tað eru eisini dømir um, sigur Snæbjørn, at onkur, sum ikki hevur verið nevndur okkurt árið, hálvavegna er farin vónsvikin heim aftur, samstundis sum fólk hava spurt, hví hann ella hon ikki vórðu nevnd hesaferð.
- Eg vil siga tað soleiðis, at tað fyri fleiri er tað vorðið líka sum ein heiður at verða nevnd í kabarettini, sigur hann.
Snæbjørn Hansen ásannar, at tey onkuntíð hava gingið fólki ov nær, og tað er eisini komið fyri, at avvarðandi at fólki, sum hava verið nevnd í kabarettini, hava funnist at onkrum, ið sagt hevur verið.
- Jú, onkuntíð hava vit tikið ov rívan til og hava traðkað fólk nóg so hart á tærnar, sigur stuttligi nólsoyingurin, sum enn einaferð er til dystin fús, nú nýggj kabarett verður stáplað upp á beinini í sambandi við ovastevnu í Nólsoy komandi vikuskiftið.