Høvuðsdómarabáturin stimar við nógvari ferð út á 1.500 metra málið. Genturóðurin er júst av, og nú eru fólk farin í gongd við at flyta startin frá 1.000 metrum út á 1.500. Nakað, sum, til tíðir, kann taka sína tíð.
? Alt veldst um, hvussu væl fyrireikingarnar eru skipaðar, sigur høvuðsdómarin púra avgjørdur á málinum.
Úti á 1.500 liggja høvuðsdómarabáturin og startdómarabáturin saman, og prátið gongur lystiliga millum menn. Lagið er gott, og líkindini til at hava kappróður á Sørvágsfirði hendan leygardagin eru av teimum allarbestu.
? Ná, nú eru 15 minuttir farni, letur í einum, meðan hann hyggur at sínum uri.
Walkie talkies hoyrast allastaðni. Á firðinum liggja øll seksmannaførini við monnum og bíða til tað verður klárt at taka í startin. Nøkur áttamannafør eru eisini komin út. Manningarnar hita upp, meðan róð verður aftur og fram.
Karantenu
Høvuðsdómarin greiðir frá, at teirra uppgáva í sambandi við kappróðurin byrjar tíðliga í vikuni, har teir skulu syrgja fyri, at fyrireikingarnar eru í lagi. Tað arbeiðið heldur so fram tann fyrrapartin, sum róðurin er. Undir sjálvum róðrunum er uppgávan hjá høvuðsdómaranum at eygleiða tjóvstartir og at vegleiða róðursmonnunum, um hesir hava hug til at flyta seg frá sínum stavnhaldi.
? Tá tað tekur langa tíð at fáa ein róður avgreiddan, er tað sum oftast, tí tað er galið við fyrireikingunum. Simpulten ikki nóg seriøst fyrireikað, sigur hann.
Hann heldur fram, at sjálvandi veit hann, at veðrið kann hava sítt at siga, men kortini heldur hann fast við, at tað er ikki veðrið, sum ger, at róðrarnir draga út.
Høvuðsdómarin heldur avgjørt, at ein loysn tann rætta vegin hevði verið at givið karantenu til øki, har fyrireikingarnar ikki vóru nóg góðar. Tað heldur hann hevði bøtt um støðuna.
? Eg skilji ikki, hví fyrireikarar ikki skriva alt niður, sum teir gera og taka myndir. Tað mátti hjálpt einari komandi og møguligari nýggjari nevnd nógv, heldur hann fyri.
Stýra beinari
Høvuðsdómarin er ikki í iva um, at umstøðurnar fyri kappróðri batnaðu munandi við fasta startinum.
? Men serliga krókarnir gjørdu sítt, sigur hann og greiðir frá, at róðursmenninir stýra beinari, nú bátarnir eru krøktir fastir í startin.
Frammanundan var tað soleiðis, at róðursmenninir hildu í boyuni sjálvir. Mangan hingu teir hálvir uttan fyri bátin fyri at sleppa so langt fram, sum til bar, og tí tað var tungt at halda einum heilum báti við manning. Tá var tað samstundis sera trupult hjá teimum at halda bátin beinan, meðan teir lógu í startinum.
? Hetta kundi hava við sær, at róðursmenninir ikki komu fyri seg fyrr enn nakrir 100 metrar vóru rógvnir, greiðir høvuðsdómarin smáflennandi frá. Men álvarin er aftan fyri orðini kortini.
Klárt
So er klárt, og startdómarin rópar á manningarnar og biður teir um at koma og krøkja seg fastar í startin. Í dag tók tað ikki langa tíð at flyta startin, og fyrireikingarnar hava verið heilt á einari leið, sambært høvuðsdómaranum.
Tað tekur onga tíð, so eru allir bátarnir fastir. Síðani byrjar startdómarin at rætta bátarnar upp.
? Nummar eitt skal skjóta á, átta, níggju og tíggju longur fram". Soleiðis gongur tað fyri seg eina løtu.
Samskifti eru millum startdómara og ein annan bát, sum liggur har í nánd. Tað ljóðar sum starturin sjálvur má strammast eitt sindur upp, tí teir uttastu bátarnir hava hug at vera nakað aftari enn hinir.
? Nú sær tað pent út, ljóðar í hátalaranum. Síðani gongur bara ein lítil løta, so sigur hann klárir og skjýtur.
Nøkur tøk eru tikin, og so verður ferð sett á bátin hjá høvuðsdómaranum. Aftur og fram aftan fyri bátarnir. Løgið at síggja kappróðurin frá hesum sjónarvinklinum. Høvuðsdómarin vinkar við hondini hvønn veg, hann heldur, tað er neyðugt at fara. Teir stima beint aftan fyri tveir bátar, sum hava hug at vera nakað nær hvørjum øðrum.
Høvuðsdómarin biður annan fara meira í bakborð, hann ger eftir boðunum, og so fer báturin víðari. Men fleiri ferðir noyðist hann yvir aftur til somu bátarnir og geva somu boð. Tað endar so við, at tann eini báturin fær gult kort fyri ikki at akta boðini frá høvuðsdómaranum.
Dramatikkur
Soleiðis fer leikur fram undir øllum róðrinum. Einu løtuna sær út til, at støðan er undir kontroll. Jarnbardur, Sundabáturin og Gongurólvur kappast um fyrsta plássið. Men tá nakrir fáir hundrað metrar eru eftir á mál, byrjar at verða ov tætt millum bátarnar í miðjuni.
Tað gerst bara alt tættari og tættari, nærri teir koma málinum. Høvuðsdómarin rópar og rópar, men har er onki at gera. Árarnar byrja at flættast, men tað er tíbetur í teimum allarseinastu tøkunum, at hetta hendir, so róðurin verður ikki skotin av.
Men tað kundi hann tað sama verðið, um longur var eftir á mál. Hvussu nógv tøk, ið manningarnar á teimum báðum bátunum mundu missa, er ikki gott at vita, men eini fýra ella fimm tey seinastu tað er púra sikkurt.
Slíkt spinnur øði í rógvarar, og ta fyrstu løtuna eftir, at luftin er komin í lunguni aftur, verður dúgliga skeldað og rópt. Menn eru heitir og troyttir. Ei heldur vita teir úrslitið av róðrinum enn. Enntá høvuðsdómarin fær nøkur orð oman yvir seg. Men tað letur ikki til at nerta hann. Tað man neyvan vera fyrstu ferð.
Róðurin er í øllum førum av. Høvuðsdómarabáturin bíðar ikki eftir úrslitinum, men fer beina leið út aftur á 1.500 metrar, har áttamannaførini liggja og bíða eftir teirra róðri.
Vakthundurin undir róðrinum hevði úr at gera hendan róðurin.
? Soleiðis er tað ikki altíð, men tað kemur fyri, sigur høvuðsdómarin í tí teir fara út aftur á 1.500 metrar.