1. partur
Fyri kortum gjørdis Poul Johannes Poulsen við Ljósá 80 ár. Í hesum sambandi greiddi hann frá søguni um Ljósá, og um hansara egna sjólív, har hann eisini upplivdi dramatiskar hendingar. Tær mest ógvisligu vóru, tá ið Poul Johannes forlisti við »Havfrúnni« í 1949, og tá ið hann í 1967 saman við beiggjanum strandaði á Kellingini.
Ljósá er niðursetubygd av Eiði. Tey fyrstu niðursetufólkini kallaðust Jógvan og Sunneva úr Heimistovu. Tey eru í hvussu er flutt hagar í 1840. Stutt eftir, í 1850, flytir Hans Hansen (Trýkonu-Hanus) úr Pállshúsi suður hagar, sum kallast Millum Helli saman við konuni Else og teirra trimum børnum. Fólkatalið við Ljósá hevur í mong ár ligið milum 30 og 40. Saman við Svínáir er Ljósá partur av Eiðis kommunu.
Inntil 1944 vóru Oyri, Oyrarbakki og Norðskáli eisini partur av kommununi
Meðan Eiði var ein tann fremsta bygdin í Eysturoynni, so var tað strævið at búgva við Ljósá.
Handil var eingin við Ljósá. Skuldi farast til handils var at fara til gongu til Eiðis ella at rógva yvir um sundið til Víkar. Eisini kundi farast suður eftir til Norðskála.
Annað dømi er, at áðrenn kirkja kom við Norðskála vóru lík av Oyri, Norðskála, Svínáir og Ljósá førd við báti norður til Eiðis at verða jarðað.
Tað gekk eisini leingi til tað kom skipað skúlagongd við Ljósá. Hon var so sum so fyrstu tíðina. Tá vóru tað bert lærarar sum komu framvið áleiðis til Eiðis, sum góvu børnunum nakrar tímar. Men tað var ikki verri enn so, tríggir pápabeiggjar Poul Johannes gjørdust navigatørar.
Í tíðini hjá Poul Johannes var ferðalærari, sum skiftist millum Langasand og Ljósá. Skúlin var í kjallaranum hjá teimum. Tað mundu vera um 10 næmingar. Hóast bert »hálva« skúlagongd, hevur hetta ikki darvað teimum, sum vuksu upp við Ljósá.
Visti frá dreymi at maðurin var burturgingin
Poul Johannes er føddur 18. september 1931. Foreldrini vóru Poulina og Sofus Poulsen.
Abbin í faðirætt var kallaður Jóannes í Gimbrunum. Omman var úr Oyndarfirði, Elsebeth undir Garði. Tey fingu seks børn, sum vóru:
Hans Pauli f. 1891, giftist við Súsonnu Hansen av Viðareiði f. 1894.
Jógvan, f. 1894. Fórst við Tór 2 undir krígnum. Eftir sat konan, Malla, tveimum børnum, Juhlert og Solveig. Alli, sum var giftur við Solveig, hevur eina áhugaverda frásøgn í hesum sambandi. Fleiri av húsunum við Ljósá vóru við í Brøðrasamkomuni. Tí kom Victor Danielsen javnan á vitjan. Eina náttina droymir Malla Victor koma móti húsunum hjá teimum. Tá sær hon Victor skrykkja eitt træ upp úr moldini. Tá fekk hon síni ringu ánilsi. Tá ið hon dagin eftir sær mannin, sum hevði boðstøðina í bygdin, koma móti húsunum, sigur Malla við hann: »Eg veit, hvat ið tú vilt.« Tá var tað deyðsboðini hann kom við.
Sofus f. 1897 giftist við Poulinu Joensen úr Hoygarðinum í Leirvík. Tey vóru foreldrini hjá Poul Johannes.
Jovina Petra f. 1898 giftist við Jóan Karl Joensen. Hann var beiggi Poulinu.
Maurentius f. 1899. Hann hevði eina serliga søgu. Hann byrjaði sum vanligur fiskimaður og var millum annað við móðurskipinum “Ananu” í Grønlandi í 1935-36.
Hann fór so at sigla úti og var staddur í Danmark, tá ið landið var hersett í 1940. Undir krígnum førdi hann ein 70 tons bát millum Danmark og Svøríki. Hann flutti fólk, sum rýmdu undan týskarum, og eisini jødar til Svøríki, tá ið lagt varð eftir teimum í oktober 1943. Móti endanum á krígnum varð hann tikin og dømdur til deyða fyri hetta, men slapp tó við lívinum. Hann sat millum týdningarmestu fangarnar hjá Gestapo á ovastu hædd í Shell-húsinum, tá ið bretar 21. mars 1945 bumbaðu húsið fyri at bjarga fangunum undan týskarum. Nakrir doyðu, men Mourentius slapp undan.
Hann giftist við Vilhelminu f. Petersen av Viðareiði.
Andrias f. 1905 doyði um 1931/32 av blóðeitran
Ljósá hevur átt skip
Hóast Ljósá er lítil bygd, so hevur hon átt skip. Tað var Hans Pauli, pápabeiggi Poul Johannes, sum keypti skonnartina »Queen« í 1927 og førdi hana flestu árini til hon 1. apríl 1933 varð ásigld við innsiglingina til Vestmannaoyggjarnar og gjørdist vrak.
Poul Andreas Mortensen úr Sørvági, seinni verfaðir Poul Johannes og beiggja hansara Andreas, førdi »Queen« í 1927 og 1928.
Omma Poul Johannes við Ljósá doyði ung, og Sofus, pápin, var tá bert 12 ár. Tá fóru børnini av bygd til onnur at vera, men tey komu kortini øll heim aftur til Ljósá. Abbin doyði av tarmslyng. Tá var ikki lætt at koma undir læknahond. Tískil doyði hann á veg til Havnar at fáa hjálp.
Tá vóru ikki somu samskiftismøguleikar sum í dag. Pápi Poul Johannes, Sofus, var komin við skipi til Klaksvíkar, og hann vildi siga frá heima, at hann var komin heim. Eingin telefon var við Ljósá. Hann ringdi tískil til Eiðis við boðum til pápan. Men tá fekk Sofus at vita, at pápin var deyður ein mánaða frammanundan. Tá hevði hann misti bæði pápan og mammuna, 18 ára gamal.
Poul Johannes minnist vegin koma saman. Hann varð gjørdur bæði sunnan frá og norðanífrá av Eiði. Mest var arbeitt um veturin, tá ið skipsmenninir vóru heima. Poul Johannes var um 7 ár gamal, tá ið vegurin varð samanbundin. Vegurin lætti sjálvsagt nógv um.
Tað varð kravt, at tey lærdu at svimja við Ljósá. Børn vóru so nógv niðri í fjøruni, at foreldrini kundu ikki føla seg trygg, uttan so at børnini dugdu at svimja, um tey duttu útí.
Eitt ítriv var eisini tráðan, har tað kundi fáast nógvur seiður og eisini onkur berggylta, um væl lá fyri.
Eitt ár ov seinur til skips
Hevði kríggið ikki verið, hevði Poul Johannes helst farið eitt ár fyrr til skips. Men hann fór so skjótt, hann slapp, og tað var við »Riddaranum«, ein slupp úr Vestmanna, sum tá hevði fingið nýggjan motor.
Tað kundi verið farið á saltfiskaveiðu, men teir fóru á ísfiskaveiðu uppá at selja í Bretlandi, sum kundi geva nógvan pening, um tað lá væl fyri. Fleiri ungir dreingir vóru við. Tað var uppá tal, at hesir ungu skuldu mynstra fyri hálvan part, men tað vildu teir eldru ikki, hóast teir kundu fingið meira burtur úr við tí. So solidariskir vóru teir.
Árið eftir fer Poul Johannes við »Loytnantinum« við Lassa Johansen á Strondum sum skipara. Teir fóru til Grønlands at rógva út við bátum. Manningin taldi einar 30 mans. Teir høvdu fýra bátar, sum róðu út. Fiskurin varð flaktur og saltaður umborð á skipinum.
Hesir bátar høvdu ein lítlan motor. Sum tann yngsti fekk Poul Johannes til uppgávu at hava ábyrgd av motorinum. Hetta var fyrst og fremst at syrgja fyri, at tað var nóg mikið av bensini í tanganum. Útróður við bátum var ein nokk so stór vinna hjá føroyskum skipum í mong ár.
Á veg til Grønlands komu teir í eina stóra grind. Lassin dugdi væl at skjóta, og hann fekk skotið tríggjar hvalir. Teir blivu so hivaðir umborð og skornir upp. Tað var gott at fáa feskt. Men hetta var eisini ivaleysa nógv til teir sjálvar, so tá ið komið varð í Føroyingahavnina, varð latið burturav til onnur skip, sum lógu har.
Dúgvuflaggið
Poul Johannes minnist eisini, at teir flaggaðu við dúgvuflagginum, tá ið teir komu inn. Hetta var galdandi fyri teir skiparar, sum vóru missiónsmenn, og sum vóru limir í Bróðurkredsinum á Havinum. Lassen var missiónsmaður og tað sama vóru brøður hansara, Bartal, kendur frá »Austerlits«, og Anton, sum tá var skipari á »Bearnaise« hjá S.P. Petersen í Fuglafirði. Sjómansheimini flaggaðu eisini við dúvuflaggi. So tað kann sigast, at teir tónaðu reint flagg! Tað er eitt sindur løgið, at dúvuflaggið tykist at vera farið í søguna.
Eftir tað var Poul Johannes við »Mary Margreth«, ein slupp vestan úr Vágunum. Men hon lak so illa, at teir máttu seta hana uppá land í Føroyingahavnini og so at kalfatra skipið. Hetta bar til, tí tað var so stórur munur millum fjøru og flóð, og arbeiðið varð gjørt í fjøru.
Fekk deyðsboð og bræv frá pápanum samstundis
Í 1949 fór Poul Johannes við »Havfrúnni«, og kundi hetta eins væl blivið hansara seinasti túrur. Tað verður komið aftur til hendan túrin í komandi parti
Poul Johannes var árini 1950-1953 við Jóan Petur hjá Mouritsi, ella Toska Jóan Petur, sum hann eisini varð kallaður. Absalon Absalonsen hevur skrivað eina bók um hendan megnarmannin.
Fyrst var tað við sluppini »Marshall« og síðani við skonnartini »Yvonnu«. Teir báðir gjørdust sera væl.
Eina ferð, teir koma inn í Grønlandi, liggur bræv til Poul Johannes frá pápa hansara. Her greiðir Sofus frá, at hann er opereraður eina ferð í øðrum lunganum í samband við hansara tuberklar. Tað hevði gingist væl. Nú skuldi hann skerast enn eina ferð, og gekk tað eisini væl, skuldi verið sloppið.
Eftir, at hann hevði lisið brævið og hevði skrivað nakrar reglur at senda heim aftur, kom skiparin við einum fjarrit við boðum um, at pápin var deyður. Hetta var komið nakrar dagar frammanundan, men Jóan Petur hevði ikki viljað givið honum tað fyrr enn nú. Hetta var sjálvsagt ein stoytur fyri ein ungan drong. Pápin hevði vist fingið ein blóðtøpp.
Jóan Petur fiskaði so sera væl. Serliga var kappast við »Norðfarið«, sum var eitt størri og nýggjari skip. Men verður hugt eftir veiðutølunum fyri vágsskip í bókini hjá Absalon sæst, at »Marshall« lá ájavnt við »City«, og at bert »Borgin«, sum var eitt størri skip fekk meira. Nakað sama mynd var í 1951.
Men at koma við »Yvonnu« var ein heilt onnur verð. Yvonna var ein skonnart og tók meira. Afturat tí var hon tá umbygd. »Norðfarið«, har Johan Godtfred var skipari, var eisini umbygd. Bæði skipini fóru av Vági 25. apríl 1953, og tær fóru at sigla heim samstundis. »Yvonna« hevði 800 skippund, og »Norðfarið« hevði 550 skippund, umframt hevði hon landað 300 skippund í Grønlandi.
Meðan »Norðfarið« fór á sildaveiðu við gørnum, gjørdi »Yvonna« ein túr afturat til Grønlands. Hon fór avstað 22. juli og kom heim 16. oktober við 969 skippundum. Manningin var um 25 mans. Hetta var ein góður túrur.
Reiðari var Mikkjal Godtfred, sonur Dias a Heyggi.
Á kópaveiðu við norðmonnum
Síðan fór Poul Johannes nøkur ár við norðmonnum, sum nógvir føroyingar vóru við tá í tíðini. Hetta var gott lív í so máta, at teir vórðu settir av í Føroyum, meðan skipið fór til Noregs at landa, og teir komu eftir teimum á leiðini aftur til Grønlands. Hetta gav teimum úti móti tveimum vikum millum túrarnar, meðan fiskimenn við føroyskum skipum ofta bert steðgaðu fáar dagar heima.
Eitt summar var Poul Johannes á kópaveiðu undir Eysturgrønlandi við norskum skipi. Hetta varð orðnað gjøgnum fiskimannafelagið, sum tá útvegaði manning til norsk og íslendsk skip.
Her var í hvussu er slætt undir fótum, tí teir lógu sum oftast inni í ísinum. Tað var vaksin kópur, sum varð veiddur. Hann var skotin við riflu. Síðan var skinnið við spiki flett av honum, og kroppurin lá eftir á ísinum. Spikið varð koyrt í tangar, og skinnini vórðu saltað á lastini.
Tað kundu fáast upp til 100 kópar eftir einum degi. Tað vóru tó ikki allir, sum vóru so góðir skjúttar. Tað var soleiðis við kópi, at um ein kópur varð raktur uttan at doyggja stoytti hann seg á sjógv, og hetta gjørdu allir hinir kóparnir á flakanum eisini.
Men doyði kópurin uttan at røra seg, og høvdið bert datt niður, so blivu hinir kóparnir liggjandi og fingu somu lagnu.
Skiparin plagdi at hava útkikk úr eini tunnu í mastrini, og hann plagdi eisini at skjóta úr tunnuni.
Tað var ein kvota á kópi. Tá ið hon var veidd, var farið á hákellingaveiðu, har endamálið bert var at fáa livrina, sum er ein stórur partur av allari vektini. Livurin varð so eisini koyrd í tangarnar.
Men tað kom ikki tað stóra burtur úr hesum. Tíðin var vist farin frá hesi veiði, so farið varð ikki avstað aftur.
Í komandi parti verður greitt frá, tá ið »Havfrúgvin« sigldi á land á Norðurlandinum, og hetta eins væl kundi verið deyðin hjá allari manningini