Fótbóltur
Skotska landsliðið fór úr Vágum við Atlantsflog í gjárkvøldið. Lagið umborð var framúr. Tað er lætt at skilja. Eftir langt kappingarár vóru skotsku yrkisspælararnir á veg í summarfrí eftir langt og strevið kappingarár.
Uppaftur fegnari vóru teir um, at øll stigini vóru í viðførinum hjá Alexander McLeish og hansara monnum. Skotland er framvegis av álvara við í kappingini um tey bæði fremstu plássini í bólkinum. Um tað seinni í ár fer at eydnast at vinna fremsta ella næstfremsta plássið, so verður summarfrítíðin avlýst næsta ár, tí so skulu skotsku spælararnir luttaka í endaspælinum í Sveis og Eysturríki. Tað verða teir sjálvandi ikki harmir um.
At tað í so góða summarveðrinum, sum tað ber til at ímynda sær, hevði staðið á gomlum nøglum á Svangaskarði, løgdu skotarnir umborð á Atlantic vertin á. Ferðin til Føroya hevði borið tað við sær, sum teir høvdu vónað og stríðst fyri. At teir høvdu verið hepnir er ein onnur søga, sum einki hevur at siga fyri møguleikan at sleppa til Sveis og Eysturríki.
Skeivt upp á bein
Eftir síðsta bríkslið hjá grikska dómaranum, sum ofta man hava havt meiri at takast við, enn hann hevði hesa ferð, fóru spælarar og áskoðarar av Svangaskarði eftir føroyskt avrik, ið hevði verið sum nátt og dagur.
Christiani Lamhauge og verjan vístu beinanvegin tað, sum Italia dysturin hevði lagt upp til, og sum var orsøk til fultsett Svangaskarð. Hjá hinum kendist tað, sum um teir vóru skeivt upp á bein í 1. hálvleiki. Sjálvsálitið og samanhaldið frá leygarkvøldinum vóru burtur sum døgg fyri sól. Føroyska liðið hopaði undan, keturnar hingu ikki saman, og skotar gjørdu sum teimum lysti.
At teimum bar til uttan mótstøðu at samanspæla fram til brotsteigarmarkið, áðrenn teir møttu nakrari sum helst mótstøðu, bar við sær nógvar spentar støður frammanfyri føroyska málið, og tað var ikki annað enn rímuligt, at teir fingu tvey mál burturúr.
Í fyrra førinum var tað Aston Villa miðvallarin Shaun Maloney, sum eftir lítlan hálvan tíma sendi fríspark upp um manngarðin og í málið og harvið skoraði fyri fyrstu ferð fyri Skotland, og sjey minuttir seinni var tað álopsspælarin Garry O`Connor, sum úr stuttari fjarstøðu sendi framvið Jákupi Mikkelsen, eftir at málverjin hevði framt einastandandi hálvbjarging.
Málini vóru logisk fylgja av skotsku yvirvágini og lítið sannførandi føroyska avrikinum. Men samstundis vóru málini avleiðing av púra óneyðugum støðum.
Í fyrra førinum gjørdi Óli Johannesen, sum í góða løtu hevði verið uttanfyri til viðgerðar, býttisligt fríspark, og í seinna førinum var talan um innlegg úr høgru frá Paul Hartley og ikki serliga eyðsýnda Manchester United miðvallaranum Davic Fletcher. Garry O`Conner fekk høvi millum fleiri passivar føroyingar at royna tvær ferðir. Fyrst við høvdinum, og tá ið Jákup Mikkelsen hevði framt ófatuliga góða bjarging, fekk hann góða tíð at trilla bóltin inn við stólpanum.
Rætt upp á bein
Stórtap lúrdi í frálíku summarluftini, men eftir steðgin vísti føroyska liðið sovorðið avrik, sum teir kanska ongantíð áður hava sýnt. Í hvussu so er hava teir ongantíð áður megnað at skapt so nógvar møguleikar og at hildið mótstøðuliðið so rudduliga frá føroyska málinum, sum teir gjørdu tað í 2. hálvleiki.
Alt stemmaði. Sentralu miðvallararnir, sum hvørki høvdu fingið fatur á mótstøðumonnunum ella havt hepni í uppspælinum, vístu format – Súni Olsen var framúr – og Christian Høgni Jacobsen, sum hevði verið púra anonymur, blomstraði við ferð, avbjóðingum og fleiri góðum uppleggum. Christian Lamhauge megnaði at temja og halda upp á bóltin, og tað bar við sær, at føroyska liðið megnaði at flyta seg fram á vøllin og ofta at samanspæla á fremsta triðinginum av vøllinum. Tað plagdi ikki at vera gamalt.
Málið, sum skuldi bera til spenningsbálið, kom ongantíð, og tað var ógvuliga spell. Upplagdu møguleikarnir vóru nógvir, og tvær ferðir hjálpti træverkið skotum. Álopsbogin varð spentur eyka, tá ið venjarin valdi at taka innskifta Marna Djurhuus út, og seta Símun Samuelsen inn í álopið, meðan Christian Høgni Jacobsen varð fluttur aftur á miðvøllin og spælt varð við flatari trímanna verju.
Tað líktist ikki Rógva Jacobsen, tá ið hann eftir uppspæl úr vinstru og fimm metrar úr málinum í staðin fyri at smekka til royndi at spæla Christian Lamhauge, sum varð taklaður í skotroyndini.
Christian Lamhauge var óheppin, tá ið hann við høvdinum snittaði frísparksframlegging frá Súna Olsen í innaru síðuna á stólpanum, áðrenn framúr skotski málverjin, Craig Gordon, sum ivaleyst skjótt verður at síggja millum stólparnar í onkrum eingilskum stórfelag, grulvaði eftir bóltinum.
Jákup á Borg misnýtti einsamallur við málverjanum, eftir at Rógvi Jacobsen hevði spælt hann leysan, og tað vóru eisini aðrir stórir møguleikar.
Tá ið innskifti Andrew av Fløtum sneiddi seg leysan og í næstsíðsta minutti lyfti upp um málverjan og í tvørtræið, var tað staðfesting av, at hetta var ikki dagurin hjá føroyska liðnum.
Framúr avrikið eftir steðgin bar ikki úrtøku við sær, og tað var so sera harmuligt. Skotska verjan var illa sperd, og um tað hevði havt eydnast at skora eina ferð, so lá tað í lýggju summarluftini, at tað skjótt kundi havt endað 2-2, sum tað gjørdi fyri fimm árum síðani, tá ið skotar vitjaðu. Ella við føroyskum sigri.
Skotsku yrkisspælararnir fingu fullan valuta fyri sítt umfar. Føroysku amatørarnir, sum í 2. hálvleiki avgjørt stóðu mótstøðumonnunum kurl, fingu onga úrtøku. Tí var úrslitið ikki kappingarført. Tað er tað, sum telur.
Skotarnir eru farnir í summarfrí við vónini um, at teir, tá ið EM endaspælið fer av bakkastokki í dag um eitt ár, vera við í Sveis og Eysturríki.
Føroyingar fegnast um summarveðrið og í 2. hálvleiki avrik, sum enn eina ferð fær okkum at rokna við, at næstu ferð verður tað!