Hetta verður heilt stórt. Eg havi verið inni í salinum, og har eru ótrúliga góðar umstøður. Akustikkurin er frálíkur, og tað vakra umhvørvi ger tað heila enn størri, sigur hon. Fleiri av teimum heilt stóru tónleikanøvnunum hava spælt har, og so er tað so stuttligt at hugsa sær, at um nakrar mánaðir, skal eg framføra har. Unga gentan sum sleit sínar barnaskógvar í Gøtu, hevur førkað seg út í verðina. Eivør er av álvara við at gerast kend í útheiminum, og er hetta nakað sum føroyingar eru ernir av. Unga Eivør hevur spælt nógvar konsertir í losjuni í Gøtu, so hetta má kennast sum eitt risalop.
Ein stór verkætlan
Salurin er stórur. Hann tekur út við 1700 fólk, so tað er ongin ivi um, at hetta er ein av teimum størru konsertunum fyri Eivør. Hetta er eitt stórt tiltak. Tað heila er ordiliga professionelt, sigur hon. Hóast tað eru fleiri mánaðir til konsertin verður, so eru allar fyrireikingar longu komnar uppá pláss. Vit hava enntá longu avgjørt hvørji løg vit fara at spæla, tí at her eru so nógv fólk sum eru við í verkætlanini.
Har verða nógvir tónleikarar, so har er nógv ið skal venjast og tilrættisleggjast. Hóast eg havi spælt saman við tónleikarunum áður, so verður hetta nakað heilt serligt. Eivør hevur spælt saman við hesum tónleikarum á teimum báðum Tríggjar Havfrýr- konsertunum, sum hava verið í Føroyum og í Danmark. Hesaferð verður tað bara mítt tilfar, sum vit framføra, og tí eri eyka spent uppá konsertina, sigur hon.
Tá ið Eivør fer á pallin, hevur hon bæði føroyskar og danskar tónleikarar afturat sær. Í løtuni situr ein dani og útsetir nøkur av mínum løgum til eina strúkikvartett. Eg gleði meg til at hoyra tað úrslitið. Annars er tað eisini eitt sindur serligt, at eg havi tvær danskar kórsangarar við mær. Tær duga ikki so væl at syngja føroyskt, so tað verður mest til Uhh og Ahh, sigur Eivør grínandi. Afturat teimum báðum donsku kórsangarum hevur Eivør fingið Unn Patursson at syngja við. So kann hon hjálpa við tí føroyska, leggur hon skemtandi afturat.
Tað gongur rætta vegin
Tað sær út til, at danir taka Eivør og hennara tónleik til sín. Fyri ári síðan gav hon út fløgu saman Danmark Radio Big Band. Hetta big band er kent víða um, og tískil er tað at kallað eitt privilegium at sleppa at framføra við tí bólkinum. Fløgan sum tey góðu út saman, hevur verið væl móttikin, og tær eftirfylgjandi konsertirnar hava verið væl vitjaðar. Men er Eivør um at gerast kend í Danmark?
Eg vil ikki siga at eg eri kend. Her stendur onki blaðfólk uttanfyri mína hurð, sigur hon skemtandi. Men eg merki, at tað koma fleiri og fleiri fólk á mínar konsertir. Tá eg spæli, er tað sum oftast útselt, so eg haldi at tað gongur rætta vegin.
Men tað er ikki so, at nógv fólk steðga mær á gøtuni. Eg haldi heldur ikki, at eg eri eitt tílíkt listafólk. Tey sum hava áhuga fyri mær og mínum tónleiki, koma á konsertirnar og fara heim aftaná. So tað er ikki tað stóra við at skriva autografar. Men allíkavæl haldi eg, at nógv fólk vita hvør eg eri, sigur hon. Men tað heila er mestsum stille og roligt, vísur hon á.
Nógvar spennandi framførslur fyri framman
Eivør skal framføra rættiliga nógv í summar. Longu fríggjadagin skal hon á pall á Roskilde Festivalinum. Eg skal framføra á einum lítlum palli, sum fyrst og fremst er ætlaður sokallaðum singer/songwriter tónleik.
Hóast hon hevur nógvar framførslur fyri framman, so sigur Eivør, at hon heldur hetta vera eitt rættiliga róligt summar. Eg havi onkuntíð havt nógv meiri at gjørt. Í ár havi eg valt at velja eitt sindur burturúr, soleiðis at eg havi tíð til at venja og skriva tónleik. Men allíkavæl skal eg spæla á nøkrum festivalum. Eitt nú fari eg skjótt til Hollands at framføra við DR Big Band, og eisini skal eg spæla á nøkrum tiltøkum her niðri.
Men tað er týdningarmikið fyri hana, at hon kann taka tað eitt sindur róligt. Onkur summar hava verið øðiliga rokalig, við nógvari ferðing og tí tilhoyrandi stressinum. Men soleiðis vil eg ikki hava tað í ár. Um eg ikki havi frið og góðar stundir, fái eg ikki samla mínar tankar um at skriva góðan tónleik. Tí havi eg gjørt tað soleiðis, at har verður rásarúm fyri tí, sigur hon.
Hóast Eivør ikki vil hava ov nógvar framførslur í summar, skulu sjálvandi ikki gloyma, at Eivør fer á pall á heimavølli seinni í summar. Eivør skal framføra á G! festivalinum, og er hetta eftirhondini ein sjáldsamur møguleiki hjá føroyingum at upplivað Eivør Pállsdóttir.
Nýggj fløga á veg
Um dagarnar tekst Eivør við at skriva tónleik. Hon hevur ætlanir um at gera eina nýggja fløgu, og fleiri av løgunum eru longu skrivað. Tað gongur væl við tí. Eg havi fingið ein kendan íra at framleiða (produsera) tónleikin, og tað eri eg glað fyri. Talan er um viðurkenda Donald Lunny, sum m.a. annað hevur framleitt tónleik saman við U2 og Sinead O´Connor. Hann er sera dugnaligur, og eg gleði meg til at samstarvast við honum.
Tónleikurin sum eg í løtuni skrivi byggir uppá okkara føroyska siðaarv. Donnald Lunny er merktur av sínum tjóðskapi, so tað verður ein spennandi samanrenning millum føroyskt og írskt, sigur Eivør.
Tað er Kvinna sum skipar fyri konsertini við Eivør í Tivolisalinum, og Eivør sigur, at samstarvið teirra millum hevur verið gott fyri hana. Tey hava hjálpt mær væl við míni heimasíðu. Tað var eisini Kvinna, sum skipaði fyri Trýggjar Havfrýr konsertunum, so hetta samstarv er als ikki nýtt, sigur Eivør. Hetta er eitt samstarv, sum báðir partar eru glaðir fyri, sigur Eivør at enda.