Uppflytingin verður veruleiki sunnudagin

Fótbóltur: Í teoriini ber bara til hjá GÍ og VB at røkka Skála, sum sunnudagin á heimavølli kann fáa uppflytingina staðfesta

Tað resta framvegis fimm umfør í landskappingini í 3. deild, sum verður liðugt spæld sunnudagin 26. september.

Men heilt nógv bendir á, at tað komandi vikuskifti verður greitt, at Skála í 1999 aftur verður í 2. deild, har teir vóru í nógv ár fram til og við 1993.

Úrslitini síðsta vikuskifti lagaðu tað soleiðis, at tað eru trettan stig frá Skála og niður til VB og GÍ, og tá málmunurin hjá skálamonnum er so nógv betri, enn hann er hjá hinum báðum liðunum, so kunnu vit rokna hann sum eitt eyka stig til oddaliðið.

Um Skála fær javnleik, tá FS Vágar kemur at vitja í vikuskiftinum, so er uppflytingin ein veruleiki, og tað er ikki ov nógv at rokna við, at møguleiki skuldi verið fyri hesum, tí 1. juni vann Skála 9-1 í Sørvági.


VB-B68 3-2 (1-1)

Heimaliðið fekk hol á, tá 17 minuttir vóru farnir. Marner Richard gjørdist púra leysur við Allani Joensen eftir góðan stingara fram ímillum.

Síðsta korterið undan steðginum høvdu gestirnir gott tak á spælinum, og tríggjar minuttir undan hvíldini javnaði Bogi Petersen við langskoti, sum fór omanfyri ov uttarlaga stadda málverjan.

Leiðslumálið hjá VB eftir 57 minuttir er skrásett sum sjálvmál, men úr Vági frætta vit, at tað var Niclas Ludvig, sum átti skotið, og so hevði aftasti maður hjá B68 ein lítlan fót við í spælinum. Hansmar Poulsen var leysur í brotsteiginum, tá 73 minuttir vóru farnir, og so var tætt og spennandi. Ellivu minuttir fyri leiklok stútaði Egil Steintórsson eftir fríspark úr høgru sigursmálið hjá VB.

Aksel Højgaard fekk bóltin í VB málið fram móti endanum. Dómarin, sum var staddur langt úti á vøllinum, kolldømdi fyri rangstøðu. Tað vóru toftamenn og væl staddi linjuverjin als ikki samdir við honum í. Men dómarin ræður.


B71-Skála 1-8 (1-4)

Tað sást beinanvegin, hvønn veg tað bar. Skála hevði so nógv tað betra liðið, men hóast mest sum alt gekk fyri seg á heimahálvuni, so gekk ein løta, áðrenn hol kom á. Bogi Gregersen styrkti um sína støðu sum toppskjútti, tá hann eftir tíggju og tjúgu minuttir sleyt seg leysan í brotsteiginum.

Virgar Hentze skoraði, tá heimaliðið eftir 35 minuttir kontraði, men bæði frammanundan og aftaná fekk miðvallarin Kaysten Rasmussen úrtøku burturúr stóra trýstinum hjá Skála.

Í seinna umfarinum gingu einir tjúgu minuttir, áðrenn fyrsta málið kom, men so gekk skjótt. Brøðurnir Niels og Sveinur Thomsen, sum spæla ávikavíst á vongverjanum í vinstru og í álopinum, eru hálvir sandoyingar, og teir báðir settu síðstu naglarnar í stóra sigurin hjá Skála.


B36-ÍF 7-0 (2-0)

Hetta mundi vera mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið. Fuglfirðingar hava ligið upp ímóti næstfremsta plássinum, sum gevur rætt til at spæla um eitt pláss í 2. deild, men nú tykjast teir púra steðgaðir upp. At 1. deildarliðið var illa fyri við fólki gjørdi, at tveir úr frægara endanum vóru tiknir upp, og onkur annar av føstu fúsunum er farin burtur.

Tað var so illa statt, at venjarin, Bogi Lervig, mátti spæla við sjálvur.

B36 hevði hesa fleiri raskar spælarar. At teir høvdu Sigmund av Teigum í málinum gjørdi, at allar royndir hjá ÍF at leggja innfyri úr síðunum vórðu køvdar.

Stóri málslúkurin hesa ferð var aftur Tórarin Hentze. Hann skoraði eftir 11, 55 og 63 minuttir. Magni Mouritsen gjørdi tað til 2-0, tá 33 minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki fór Jón Brekku sjálvur, tá hann skoraði til 5-0 og 6-0 eftir ávikavíst 81 og 83 minuttir. Bjørn Thorsteinsson staðfesti rimmar sigurin, tá hann eftir 88 minuttir sneiddi tríggjar av og trillaði í málið.


FS Vágar-KÍ 6-0 (1-0)

Klaksvíkingar høvdu trettan spælarar við vestur til Sørvágs, har 3. deild hjá FS Vágar spælir allar heimadystirnar í ár. Og tá hugsað verður um tað, sum sæst á støðutalvuni, so kann ikki annað sigast, enn at KÍ stóð seg væl fyrra umfarið, sum heimaliðið vann 1-0. Málið fekk Robert Bernhardsson við langskoti eftir 19 minuttir.

Í 2. hálvleiki gekk undan hjá heimaliðnum. Miðvallarin Jákup Joensen stútaði til 2-0 og 4-0 eftir 55 og 80 minuttir. Báðu ferðirnar kom innleggið úr vinstru. Eftir 65 minuttir hevði Robert Bernhardsson styrkt um sína støðu á máltindinum.

Teir báðar síðstu minuttirnar fekk FS Vágar tvey mál afturat. Hitt fyrra skoraði innskifti álopsmaðurin, Egil Petersen, eftir fleiri ferðir aftur og fram í brotsteiginum, og hitt seinna skoraði Jonhard Joensen, venjarin, ið hevði sett seg sjálvan inn síðstu løtuna og aftur í ár fekk navn sítt á málskjúttarralistan. Men hann fer neyvan at røkka so langt upp á listanum, sum hann onkuntíð áður hevur verið!


GÍ-HB 4-2 (2-2)

Tað vóru teir triðji bestu hjá hesum báðum feløgunum, og sum tíðin gekk, sást tað, at gøtumenninir vóru eitt sindur betri fyri. HB spælararnir venja lítið ella rættari einki, meðan onkrir gøtumenn venja eitt sindur. Hjá HB spæla teir, ið hava sitið á beinkinum í 1. deild, og ikki eru komnir inn, ikki. Tað gera teir hjá GÍ, og tað var í síðsta enda munurin á liðunum.

GÍ kom á odda í fyrsta álopinum, eftir at teir høvdu tikið bóltin av HB, sum hevði givið hann upp. Ronni Hansen fór sjálvur og royndi úr 20 metrum. Bárður Mikkelsen javnaði eftir 26 minuttir, tá hann breyt ígjøgnum mitt fyri, og tríggjar minuttir seinni kom HB framum. Bjarni Wardum sendi úr 15 metrum, eftir hornaspark og tvørturum aftur.

Magni Jacobsen, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild, javnaði eftir 37 minuttir, og Erland Tvørfoss, sum heldur ikki var komin inn í 1. deild, legði GÍ framum eftir 50 minuttir.

Síðsta málið skoraði Dánial P. Dalbø eftir 84 minuttir. Hetta navnið fara vit at hoyra meiri til í framtíðini. 16 ára gamli vongverjin í høgru, sum í 2. hálvleiki varð fluttur í álopið, hevur góð fótbóltsevni.