Í løtuni ber til at lata seg kanna fyri koronu í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri, og nú ynskja fólk í Vágunum eisini at hava sama møguleiki. Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, vísir á, at fyritøkan [...] Samstundis ger Aimé Jacobsen vart við, at bygdafólkið í Mykinesi óttast, at koronusmittan kann fara at gera um seg í bygdini. – Í Mykinesi eru fleiri gomul og veik fólk, sum ikki mugu útsetast fyri smittu. Átta [...] Thetis, kostar hetta hinvegin 400 krónur, og eingin kanningarstøð frá heilsuverkinum er í Vágunum. Hetta merkir sostatt, at vágafólk verða noydd at fara til Klaksvíkar ella til Havnar at lata seg kanna
broytingar verða ikki gjørdar í halgidagslógini. Hann sigur, at av tí at talan bara er um eina einstaka broyting, hevur hann avgjørt, í samráð við Mentamálaráðið, at taka hana við í hesum lógaruppskotinum [...] fyri ikki um at tala øllum teimum, sum hava hug at stuttleika sær eitt kvøld upp undir ein halgidag. Poul Michelsen sigur, at verður grein fimm í halgidagslógini, strikað, verður tann avmarkingin í upp- [...] Sum dømi um hetta kann nevnast, at tað er loyvt at skipa fyri dansi til klokkan fýra sunnumorgun, hóast dansurin eftir grein fimm í halgidagslógini, skuldi hildið uppat á midnátt. Í somu grein í halgidagslógini
samtykt at taka 50 milliónir í láni í ár. Hetta verður gjørd fyri at tryggja gjaldførið hjá kommununi. Men býráðslimir eru alt annað enn samdir um, antin tað yvirhøvur er neyðugt at taka lán. Tey í samgonguni [...] staðfestir, at hinvegin er fólkatalið ikki vaksið, tvørtur ímóti er tað farið at minkað. - Tað er ræðandi, at sjálvt í landsins høvuðsstaðið er fólkatalið farið at minka. Jan Christiansen helt, at tískil er [...] hjá kommununi ikki meiri enn 214 milliónir og tað halda tey, er ikki nógv hjá eini kommunu við eini inntøku upp á yvir 650 milliónir um árið. Óneyðugt lán Býráðslimirnir í andstøðuni eru ikki hugtiknir av
hann heldur, at tá ið tað kemur til tær stóru útbyggingarnar, hevur samgongan lyndi til at stinga høvdið í sandin, tí avgerðin verður avgjørt ikki lættari av at útseta hann. Hann sigur, at hetta er eisini [...] fundi og hann sigur, at niðurstøðan kann ikki vera onnur enn tann, at tað er púra greitt, hvat fólkið í Sandoynni vil. - Og hjá mær, sum tingmanni úr Sandoy, er tað púra natúrligt at verða ein partur av [...] sannførdur um sína støðu í málinum um undirsjóvartunnilin, er hann enn sterkari í trúnni nú. - Sameiningin á fundinum var so sterk, at eg kann ikki uppfata tað øðrvísi enn at tað eisini var ein bindandi
sigur, at MBM hevur hjálpt virkinum í Hósvík at fóta sær, og hann heldur einki skeivt vera í, at hetta er gjørt. - Men seks ár er long tíð og tá ið tað, tú gert, ikki gongur í longdini, er neyðugt at gera [...] Mánadagin fingu øll arbeiðsfólkini hjá MBM-Kjøti í Hósvík at vita, at tey eru uppsøgd sambært galdandi sáttmálum. Eirikur Thorvaldsson, stjóri á MBM, sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein formell uppsøgn, nú arbeitt [...] virkinum. - Uppsøgnirnar merkja ikki, at virksemið hjá MBM-Kjøti heldur uppat. Vit hava gott fólk í Hósvík og gongur alt, sum ætlað, vænti eg, at øll verða sett aftur í starv, tá ið umleggingin er framd;
seinasta heyst í sambandi við, at sjógvurin í landsynning úr Grønlandi var óvanliga kaldur í 2015. Serfrøðingar kjakast enn, um hetta veruliga er so; men hetta hevur, ið hvussu er, ikki fingið okkara heita [...] liggja. Men, hetta heita rákið er partur av eini størri streym ringrás í Norðuratlantshavi, ið er knýtt at tí veðurlagi, sum er í dag. Køld luft í arktiska økinum norðan fyri okkum fær sjógv at søkka har [...] hevur í nógv ár ávarað um, at streym ringrásin í Norðuratlantshavi kann fara at vikna. Hesi seinastu árini hava fjølmiðlarnir eisini av og á borið tíðindi um, at streymarnir longu eru viknaðir. Hetta hoyrdist
fiskavirkið í Vági hevur, fara at verða brúktir. Hon vísti á, at virksemið hjá Faroe Farming longu er á staðnum, og at tað tí ikki verður hetta, sum kemur at skapa meiri virksemi - uttan so, at virksemið [...] Joensen, segði, at teir fóru við í tilgongdina, tí tað vísti seg ikki, at áhugi var fyri virkinum í Vági sum vanligt fiskavirki. - Vit vildu ikki liggja nøkrum í vegin, men tá tað vísti seg, at eingin áhugi [...] um virkið ikki verður brúkt til vanliga fiskaframleiðslu, sigur borgarstjórin, Kirsten Strøm Bech. Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag, segði borgarstjórin í Vágs kommunu seg vóna, at teir møguleikar
samtykkjast í tinginum í seinasta lagi 25.oktober. Ivast hevur verið í, um hetta fer at lata seg gera, men løgmaður helt í dag fast við, at fólkatkvøðan verður flaggdagin næsta ár. Í røðuni í dag undirstrikaði [...] undirstrikaði løgmaður, at stjórnarskipanin ikki er eitt samgongumál, men at hetta er eitt mál fyri alt Løgtingið og fyri alt Føroya fólk. [...] hevur boðað frá, at flaggdagin æsta ár verður fólkaatkvøða um nýggju stjórarskipanina. Í dag verður uppskotið sent til almenna hoyring, so øll kunnu gera viðmerkingar til uppskotið. Men fyri at uppskotið kann
arnir í spanska býnum Geroa hava givið matvøruhandlum boð um at læsa sínar ruskbingjur fyri at forða fyri, at fólk fara í bingjurnar at leita eftir onkrum til matna. Í Geroa eins og aðrastaðni í Spania [...] dlunum. Men hetta vilja teir kommunalu myndugleikarnir ikki loyva teimum. Ístaðin fyri hava teir sett upp skelti við upplýsingum um, hvar fólk kunnu fáa mat frá hjálparstovnum, og at hetta er betri matur [...] matur enn tað, sum var at finna í ruskbingjunum. Arbeiðsloysið í Spania liggur um 25 prosent.
gudstænasta í donsku kirkjuni í London. Umframt at kirkjugongd er eín náttúrligur partur av tilveruni hjá nógvum føroyingum, so er hetta eisini eitt frálíkt høvi hjá »nýggjum« føroyingum í London at koma í samband [...] føroyingar. Sagt verður, at tað ikki eru stórvegis trupulleikar at koma til Kirkjuna, sum liggur á St Katharine?s Prcinct við Regents Park. Undirgrundsstøðir eru nærhendis, og skjótt er at ganga frá støðunum [...] Gr. Porltland Street og Regents Park. Eftir gudstænastuna ber eisini til at keypa sær ein døgurðabita, og er kostnaðurin fyri hetta £ 5,50.