Sunnudagin, 5. september kl. 16.00, verður føroysk gudstænasta í donsku kirkjuni í London.
Umframt at kirkjugongd er eín náttúrligur partur av tilveruni hjá nógvum føroyingum, so er hetta eisini eitt frálíkt høvi hjá »nýggjum« føroyingum í London at koma í samband við aðrar føroyingar.
Sagt verður, at tað ikki eru stórvegis trupulleikar at koma til Kirkjuna, sum liggur á St Katharine?s Prcinct við Regents Park. Undirgrundsstøðir eru nærhendis, og skjótt er at ganga frá støðunum, Camden Town, Gr. Porltland Street og Regents Park.
Eftir gudstænastuna ber eisini til at keypa sær ein døgurðabita, og er kostnaðurin fyri hetta £ 5,50.










