Seinnapartin klokkan 15.45 spæla Føroyar annan dystin í Golden League kappingini í Tróndheimi í Noregi. Hesaferð er vertstjóðin, Noreg mótstøðuliðið.
Okkara leiktu í EM-endaspælinum í 2024 ein minniligan 26-26 javnleik móti Noregi í Mersedes Benz høllini í Berlin. Stutt undan dystarenda var Noreg á odda 26-23. Og tá fingu vit mest minniliga hálvanannan minuttin í føroysku hondbóltssøguni.
Í fyrsta umfarinum í Golden League taptu Føroyar tepurt 29-30 (12-14) fyri Niðurlondum, og Noreg tapti 33-38 (13-19) fyri Danmark.
Noreg er í dag, eins og teir vóru 14. januar í 2024 greiður favorittur móti Føroyum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á norskan sigur eru 1,26.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 4,95.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,61.
HER eru oddsini:
##med2##












