19 ára gamli U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal hevur higartil spælt ein dyst, og hevur skorað eitt mál fyri Västerås SK í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Klokkan 12 í dag kann Västerås tryggja sær uppflytingina til bestu svensku fótbóltsdeildina.
Västerås spælir dyst á útivølli móti Falkenberg, og vinnur Västerås dystin vera teir í minsta lagi næstfremst í deildini.
Kalmar FF er fremst í deildini við 61 stigum, og Västerås hevur 59 stig. Örgryte hevur 55 stig á triðja plássinum, nú bert tvey umfør eru eftir at leika.
Västerås er í tí hepnu støðu, at klokkan 13 í dag tekur Örgryte móti Kalmar FF á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg. Vinnur Kalmar FF tann dystin hevur Västerås tryggjað sær uppflyting, óannsæð hvussu tað gongur í dystinum móti Falkenberg.










