Stjórnarskipan til hoyringar í dag

Í ólavsøkurøðu síni boðaði løgmaður frá, at stjórnarskipanaruppskotið nú verður sent til almenna hoyring

Hendan samgongan hevur boðað frá, at flaggdagin æsta ár verður fólkaatkvøða um nýggju stjórarskipanina.

Í dag verður uppskotið sent til almenna hoyring, so øll kunnu gera viðmerkingar til uppskotið.

Men fyri at uppskotið kann fara til fólkaatkvøðu, so skal tað samtykkjast í tinginum í seinasta lagi 25.oktober. Ivast hevur verið í, um hetta fer at lata seg gera, men løgmaður helt í dag fast við, at fólkatkvøðan verður flaggdagin næsta ár.

Í røðuni í dag undirstrikaði løgmaður, at stjórnarskipanin ikki er eitt samgongumál, men at hetta er eitt mál fyri alt Løgtingið og fyri alt Føroya fólk.