Blandaðar kenslur í Vági

- Tað verður ein missur fyri Vágs kommunu, um virkið ikki verður brúkt til vanliga fiskaframleiðslu, sigur borgarstjórin, Kirsten Strøm Bech. Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag, segði borgarstjórin í Vágs kommunu seg vóna, at teir møguleikar, sum stóra fiskavirkið í Vági hevur, fara at verða brúktir.

Hon vísti á, at virksemið hjá Faroe Farming longu er á staðnum, og at tað tí ikki verður hetta, sum kemur at skapa meiri virksemi - uttan so, at virksemið verður útbygt til nakað meiri.

- Tað verður ein missur fyri Vágs kommunu, um virkið ikki verður brúkt til vanliga fiskaframleiðslu aftur.

Borgarstjórin segði seg vóna, at alifelagið, sum nú hevur yvirtikið virkið, fer at spenna seg út, so fyritøkan kann útvega enn fleiri arbeiðspláss.

- Hetta er eitt stórt virki, sum hevur nógvar møguleikar, so lat okkum nú síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr, legði Kirsten Strøm Bech aftrat.

Stjórin í Faroe Farming, Erhard Joensen, segði, at teir fóru við í tilgongdina, tí tað vísti seg ikki, at áhugi var fyri virkinum í Vági sum vanligt fiskavirki.

- Vit vildu ikki liggja nøkrum í vegin, men tá tað vísti seg, at eingin áhugi var fyri at brúka virkið til vanliga fiskaframleiðslu, hvørki í samtakinum, sum keypti virkið, ei heldur millum aðrar, sum høvdu møguleikan at bjóða, gjørdu vit av at fara inn í hesa verkætlan, segði Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming.

Kirsten Strøm Bech segði seg kortini hava vónir um, at tað fer at eydnast nýggju eigarunum av fiskavirkinum at skapa nýggjar møguleikar og fleiri arbeiðspláss, nú hølisviðurskiftini hjá alifyritøkuni fara at gerast so nógv betri og størri enn áður.