Havnarfólk taka 50 milliónir í láni

LÁNTØKA Tórshavnar Býráð hevur samtykt at taka 50 milliónir í láni, men ósemjan er stór ímillum teir býráðslimir, sum halda, at tað stendur væl til og teir, sum halda, at hetta kundi býráðið klára betri

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at taka 50 milliónir í láni í ár.
Hetta verður gjørd fyri at tryggja gjaldførið hjá kommununi.
Men býráðslimir eru alt annað enn samdir um, antin tað yvirhøvur er neyðugt at taka lán.
Tey í samgonguni vísa á alt, sum er gjørt seinastu árini, skúlar fyri næstan eina hálva milliard, hentleikar til ítrótt, kloakkir, grundstykki, fyri ikki um at tala nýggja Boðanesheimið, umframt onnur endamál.
- Býráðið hevur eisini tað stavnhald, at íløgur skulu rindast so hvørt, tær verða gjørdar, vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á.
- Allir pengarnir eru farnir til endmál, sum hava verið borgarunum til stóra nyttu og høvdu vit ikki havt bygt skúlan á Løgmannabreyt og á Argjahamri, hevði staðið illa til hjá kommununi, staðfesti Jógvan Arge býráðslimur.
Tey vísa eisini á, at hóast kommunan tekur lán, er lánibyrðan hjá kommununi ikki meiri enn 214 milliónir og tað halda tey, er ikki nógv hjá eini kommunu við eini inntøku upp á yvir 650 milliónir um árið.

Óneyðugt lán
Býráðslimirnir í andstøðuni eru ikki hugtiknir av førda politikkinum hjá andstøðuni.
- Seinastu átta árini er skattainntøkan hjá kommununi hækkað 200 milliónir krónur, staðfesti Jan Chtistiansen.
Men hetta merkir, at tilsamans er inntøkan hjá Tórshavnar Kommunu verið einar 4,8 milliardir, so sjálvandi hendi ymiskt í kommununi, fyrr var illa.
Men samstundis sum skattainntøkan er hækkað 200 milliónir, er lánibyrðan hækkað tað sama.
- Tað svara til, at Tórshavnar Býráð hevur lænt 75.000 krónir í láni um dagin, hvønn einasta dag í átta ár.
- Tað svarar til at býráðið hevur tikið 3.140 krónur hvønn einasta tíma, hesi seinastu átta árini.
Han staðfestir, at hinvegin er fólkatalið ikki vaksið, tvørtur ímóti er tað farið at minkað.
- Tað er ræðandi, at sjálvt í landsins høvuðsstaðið er fólkatalið farið at minka.
Jan Christiansen helt, at tískil er fullkomiliga óneyðugt at taka lán.