Nú skal halgidagslógin strikast í sambandi við dans og tónleik

Nú verður hetta eisini loyvt eftir midnátt upp undir halgidagar

Nú skal tann nógv umstrídda grein fimm í halgidagslógini, strikast. Tað er endamálið við einum uppskoti, Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið.

 

Í teirri illa umstríddu grein fimm í halgidagslógini, stendur: »Offentlige Forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde Sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter Kl.6«

 

Hendan lógargreinin hevur volt bæði løgregluni, og teimum, sum skipa fyri dansi, stórar trupulleikar – fyri ikki um at tala øllum teimum, sum hava hug at stuttleika sær eitt kvøld upp undir ein halgidag.

 

Poul Michelsen sigur, at verður grein fimm í halgidagslógini, strikað, verður tann avmarkingin í upp- og afturlatingartíðum, sum er galdandi ávís kvøld á árinum, eisini strikað.

 

Eftir hesi nógv umrøddu grein fimm í halgidagslógini, skulu almenn tiltøk halda uppat á midnátt kvøldið fyri ein halgidag. Henda áseting hevur ikki verið handhevjað í longri tíð, tí aðrar lógir eru komnar  í staðin fyri. Sum dømi um hetta kann nevnast, at tað er loyvt at skipa fyri dansi til klokkan fýra sunnumorgun, hóast dansurin eftir grein fimm í halgidagslógini, skuldi hildið uppat á midnátt.

 

Í somu grein í halgidagslógini stendur eisini, at tað er ikki loyvt yvirhøvur at skipa fyri almennum tiltøkum kvøldið fyri jóladag, páskadag og hvítusunnudag. Heldur ikki henda áseting hevur verið handhevjað til fulnar í longri tíð, og bæði matstovur og skeinkingstøð hava opið hesi kvøld, eins og skipað verður fyri øðrum almennum tiltøkum.

 

Forboðið hevur einans verið handhevjað á tann hátt, at tað hevur ikki verið loyvt at skipa fyri dansi ella at hava livandi tónleik, staðfestur landsstýrismaðurin.

 

Hetta verður nú strikað, men Poul Michelsen staðfestur samstundis, at aðrar broytingar verða ikki gjørdar í halgidagslógini.

 

Hann sigur, at av tí at talan bara er um eina einstaka broyting, hevur hann avgjørt, í samráð við Mentamálaráðið, at taka hana við í hesum lógaruppskotinum.