- Sandoyingar hava ongantíð áður staðið so væl saman um nakað mál, sum um Sandoyartunnilin. Og sum tingmaður úr Sandoy er tað ikki annað enn natúrligt hjá mær at vera ein partur av fólkinum.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður úr Sandoynni, eftir borgarafundin í gjárkvøldið um undirsjóvartunnilin.
Páll á Reynatúgvu var eisini staddur á fundi og hann sigur, at niðurstøðan kann ikki vera onnur enn tann, at tað er púra greitt, hvat fólkið í Sandoynni vil.
- Og hjá mær, sum tingmanni úr Sandoy, er tað púra natúrligt at verða ein partur av fólkinum har, leggur hann afturat.
Hevur hann tú verið sannførdur um sína støðu í málinum um undirsjóvartunnilin, er hann enn sterkari í trúnni nú.
- Sameiningin á fundinum var so sterk, at eg kann ikki uppfata tað øðrvísi enn at tað eisini var ein bindandi fundur fyri meg, sum tingmann, tí tá ið fólkið er so samt, er tórført hjá mær at taka eina aðra støðu.
Meiningsleyst
Páll á Reynatúgvu staðfestir annars, at hendan samgongan kann bara gera avtalur og raðfestir so leingi, sum hetta valskeiðið varar.
- Vit hava bara ábyrgdina so leingi, sum vit sita og tí er tað meiningsleyst at útseta tunnilin til í 2012- ella 2013.
- Vit kunnu ikki gera bindandi avtalur um tað, sum ein framtíðar samgonga skal seta í verk.
Páll á Reynatúgvu vil annars ikki gera fleiri viðmerkingar, fyrrenn úrslitið av samgongufundinum er greitt.
- Men hann heldur, at tá ið tað kemur til tær stóru útbyggingarnar, hevur samgongan lyndi til at stinga høvdið í sandin, tí avgerðin verður avgjørt ikki lættari av at útseta hann.
Hann sigur, at hetta er eisini ein spurningur um rættartrygd, tí løgtingið hevur samtykt Sandoyartunnilin og tí er tað at máa støðið undan rættarkensluni at avtaka løgtingsamtyktina uttan víðar, sigur Páll á Reynatúgvu.










