skuldu spælast á vanliga staðnum, teirra millum eisini blað- og myndamaðurin hjá Sosialinum. Tað gekk eisini eitt sindur striltið at finna staðið, har dystirnir skuldu spælast, og tá vit komu á staðið, vóru [...] Nógv er vant, og leikararnir sum eru á landsliðnum hesaferð eru stórir og tekniskt væl fyri, og tað er eftir øllum at døma tað, sum hevur gjørt, at tær hava vunnið á Saaremaa hesaferð. Hvørjum okkara kvinnur [...] Mikkelsen, sum segði, at hóast fyrsta sett var eitt sindur javnt, so hevði føroyska liðið tamarhald á støðuni allatíðina, og sigurin var lættur móti einum norskum liði, sum ikki tók uppgávuna í serliga
var løgd á teldu, fekk Ditlev eitt eintak aftur, og tað var hann ógvuliga glaður fyri. Hægri tínir tónar mundu ljóða, tá á morgni sólin stóð í ský. Kimaði: »Tær Frelsarin man bjóða heim við sær á páskamorgni [...] døgunum har suðuri, sum ikki altíð vóru líka lættir. Tíðliga stóð á, tá boð vóru eftir teimum næstu. Og fleiri vóru tey nærmastu, sum á ungum árum vórðu tikin hiðani. Men kanska hevur eisini tað verið við [...] Og einki er at ivast í, at Ditlev, nú hann seinnu tíðina meira enn einaferð varð mintur á, at vit bert eru gestir á fold eitt stutt skeið, hevur kent klokkuljóðið enn meira persónligt. Grána vangin man,
støðgaði á. Og á aldargomlu korallrivunum valdaði friður. Tí henda dagin andaðist John Smith, 64 ára gamalur. Ein maður, sum vígdi sítt lív til lívið í havinum. Til tey fólk sum dagliga liva á sjónum. Og [...] ikki á skúlabonki, men ígjøgnum eitt langt arbeiðslív á sjógvi og landi. Sínar royndir og sítt útgangsstøði hevði hann úr egningarskúrinum, av dekkinum, úr maskinrúminum, lugarinum og messuni. Á tekniborðinum [...] dýrdarveður á Føroyagrunninum eina løtu, hósdagin 24. juni 1999. Tað er lætt at ímynda sær, at havstreymurin kyrraði og legði sjógvin spegilsblankan. Undir vatnskorpuni støðgaðu havsins margfaldu verur á. Toskur
Danmark við til hesa kappingina, og so verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast. Á Gotlandi gekk tað bara heilt væl, og føroysku súkklararnir hava einki at skammast um. [...] L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi Føroysku súkklararnir endaðu hósdagin sínar oyggjaleikir á hesum sinni við býarkoyringini, eisini rópt »kriterium«, og ta einu løtuna sá tað heilt gott út hjá [...] umfar púra einsamallur, men megnaði at taka hinar fyrstu fýra innaftur. Hetta kostaði nógva megi, og á seinasta horninum áðrenn beina strekkið inn til mállinjuna (umleið 500 metrar), vórðu Rógvi og hinir
Brix og spælarin og hjálparvenjarin Klæmint Isaksen vóru stak væl nøgdir við at vinna bronsu á oyggjaleikunum á Gotlandi. - Jú, vit eru væl nøgdir. Vit blivu nummar fimm seinast, so tað er ein stór framgongd [...] kann alt henda, og tað gekk rættiliga væl, so vit eru væl nøgdir, segði venjarin, tá vit spurdu, hvørji mál teir høvdu sett sær undan leikunum. Jesper Brix heldur, at støðið á føroyskum flogbólti er gott [...] hevur spælt, var eisini væl nøgdur við bronsuna. - Hetta var gott. Sjálvandi satsa vit upp á at koma heilt upp á toppin, men hetta er eisini gott. Tað er her vit hoyra heima, segði Klæmint. - Vit taptu móti
hjá teimum lógu ov aftarlaga, og tær fingu als ikki brúkt sínar miðspælarar. Alt fór út á kantin, og alt gekk sum tað skuldi, helt Niclas. - Tað kundi ikki vera betri, og allir spælararnir spældu frálíkt [...] afturat, at hesin dysturin og hálvfinalan móti Saaremaa líktust rættiliga nógv. Tit vunnu 3-0 á Saaremaa og nú 3-0 á Álandi. Heilt erligt, hevði tú so roknað við tí tá tú fór úr Føroyum? - Vit vónaðu at fáa
flogbóltskvinnurnar ovast á sigurspallinum á oyggjaleikunum. Við einum frálíkum 3-0 sigri á favorittunum av Álandi tryggjaðu føroysku kvinnurnar sær gullið, sum tær ikki hava vunnið síðani á Guernsey í 1987. Tað [...] var gangurin av teimum. Veteranurin á kvinnulandsliðnum, hevarin Marjun Kalsø, var eins og allar hinar á liðnum ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist at vinna gull á oyggjaleikum. Hon og Anna Dalsgaard [...] einastu, sum eru eftir av liðnum, ið vann gull á Guernsey í 1987. - Hetta er eitt tað størsta, eg havi upplivað, tað er heilt vist, segði Marjun aftan á finaluna. Undan kappingini varð mett, at Áland og
úr gott samanspæl. Frammanundan hevði Jákup á Borg misnýtt eitt brotsspark fyri B36. Nógvir klaksvíkingar vóru komnir til finaludystin, og teir settu dám á. Okkurt um 1000 klaksvíkingar vóru savnaðir í [...] Rógvi Jacobsen legði KÍ á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá verjuspælari hjá B36 ikki fekk sparka bóltin burtur, og tveir KÍ?arar gjørdist leysir. Rógvi fór uttan um B36 málverjan og trillaði í tóma [...] málstrikuna. B36-verjuspælari sparkaði bóltin burtur, men ov seint var. Arnold Joensen hevði seinasta fótin á, tá KÍ legði seg fram um 3-0. Fyrst royndi Kurt seg, og so fekk Arnold prikað bóltin í málið. B36 minkaði
umborð á Smyrli við Løgmanssteypinum á lofti og við hornblásaranum Magnus Mikkelsen á odda. Tá var rómurin í hæddini, og hann hevði valla lagt seg, áðrenn spælararnir fingu eina stórfingna móttøku á bryggjuni [...] KÍ-venjarin var errin og fegin um, at hansara menn høvdu klárað at vinna steypafinaluna. Hann gekk millum fólkið umborð á Smyrli, tá áskoðarafjøldin sigldi norður aftur til Klaksvíkar í dýrdarveðrinum sunnukvøldið [...] sól. Smyril var annars ikki meira enn komin leysur av molanum, tá enska røddin á KÍ-venjaranum ljóðaði í hátalarunum umborð á strandfaraskipinum. - This is your coach speaking, legði hann fyri, og so takkaði
skaða Heðin á Lakjuni var eisini ivasamur áðrenn dystin, tí hann hevði fekk ein skaða í ryggin undir venjingini týsdagin. Hann helt frí hósdagin, men royndi so at venja fríggjadagin. Men tað gekk so illa, [...] dystin. John Hansen mátti sita yvir fyri góðari viku síðani, tá KÍ vann í Fuglafirði, men hann fór á vøllin saman við liðfeløgunum sunnudagin, sjálvt um skaðin í knænum hótti við at leggja fót fyri vi [...] at hann gavst eftir fimm minuttir. Kviki vongurin, sum hevur verið við á landsliðnum, fekk viðgerð undan finaluni, og sunnudagin var hann klárur at spæla. Men undir dystinum argaði skaðin í rygginum.