Rógvi aftur nær við í býarkoyringini

Gotland 99: Men hann og tríggir aðrir vórðu tiknir aftur á seinasta horninum áðrenn málstrikuna. Bogi Kristiansen endaði á fimta plássi og bleiv fremsti føroyingur

Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi


Føroysku súkklararnir endaðu hósdagin sínar oyggjaleikir á hesum sinni við býarkoyringini, eisini rópt »kriterium«, og ta einu løtuna sá tað heilt gott út hjá Rógva Johansen, sum tveir dagar frammanundan hevði vunnið silvurmerkið í landavegskoyringini.

Føroyska liðið koyrdi enn eina ferð sera væl taktiskt, og teir hjálptust væl at. Tá nøkur umfør vóru eftir, slitu fýra súkklarar seg leysar, men eingin av teimum var millum favorittarnar. Rógvi hevði kreftirnar til at fara við, men hann ivaðist, tí allir hinir »góðu«, millum annað Andres Lauk av Saaremaa, ikki fóru við.

Men nakað seinni avgjørdi Rógvi so at fara kortini. Hann súkklaði eitt heilt umfar púra einsamallur, men megnaði at taka hinar fyrstu fýra innaftur. Hetta kostaði nógva megi, og á seinasta horninum áðrenn beina strekkið inn til mállinjuna (umleið 500 metrar), vórðu Rógvi og hinir fýra tiknir inn aftur av fleiri av hinum, teirra millum Boga Kristiansen, Gunnari Dahl-Olsen og Jóhann Brend, sum fylti 30 henda sama dagin.

Andres Lauk, sum eisini vann landavegskoyringina týsdagin, vísti seg enn eina ferð at vera tann sterkasti, tá á stóð, og hann fór fyrstur um málstrikuna einar tríggjar súkklulongdir undan tí næsta. So tætt var tað, og besti føroyingurin bleiv Bogi Kristiansen, ið fór um málið sum tann fjórði í røðini.


Lauk: Als ikki lætt

Tað bleiv altso til eitt silvurmerki til føroysku súkklararnar hesaferð. Tað vann Rógvi Johansen týsdagin, og hann var enntá nær við at vinna gull ta ferðina. Sum heild eru súkklararnir nøgdir við avrikini á leikunum, hóast gullmerkið ikki var so langt burturi í landavegskoyringini, og tað bleiv til eitt fjórða pláss í bæði einkultstartinum og í býarkoyringini.

Í býarkoyringini var vinnarin fulltíðar professionellur, og nummar tvey hevur eisini verið professionellur.

Vinnarin Andres Lauk hevði eisini rósandi orð at bera føroyingunum og hinum, tá býarkoyringin var liðug:

- Hetta er sjálvandi ikki eins hart hjá mær sum tær kappingar, eg vanliga luttaki í. Men tað er heldur ikki lætt. Tað er sera torført at sleppa leysur av hinum súkklarunum, segði sterki professionelli súkklarin av Saaremaa.

Næsta stóra avbjóðingin hjá føroysku súkklarunum verður Statoil Kring Føroyar, sum verður í byrjanini av august mánaði. Væntandi koma fleiri sterkir súkklarar úr Danmark við til hesa kappingina, og so verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast. Á Gotlandi gekk tað bara heilt væl, og føroysku súkklararnir hava einki at skammast um.