Tann praktiski heimsspekingurin

Til minnis um John Smith

Uttan iva var dýrdarveður á Føroyagrunninum eina løtu, hósdagin 24. juni 1999. Tað er lætt at ímynda sær, at havstreymurin kyrraði og legði sjógvin spegilsblankan. Undir vatnskorpuni støðgaðu havsins margfaldu verur á. Toskur, hýsa, upsi, brosma, longa og helst onkur 60- ára gamal kalvi eisini, støðgaðu síni ævigu jagstran eftir føði og vendu sær loddrætt í sjónum eitt bil. Jákupsskelin læsti seg saman. Ein marmennil gavst at stjala agn av línuni. Onkur automatisk snella støðgaði á. Og á aldargomlu korallrivunum valdaði friður.


Tí henda dagin andaðist John Smith, 64 ára gamalur. Ein maður, sum vígdi sítt lív til lívið í havinum. Til tey fólk sum dagliga liva á sjónum. Og til okkum øll, sum skulu liva av tí, ið tey fáa upp av havsins ríkidømi.

Ein maður, sum var eyðkendur av síni djúpu bassrødd - í einum skroypiligum kroppi eftir eitt harðbalið lív. Av sínum gløgga og víðskygda heila. Av sínum dirvi og bersøgni. Og av sínum stóra hjarta.

Eins og allir góðir fiskimenn ferðaðist hann í sínum hugaheimi bæði omanfyri og undir sjóvarmálanum. Hann lýsti havið og grunnarnar sum ein regnskóg, har vit skulu heinta fruktirnar av trøunum og ikki draga trøini upp við rót. Tí teknaði og konstrueraði hann skip, bátar og tøkni til frama fyri arbeiðsumhvørvi fiskimanna, virðisøking av fiskinum og burðardyggari veiði á grunnunum.


Í 1986 skrivar skaldið Jóanes Nielsen í eini grein:

?Sundaenni. Stapin. Thomas Nygaard. Trý hampaverk eftir John Smith. Men tað týdningarmesta. Skipini vóru nýhugsanir. Útkast at menna komandi línuflotan. Føroyar undir eini teknologiskari sól. Og so skrivaði hann tey sterkastu og vakrastu minningarorðini um fiskimannin Jakke Dam. Ein sjáldsamur ídnaðarmaður hesin John Smith. Ongar milliónir á bankabók. Slíkir eru til. Flogvit lessað av forvitni og onkrum slagi av jomfrúligheit.?

Hesar reglur siga nærum alt um John Smith. Síðani tær vórðu skrivaðar, kunnu onnur verk skoytast upp í: Fugltúgvan, Saturn III, góðskingarskipanir til smærri útróðrarbátar, alternativar loysnir til svartkjaftaskip og ein ørgrynna av tekniskari nýskapan og hugskotum, sum enn ikki eru komin til sín rætt.


Karsten Hoydal sigur í eini yrking:

Fuglin teir høvdu í huga,

allir sum skipasmíð hava dugað

gjøgnum tær gráu øldir...

- Mjúkur sum fuglabringa

var bugur í skipabógnum

og hekkan sum velið á fugli

tá ið hann svam á sjónum;

eydnutráandi yrktu teir

yrktu við hamar og tong

songin um langtan hjá jarðføstum manni

at vinna sær fuglavong.


John yrkti við tekningum, handverki og mekanikki. Ikki fyri vakurleikan á skræðuni, men fyri tann vakurleika, ið kann liggja í funktionalitetinum - í brúksvirðinum. Hjá honum vóru skip og maskinur ein heild, har hvør einasti smálutur var gjøgnumhugsaður til sítt brúk og til tey sum skulu brúka tøknina. Perfektionistur var hann út í odd og egg, sum flestøll gávurík listafólk. Tí kundi hann ivaleyst eisini vera strævin at fáast við, tá onkur kravdi, at onnur atlit vórðu tikin framum teknisku heildina. Men hvat hevði ein listamálari sagt, um onkur kravdi broytingar í einum lidnum verki, orsakað av trongskygni mótvegis tí nýskapandi?


Eitt praktiskt flogvit og ein praktiskur heimsspekingur var John Smith. Sínar viðføddu, kreativu gávur útviklaði hann ikki á skúlabonki, men ígjøgnum eitt langt arbeiðslív á sjógvi og landi. Sínar royndir og sítt útgangsstøði hevði hann úr egningarskúrinum, av dekkinum, úr maskinrúminum, lugarinum og messuni. Á tekniborðinum, á skipasmiðjunum og á verkstøðunum fingu hansara visiónir skap. Hjá honum var ongin andsøgn millum teori og praksis.

John var tí eisini ein samfelagsrevsari, sum í einum setningi kundi tosa og skriva sera harðliga um okkara hykl og órættvísi, og samstundis vísa á tær veruligu praktisku loysnirnar fyri framstigum.


Tey flestu nýskapandi fólkini í søguni verða ikki viðurkend fyrrenn eftir tey eru farin. Samtíðin vísir tey frá sær, einamest tí tey eru ein hóttan móti sitandi valdinum í samfelagnum.

John gekk beint ímóti streyminum. Hansara uppfinningar og hugsjónir kravdu í veruleikanum eina stórbroyting í arbeiðsmoralinum, tøknini, framleiðsluni, arbeiðsskipanini og søluliðnum í fiskivinnuni. Tær hóttu tann etableraða bygnaðin í síni mongdarframleiðslu, føstu blokksøluavtalum, stóru trolarum, stóru rakstrarútreiðslum til olju og útgerð og stóru studningum.

Tí varð John tagdur burtur. Og lat okkum bara siga tað beint fram: John Smith fekk ongan peningaligan vinning og onga almenna viðurkenning fyri sítt ósjálvsøkna stríð. Hann fekk ongan nevndarsess og varð ikki kosin heiðurslimur í Føroya Ídnaðarfelag ella Fiskimannafelagnum.

Kortini haldi eg, at John Smith fekk ta viðurkenning, sum var meira týdningarmikil fyri hann. Nevniliga eina tigandi viðurkenning og virðing frá fiskimonnunum og øllum, sum fáast við skip og fiskivinnu - og ikki minst frá teimum, sum kendu hann sum arbeiðsfelaga og menniskja.


Mær untist bert at kenna John tey seinastu 5 árini av hansara ævi. Men tað var ein lívslærdómur fyri meg. Hann var kompromisleysur og kundi stundum vera beiskur inn á sítt samfelag. Men hann gavst ongantíð, hóast mótgang og sjúku. Kærleikin og stuðulin frá Jóruni, børnum, abbabørnum og familju góvu honum styrkina til at halda fram við sínum arbeiði, hóast hann visti, at hann setti stór krøv til sín sjálvs og til teirra. Eftir hann liggur hansara treytaleysi kærleiki til síni kæru, hansara hugsjónir og øll hansara praktisku og skrivligu avrik.


Tann almenna viðurkenningin er eisini væl á veg. Hann náddi at uppliva tvær ferðir at verða innstillaður til Umvhørvisheiðursløn Norðurlandaráðsins. Arbeiðið hjá John er somuleiðis í ferð við at gerast kent í altjóða felagsskapum og altjóða gransking - innan umhvørvi, heilsu og fiskivinnu.

Allur heimurin skríggjar í dag eftir tí, sum John hevur skapt í verki: Tøkniligari nýskapan, ið gevur fiskimonnum besta arbeiðsumhvørvi á sjónum, bestu amboð at fáa sum mest burturúr fiskinum og sum tryggjar eina skynsama troytan av fiskastovnunum. Sum John vísti á óteljandi ferðir, kunnu vit við hesi tøkni kanska tvífalda virðið av okkara tilfeingi og margfalda trivnaðin og arbeiðsgleðina í fiskivinnuni. Hetta er loksins í ferð við at gerast eitt krav frá heimsmarknaðin og altjóða umhvørvispolitikkinum.

Um vit duga at menna hesa tøkni og hesa framleiðslu, kunnu Føroyar gerast oddaland innan fiskivinnutøkni og umhvørvismál.


John Smith hevur drigið seinastu línuna. Men hann hevur sett so nógvar stampar og so nógv stykkir eftir seg, at hann livir víðari í sínum verki.


Høgni Hoydal