Bronsa til flogbóltsmenninar

Gotland 99: Menninir vóru væl nøgdir við bronsumerkini, sum teir tryggjaðu sær beint undan kvinnufinaluni

Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi


Bæði venjarin Jesper Brix og spælarin og hjálparvenjarin Klæmint Isaksen vóru stak væl nøgdir við at vinna bronsu á oyggjaleikunum á Gotlandi.

- Jú, vit eru væl nøgdir. Vit blivu nummar fimm seinast, so tað er ein stór framgongd. Og tað er altíð gott at fáa heiðursmerki, segði Jesper Brix.

- Vit skulu spæla upp til okkara allarbesta, um vit skulu vinna eitt lið sum Saaremaa, sum vit møttu í semifinaluni. Og tað gjørdu vit ikki, burtursæð frá einum einstøkum setti, og harafturat høvdu vit ein skaddan spælara, og tað merkist skjótt, segði Jesper Brix.

- Um vit komu í semifinaluna, vóru vit nøgdir, tí tá tú fyrst kemur so langt, kann alt henda, og tað gekk rættiliga væl, so vit eru væl nøgdir, segði venjarin, tá vit spurdu, hvørji mál teir høvdu sett sær undan leikunum.

Jesper Brix heldur, at støðið á føroyskum flogbólti er gott í mun til, hvussu nógv fólk búgva í Føroyum. Tað er jú torført at samanbera við lið úr øðrum londum, sum fáa størri mótstøðu hvørjaferð. Føroysku spælararnir fáa tað ofta trupult móti góðum liðum, tí teir eru ikki vanir við at fáa so harða mótstøðu, segði ein væl nøgdur venjari.

Klæmint Isaksen, sum hevur verið hjálparvenjari, umframt at hann sjálvur hevur spælt, var eisini væl nøgdur við bronsuna.

- Hetta var gott. Sjálvandi satsa vit upp á at koma heilt upp á toppin, men hetta er eisini gott. Tað er her vit hoyra heima, segði Klæmint.

- Vit taptu móti einum betri liði í hálvfinaluni móti Saaremaa. Men vit vunnu eitt sett, hóast vit vistu nøkulunda, hvussu teir fóru at spæla. Vit trúðu uppá, at vit komu í finaluna, men vit taptu altso móti einum betri liði. Men bronsuna vildu vit hava, og eg eri øgiliga væl nøgdur nú, segði hann eftir 3-1 sigurin á Gotlandi í dystinum um bronsuna.

- Vit hoyra heima á sigurspallinum, so er spurningurin bara hvar. Men vit mugu ikki steðga upp nú, men hyggja frameftir, segði Klæmint Isaksen.