Innrásin úr Klaksvík sigraði í Gundadali

KÍ vann steypafinaluna móti B36 sunnudagin. Dysturin, sum var spældur á ovara vølli í Gundadali, og hann endaði við 3-1 til KÍ.

Rógvi Jacobsen legði KÍ á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá verjuspælari hjá B36 ikki fekk sparka bóltin burtur, og tveir KÍ?arar gjørdist leysir. Rógvi fór uttan um B36 málverjan og trillaði í tóma málið.


Kurt Mørkøre økti til 2-0 stutt eftir hálvleikssteðgin, tá hann stútaði eitt innlegg frá høgru um málstrikuna. B36-verjuspælari sparkaði bóltin burtur, men ov seint var. Arnold Joensen hevði seinasta fótin á, tá KÍ legði seg fram um 3-0. Fyrst royndi Kurt seg, og so fekk Arnold prikað bóltin í málið.


B36 minkaði, tá Jens Kristian Hansen gjørdist leysur eftir fram úr gott samanspæl. Frammanundan hevði Jákup á Borg misnýtt eitt brotsspark fyri B36.


Nógvir klaksvíkingar vóru komnir til finaludystin, og teir settu dám á. Okkurt um 1000 klaksvíkingar vóru savnaðir í skýlinum, og teir stuðlaðu liðnum við trummum, rópum, bylgjum, sangum og fløggum. Ferðin norður til Klaksvíkar við Smyrli gekk uppá stás, og rómurin umborð var óførur. Í Klaksvík fingu spælararnir eina stórfingna móttøku.