Vikan undan finaluni um Løgmanssteypið var í mangar mátar spennandi í Klaksvík. Eitt var stóra uppgávan móti B36 og dreymurin um gullið, nakað annað vóru skaddu spælararnir, sum helst skuldu blíva klárir til dystin.
John Hansen mátti sita yvir fyri góðari viku síðani, tá KÍ vann í Fuglafirði, men hann fór á vøllin saman við liðfeløgunum sunnudagin, sjálvt um skaðin í knænum hótti við at leggja fót fyri vinstrebeinta verjuspælaran.
Fyrstu løtuna nervaði skaðin landsliðsmannin, men tá hann varð vorðin rættiliga heitur var eingin trupulleiki meira, og hann spældi ein framúr góðan dyst í miðverjuni hjá KÍ, har hann hevði tryggu og sterku Jans Andreasen og Andrey Pacek afturat sær.
Arnold eisini skaða
Heðin á Lakjuni var eisini ivasamur áðrenn dystin, tí hann hevði fekk ein skaða í ryggin undir venjingini týsdagin. Hann helt frí hósdagin, men royndi so at venja fríggjadagin. Men tað gekk so illa, at hann gavst eftir fimm minuttir.
Kviki vongurin, sum hevur verið við á landsliðnum, fekk viðgerð undan finaluni, og sunnudagin var hann klárur at spæla.
Men undir dystinum argaði skaðin í rygginum.
- Eg hevði ilt í ryggin allan dystin, og serliga tá eg kom út aftaná hálvleikin hevði eg nógva pínu. Eg valdi at halda fram, men eg haldi ikki, at eg spældi upp til mítt besta. Eg hevði trupulleikar við at gera knappar vendingar, segði Heðin á Lakjuni eftir dystin.
Seinni hálvleikur royndist munandi betri hjá vonginum enn fyrri hálvleikur, og hann var eisini við í uppspælinum til triðja málið.
- Eg haldi, at vit vóru betra liðið, og vit høvdu uppiborið at vinna dystin. Munurin millum okkum í ár og í fjør, at hesaferð trúðu vit veruliga uppá, at tað lat seg gera at vinna finaluna.
Arnold Joensen hevði undan dystinum trupulleikar við liðbandi í fótliðinum, men hetta nervaði hann ikki undir dystinum. Hann arbeiddi sera hart, og hann setti B36 skákmát, tá hann skoraði til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá Arnoldi í ár.