Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi
Fyri fyrstu ferð síðani 1987 endaðu føroysku flogbóltskvinnurnar ovast á sigurspallinum á oyggjaleikunum.
Við einum frálíkum 3-0 sigri á favorittunum av Álandi tryggjaðu føroysku kvinnurnar sær gullið, sum tær ikki hava vunnið síðani á Guernsey í 1987.
Tað sást mestsum beinanvegin í dystinum, at føroyska liðið hevði stórar ætlanir. Og hóast øll settini vóru hampuliga jøvn, so áttu Føroyar mestsum alla tíðina munin, og tað var eingin ivi um, hvør átti betra liðið.
Ein rúgva av føroyskum áskoðarunum stuðlaðu liðnum við lívi og sál, og móti endanum bleiv tað næstan ikki inniverandi í høllini, so nógvur var gangurin av teimum.
Veteranurin á kvinnulandsliðnum, hevarin Marjun Kalsø, var eins og allar hinar á liðnum ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist at vinna gull á oyggjaleikum. Hon og Anna Dalsgaard eru tær einastu, sum eru eftir av liðnum, ið vann gull á Guernsey í 1987.
- Hetta er eitt tað størsta, eg havi upplivað, tað er heilt vist, segði Marjun aftan á finaluna.
Undan kappingini varð mett, at Áland og Saaremaa helst høvdu eitt sindur sterkari lið enn Føroyar, men eftir at Føroyar taptu 1-3 móti Álandi í bólkaspælinum, hevur tað bert gingið ein veg. Í hálvfinaluni vunnu Føroyar 3-0 á Saaremaa, og í finaluni bleiv tað so til 3-0 móti Álandi.
- Eg haldi, vit vóru rættiliga illar aftan á tapið móti Álandi, og vit vóru eitt sindur frustreraðar, og sjálv helt eg ikki, at vit stillaðu við røttu uppstillingini móti Álandi fyrru ferð. Vit tosað um tað, og allar vóru óðar, men eg haldi, at vit síðani fingu eina sterka uppstilling, og so gekk alt væl eftir tað, segði Marjun Kalsø.
Álendska liðið hevði hevaran sum spælandi venjara, og Marjun helt, at tað var óheppið hjá einum liði at hava ein spælandi venjara, tí sum hon sigur, megnar ein í eini trýstari støðu ikki at vera spælari og venjari ísenn.
Er hetta besta landslið, tú hevur spælt á?
- Ja, eitt tað besta, vil eg siga. Liðið á Gibraltar fyri fýra árum síðani var eins gott, men tá høvdu vit ikki liberoskipanina.
Margit Joensen spældi eina sera góða finalu sum libero, eins og allar hinar spældu upp til sítt allarbesta.