Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi
Venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Niclas Joensen, strálaði sum ein sól, tá Føroyar høvdu vunnið gullið í Ishallen í Visby.
- Eg eri ótrúliga væl nøgdur og kann ikki vera annað eftir tveir so góðar dystir við góðum spæli og fáum feilum frá okkara síðu, segði Niclas Joensen.
- Alt sum vit hava arbeitt við, eydnaðist í dag. Servurnar vóru fantastiskar - tað var heilt ótrúligt.
Føroyingar hava hildið eitt vakið eyga við mótstøðuliðini og høvdu eina rúgvu av hagtølum frá hálvfinaluni hjá Álandi hóskvøldið.
- Tað tosaðu vit um eftir fyrsta settið, og so vistu vit, hvussu og hvar vit skuldu spæla. Tað vísir seg, at tað var tann eini spælarin, vit skuldu steðga, og tað eydnaðist. Mínir spælarar fingu fríar teymar við servunum, og tað vóru tær skørpu servurnar, sum forðaðu Álandi í at brúka sína miðju. Móttøkurnar hjá teimum lógu ov aftarlaga, og tær fingu als ikki brúkt sínar miðspælarar. Alt fór út á kantin, og alt gekk sum tað skuldi, helt Niclas.
- Tað kundi ikki vera betri, og allir spælararnir spældu frálíkt, segði Niclas og legði afturat, at hesin dysturin og hálvfinalan móti Saaremaa líktust rættiliga nógv.
Tit vunnu 3-0 á Saaremaa og nú 3-0 á Álandi. Heilt erligt, hevði tú so roknað við tí tá tú fór úr Føroyum?
- Vit vónaðu at fáa silvur. Vit vistu, at Gotland fór at gera nógv við tað, men tær vístu seg ikki at vera so sterkar kortini. Vit vóru eitt sindur bangin eftir 1-3 tapið móti Álandi, tá tað ikki riggaði so væl, men vit fingu so Hjørdis Mortensen og Juannu Joensen, sum hava verið skaddar, klárar aftur. Malan Klakkstein hevur arbeitt hart við teimum, og tað er eisini hennara æra, at tað hevur gingið so væl, segði Niclas Joensen.
- Hetta er tað størsta, eg havi upplivað. Oyggjaleikirnar eru tað størsta hjá føroyskum flogbólti, og hetta er tað, vit ynskja og droyma um.










