Hann var í sjeynda himni.
Tað var einki at fara skeivur í, at KÍ-venjarin var errin og fegin um, at hansara menn høvdu klárað at vinna steypafinaluna. Hann gekk millum fólkið umborð á Smyrli, tá áskoðarafjøldin sigldi norður aftur til Klaksvíkar í dýrdarveðrinum sunnukvøldið, og hann lýsti sum ein sól.
Smyril var annars ikki meira enn komin leysur av molanum, tá enska røddin á KÍ-venjaranum ljóðaði í hátalarunum umborð á strandfaraskipinum.
- This is your coach speaking, legði hann fyri, og so takkaði hann fleiri ferðir fyri tann óføra stuðulin, sum hansara liðið hevði fingið frá stóru áskoðarafjøldini.
- Tit vóru fantastisk. Stóra takk fyri stuðulin. Nú skulu vit njóta hendan sigurin, men um tvær vikur er tað aftur gerandisdagur, og tá fara vit eftir greipuni.
Tony Paris vandi KÍ tvey ár seinna partin av 70?unum, men hetta er fyrsta ferðin, at hann vinnur gull við felagnum.
- Eg kenni meg sum burturvilsta sonin, sum er komin heimaftur til Klaksvíkar, segði hann, tá hann setti prikkin yvir i?ið og enn einaferð takkaði fyri stuðulin.
Løtu seinni var hann við í longu røðini av KÍ?arum, sum marsjeraði runt umborð á Smyrli við Løgmanssteypinum á lofti og við hornblásaranum Magnus Mikkelsen á odda.
Tá var rómurin í hæddini, og hann hevði valla lagt seg, áðrenn spælararnir fingu eina stórfingna móttøku á bryggjuni í Klaksvík.
Gleðin var stór og ektað. Hon var av gull.