Tað skrivar Hagstovan
Starvsfólkatalið vaks meira hjá kvinnum enn hjá monnum. Sjey prosent av samlaða starvsfólkatalinum hava ikki bústaðartilknýti. Av hesum kemur størsti partur av bæði monnum og kvinnum úr Asia. Vinnugreinin við flest starvsfólki uttan bústaðartilknýti er "Framleiðsluvinna", har tey eru góð 600 starvsfólk ella 30 prosent. Næstan helvtin av hesum starvast í vinnugreinini "Virking av botnfiski", sum liggur undir "Matvøruframleiðslu".
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í november vóru 29.889 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 198 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.
Har vóru gott og væl 15.200 menn og slakar 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum í november. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá kvinnum, sum vóru 111 ella 0,8 prosent fleiri. Menninir vóru 87 ella 0,6 prosent fleiri.
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Í november vóru 2.084 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta er sjey prosent av samlaða talinum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru tey 39 fólk ella 2 prosent fleiri í ár.
Størsti bólkur av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia. Hesin bólkur hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og seinastu fýra árini er teirra partur vaksin úr 20 til 40 prosent.
Bæði mannlig og kvinnulig starvsfólk uttan bústaðartilknýti koma flest úr Asia, sum tilsamans eru 812 starvsfólk. Av hesum er býtið 60 prosent menn og 40 prosent kvinnur. Størsti kynsmunur í starvfólki uttan bústaðartilknýti er hjá teimum úr Eysturevropa, har menn eru tríggjar ferðir fleiri enn kvinnur.
Vinnugreinin við flest starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er "Framleiðsluvinna", har tey vóru góð 600 starvsfólk, ella 30 prosent, í november. Útgreinað sæst, at flest av hesum, tríggir fjórðingar, arbeiddu í "Matvøruframleiðslu", og 250 av hesum við "Virking av botnfiski". Hesi 250 eru ein triðingur av samlaða talinum av starvsfólkum, ið arbeiða við virking av botnfiski, har tey eru vóru 716 í november.
Í tali av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er næststørsta vinnugreinin "Gisting og matstovuvinna" við 12 prosentum og hareftir "Byggivinna" við 11 prosentum. Í byggivinnuni eru talið minkað samanborið við í fjør.
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil) eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki.
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Orðalýsingar:
- Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Bústaðartilknýti hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Sí meira um bústaðartilknýti á temasíðuni.
- Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best.
Síggið fleiri grafar á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her










