Trý stór skip á Vági restina av hesum árinum

- Hetta er gott fyri trivnaðin í Vági. Nógv eru glað fyri at síggja hesi skipini, tí tey vekja eisini góð minnir hjá fólki, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini

 

 

Í farnu viku komu trý skip á Vág, Astrid úr Danmark, Tuneq úr Grønlandi og Ango, sum er heimahoyrandi í Vági. Í Vágs kommunu vænta tey, at skipini vera liggjandi tað, ið eftir er av hesum árinum.

 

-Tá jólini nærkast, seta nógv skip kósina heim – til havnir, har tilknýtið er sterkt. Hetta sæst í ár aftur á Vágs havn.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at umborð á Astrid, sum eisini var á Vági nakað herfyri, er vágbingur.

 

- Á Tuneq er ein av skiparunum búsitandi á Økrum og Ango, sum hevur heimstað í Vági, er komin heim at liggja um jólini, verður lagt aftrat.

 

Bæði Tuneq og Ango vóru eisini við kai á Vágs havn á jólum í fjør.

 

Vágs havn fegnast um øktu ferðsluna.  

 

- Ikki bert frá teimum mongu ferðafólkaskipum og seglbátum, sum ofta hava verið í miðdeplinum, men eisini frá fiskiskipum, sum eru ein týðandi partur.

 

Í Vágs Havn verður arbeitt við at økja um virksemið og vinnumøguleikarnar.

 

- Nú er nærum eitt ár síðan, at vit tóku avgerð um at skipa starvsfólkaviðurskiftini hjá Vágs havn á ein annan hátt enn tann, ið hevur verið í nógv ár.

 

Vágs kommuna vísir á, at tey úrslit, ið longu fyriliggja, eitt nú við øktari skipaferðslu og vøkstri í leigusáttmálum fyri vinnuligt virksemi, benda á, at hetta er rætta loysnin. 

 

- Tað er nógv virksemi á bryggjuni. Hetta fegnist eg um, og eg eri eisini takksom fyri, at trý stásilig skip nú liggja við kai her í Vági.

 

##med2##

 

Tað sigur Marin H. Gårdlykke, sum er forkvinna í havna- og vinnunevndini hjá Vágs kommunu.

 

- Hetta er eisini gott fyri trivnaðin í Vági. Nógv eru glað fyri at síggja hesi skipini, tí tey vekja góð minnir hjá fólki, leggur hon aftrat.

 

Meira um hetta kann lesast á www.vagur.fo

 

Marin H. Gårdlykke leggur aftrat, at seinni í hesi vikuni kemur Selvik Ice á Vág við olju til SEV verkið á Oyrunum.

 

Marin H. Gårdlykke