Blokkurin er bara ein fíggjarligur viðfáningur

Men hann fyllir nógv í politika kjakinum, sigur tingmaður, sum spyr, hvussu stórur hann hevur verið síðani 1988

Tað er Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum spyr Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um ríkisveitingina.

 

Spurningarnri eru orðaðir soleiðis:

 

1. Hvussu stór hevur árliga ríkisveitingin verið frá og við 1988?

 

2. Hvussu stórar hava árligu inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið?

 

3. Hvussu stór hevur árliga bruttotjóðarúrtøkan verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið?

 

Erling Eidesgaard sigur í viðmerking til spurningarnar, at um aldarskiftið táttaði blokkurin í milliardina og var tá útvið tjúgu prosent av inntøkunum hjá tí almenna (landi, kommunum og almennum grunnum).

 

– Men nógv vatn er runnið í ánni síðan tá, sigur hann.

 

– Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at tað er langt ímillum føroyingar, sum bretta sær á av at móttaka hesa veiting, ið er fíggjað av donskum skattgjaldarum.

 

– Serliga havandi í huga, at vit hava hægri BTÚ per íbúgva enn Danmark, sigur Erling Eidesgaard.

 

– Men vit brúka blokkin, sum vit hava hug. Har er eingin oyramerking í veitingini, hóast tað ofta verður hildið uppá, at blokkurin rindar fyri hetta ella hatta; og mangan verður fjøður til fimm høsn.

 

Hann sigur víðari, at blokkurin er minkaður við tíðini, so hann í dag er komin niður ímóti hálvari milliard; og er nú undir fimm prosent av inntøkunum hjá tí almenna (landi, kommunum og almennum grunnum) og undir tvey prosent av BTÚ.

 

– Varð hann avtikin í einum, høvdu vit tí neyvan merkt meir enn eitt lítið sveiggj í búskapinum. Men hóast hann nú bert er ein fíggjarligur viðfáningur, so fyllir blokkurin framvegis nógv í politiska kjakinum. Tí verða hesir spurningar settir, sigur Erling Eidesgaard.