Tvøroyri heiðraði starvsfólk

- Hesi eru livandi prógvið um, at góð starvsfólk og góðir starvsfelagar skapa eitt sterkt og gott starvsstað

- Tá starvsfólk velja at vera verandi í 15, 20, 30 – ja, heilt upp í 35 ár – er tað eitt sterkt prógv um, at Tvøroyrar kommuna er eitt gott starvsstað.

 

Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu, og her verður lagt aftrat:

 

- Eitt stað, har fólk trívast, kenna ábyrgd og tryggleika, samstundis sum tey verða vird og finna meining í starvinum. Hetta ber eisini prógv um góðar starvsfelagar, samhald í gerandisdegnum og eina góða mentan millum starvsfólkini.

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey seg vera takksom fyri at kunna heiðra starvsfólk, sum hava sett síni fingramerki á kommununa – fyri teirra trúfesti, støðufesti og dygd, sum kemur øllum borgarum til góðar.

 

- Hesi eru livandi prógvið um, at góð starvsfólk og góðir starvsfelagar skapa eitt sterkt og gott starvsstað, verður lagt aftrat.

 

Hin 6. desember vórðu hesi heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu hjá Tvøroyrar kommunu

 

15 ára starvsdag:

Marina Popovic

Estrid Kristensen

Elin Nólsøe (Diana Nolsøe tók móti heiðursgávuni vegna Elin, sum hevði forfall)

 

20 ára starvsdag:

Anna Mia Johannesen

Majken Josveinsdóttir

 

30 ára starvsdag:

Jennie Debes

 

35 ára starvsdag:

Mikkalina Simonsen