Takk fyri títt svar, Sjúrður Skaale. Tað er rættuliga greitt, hvar okkara vegir skiljast. Eg fari ikki at detta í felluna við at kommentera uppá tína uppfatan av mínum intellekti ella naiviteti. Tú skalt bara vita, at eg eri ikki bangin fyri at siga frá, tá míni medmenniskju verða útsett fyri diskriminatión av høgtsitandi politikkarum, sum skulu eitast at representera okkum øll. So fortset tú bara við tínum ad hominem álopum; eg verið verðandi sakligur.
1. Munurin á religión og ideologi
Fyri tað fyrsta - eitt sindur av "ordkleyvarí": Tú blandar konsekvent islamismu saman við islam og muslimum. Tað hevur tikið mær eina løtu at rokna út, hvør tín logikkur er her, men lat meg siga tær, hvussu eg skilji tað:
> Islam er ein religión.
> Muslimar hoyra til átrúnaðin islam.
> Islamisma er ein ideologi, sum ynskir at stýra politiskt við religión.
> Islamistar gera tað til sítt lívsprosjekt at stýra politiskt við islam.
Til samabering:
> Kristindómur er ein religión.
> Kristin hoyra til átrúnaðin kristindóm.
> Teokrati er ein ideologi, ið ynskir at stýra politiskt við religión.
> Teokratar gera tað til sítt lívsprosjekt at stýra politiskt við kristindómi.
Tað má og skal gerast munur á hesum, og eg havi illgruna um, at tað er her feilurin hendir hjá mongum, tær ikki undantiknum. Her verði eg noyddur at peika á, at tú legði upp til eitt forboð ímóti einum ISLAMISKUM trúarsúmboli eftir eitt ISLAMISTISKT ekstremistiskt álop í Sydney, og fullkomiliga ignoreraði tann humanistiska MUSLIMIN, sum bjargaði nógvum jødum.
2. Fólkaræði móti teokrati
Tú skrivar: "Fólkaræði og islamisma eru mótsetningar." Eg eri samdur. Politisk islamisma hoyrir ikki heima í einum fólkaræði. Men veist tú, hvat eisini er ein mótsetningur til fólkaræði? Teokrati.
Í Føroyum hava vit í áratíggju havt politikarar (sum Jenis av Rana og Miðflokkurin), ið hava stríðst ímóti sekulerum, demokratiskum framstigum við Bíbliuni í hondini. Tey hava viljað sett (og vilja enn seta) átrúnaðarligar dogmur yvir lóggevningina. Hvussu hava vit handfarið tey? Vit hava handfarið tey við demokratiskum orðaskifti, og fólkaræðið hevur vunnið. Hví trýrt tú, at vit eru nóg sterk til at handfara kristna fundamentalismu demokratiskt, men so veik, at vit skulu brúka forboð móti muslimum fyri at raka islamistar?
3. Svøríki: Kriminalitetur er ikki yvirgangur
Tú tykist at hava misskilt mítt point um Svøríki. Eg havi ikki sagt, at islamistiskur yvirgangur stavar frá fátækradømi. Yvirgangur er ideologiskur.
Tað, eg segði, var, at arbeiðsloysi og manglandi integratión eru orsøkin til lógloysið og banda-kriminalitetin, sum vit síggja í Svøríki í dag. Hetta er ein sosio-økonomiskur trupulleiki, ið skal loysast við sosialum tólum – ikki við at banna turriklæðum. Islamistiskur yvirgangur (sum vit t.d. sóu á Drottninggatan í 2017) er nakað heilt annað; tað er ein ekstremistisk hugsan, ið rakar óansæð hvussu nógvar pengar tú eigur. At blanda hesi tingini saman ger bert kjakið óhegnisligt.
4. Persónligt frælsi og dupultmoralur
Tú tosar um persónligt frælsi sum grundvøllin undir okkara samfelag. Men tín dupultmoralur skínur ígjøgnum: Tú vilt verja títt frælsi, men tú ert samstundis ovurhugaður at taka frælsið frá øðrum. Tá tú vilt brúka lógina til at stýra, hvat einstakar kvinnur lata seg í, ella hvussu fólk tæna sínum Gudi, so brýtur tú júst tað persónliga frælsið, sum tú sigur teg verja. Frælsi er ikki bara fyri tey, ið liva akkurát sum tú vilt hava tað – frælsi er eisini rætturin hjá tí einstaka at vera øðrvísi.
Tú brúkar altjóða kaosið kring Muhammed-tekningarnar sum ræðumynd. Men hvat vísti tann kreppan veruliga? Vit sóu, at ein lítil bólkur av víðgongdum fólkum og politiskar skipanir í Miðeystri nýttu tekningarnar at kynda undir ein eldi fyri at røkka sínum egnum málum. At leggja øllum muslimum – teimum túsundtals friðarligu borgarunum – skuldina fyri hetta kaosið, er kollektiv revsing. Um vit skerja rættindini hjá friðarligum fólkum, tí vit óttast reaktiónina hjá víðgongdum, so lata vit tey víðgongdu vinna.
5. Granskingin um burkaforboðið
Tú vísir til 'tildækningsforbuddet'. Eg skilji væl, at man vil verja kvinnur ímóti kúgan, men tað er stórt sæð ógjørligt at hondheva, eftirsum man uppá ongan máta kann vita, um tær bera tað av fríum vilja ella ei.
Vit mugu hyggja at fakta. Ein stór granskingarfrágreiðing frá Københavns Universitet (2020) konkluderaði púra greitt, at lógin ikki fekk kvinnur at kasta niqabina. Tvørturímóti førdi hon til økta isolatión, tí kvinnurnar valdu at verða verandi heima fyri at sleppa undan bótum og ágangi. Lógin, sum skuldi "bjarga" teimum, endaði við at seta tær í húsarvarðhald. Harafturat vísa tølini hjá Ríkispolitiinum, at lógin í praksis oftast rakar maskeraðar demonstrantar ella fótbóltsfjepparar – ikki tær kvinnurnar, tú sigur teg vilja bjarga.
6. Samkensla og religiøs tekn
Lat okkum royna at framkalla eitt sindur av empati. Ein vanlig muslimsk kvinna, ið ber turriklæði av átrúnaðarligum grundum, er hvørki Hamas ella Hezbollah.
Hugsa tær eina katólska nunnu. Tá vit í vesturheiminum síggja hana í sínum búna og við høvuðsklæði, hugsa vit um frið, gudrøki og eitt val um at liva eftir síni trúgv. Vit síggja hana ikki sum eina hóttan móti fólkaræðinum. Hví er tað so øðrvísi, tá vit síggja eina muslimska kvinnu? Báðar bera turriklæði sum eitt tekin um sína trúgv og undirgeving fyri Gudi. At banna turriklæðum hjá kvinnuni fyri at steðga mannfólka-domineraðum yvirgangi, er ikki bara órímiligt – tað er eisini eitt álvarsligt álop á átrúnaðarfrælsið hjá einstaklinginum.
7. Hættisligar assosiatións-villur
Tín tankagongd byggir á eina hættisliga assosiatións-villu: At øll, ið bera religiøs tekin, eru partur av einum yvirgangsfelagsskapi. Islamistiskur yvirgangur í Vesturheiminum verður næstan uttan undantak framdur av monnum. Tað er sum at banna kvinnum at ganga í reyðum troyggjum fyri at steðga bardagum millum menn í býnum. Tað rakar ikki "islamistarnar", men túsundtals friðarligar borgarar.
8. Trygdin hjá jødum og AKVAH-hagtøl
Tú nevnir trygdina hjá jødum, og tað er ein álvarsligur spurningur. Men vit mugu hyggja at hagtølunum. Sambært nýggjastu AKVAH-frágreiðingini (2024) stava næstan helmingurin (**47%**) av øllum antisemittiskum hendingum í Danmark frá nýnasistiskum symbolikki og høgra-ekstremismu. Jødar verða eisini sjikaneraðir av ekstremum vinstravendum umhvørvum.
Antisemitiskur vandi kemur altso úr nógvum ættum – ikki bara frá muslimum. At brúka trygdina hjá jødum sum grundgeving fyri einum kollektivum forboði móti muslimum, er at ignorera helmingin av vandanum.
9. Ísraels-ferðin og gjønumskyggni
Viðvíkjandi tínari ferð til Ísrael: Eg havi ongantíð sagt, at hon var loynilig. Men tað er áhugavert, hvussu lítið hevur verið skrivað um hana í miðlunum. Hví er eingin dekningur av, hvør hevur goldið fyri ferðina? Hvørjir eru áhugapartarnir, ið flúgva teg hagar? Sum fólksins umboðsmaður á Fólkaatinginum er tað púra rímiligt at seta spurnartekin við, hvør fíggjar slíkan politiskan herferðarstuðul. Danirnir eg nevndi, hava allir verið á somu ferð, og eru allir høgravendir við islamofobiskum tendensum, sum tú knappliga eisini byrjar at vísa brá av.
10. Retorikkur og "deyðskult"
Eg má peika á, at í tínari brandtalu javnsetti tú tað palestinska fólkið við eina "deyðskult". Tað kemur ikki úr ongum, at eg nevndi tað.
Fyri meg er tað týðiligt, at tú við hesi røðuni appellerar beinleiðis til kristnar sionistar og fólk við eskatologiskum hugsanum (læruna um síðstu dagarnar). Líkasum við Sydney, brúkar tú heimsins vanlukku-brennideiplar til at fanga atkvøður hjá einum ávísum átrúnaðarligum bólki í Føroyum, heldur enn at leita eftir humanistiskum loysnum.
11. Faktuelar rættingar um statsleiðarar
Tú pástendur, at statsministarin má krógva seg fyri islamistum. Hetta er faktuelt skeivt. Mette Frederiksen flutti, tí demonstrantar (frá eitt nú "Men in Black" og aðrir etniskir danir) undir korona-pandemiini órógvaðu og hóttu hana við lívinum. Hon varð eisini álopin av einum etniskum dana í fjør, sum hevur merkt hana álvarsamt. At hon hevur lívverjar, skyldast hennara starv sum statsleiðari, akkurát sum í øllum øðrum londum.
12. Tað rakar okkara barnabørn
Tá tú sigur, at títt uppskot kemur ikki til at raka serliga nógv, so rungar tað rættuliga kyniskt í mínum oyrum. Sjálvt um tað bara rakti ein føroying, so átti tú at hugsað teg um, áðrenn tú velur at skerja frælsið. Tað rakar millum annað føroyskar familjur, hvørs barnabørn eru muslimar. Tað rakar útisetar, sum finna saman við muslimum ella bara konvertera. Tú skapar eitt samfelag, har hesi fólk ikki føla seg vælkomin í landinum hjá sínum foreldrum.
13. Kynisk opportunisma: At jagstra tey veiku
Tú sigur reelt, at vit skulu nýta møguleikan at skerja rættindini hjá einum minniluta nú, meðan tey eru so fá, at mótstøðan er lítil. Tað er ítann reina kynisma.
Ein lóg verður ikki meira rættvís av, at hon rakar fá fólk. Ein lóg skal byggja á prinsipp, ikki á, hvat ið er politiskt lættast at sleppa avstað við. At nýta ta "superpriviligeraðu støðuna", sum tú kallar tað, til at fremja diskriminerandi lóggeving, áðrenn nakar "trupulleiki" yvirhøvur er í sjón, er eitt álvarsligt álop á rættartrygdina.
At berjast móti teimum veiku, bert tí tey eru fá, er ikki tekin um styrki ella framskygni. Tað er tekin um eitt fólkaræði, sum hevur mist sín moral og sína samkenslu. Um vit í Føroyum skulu vera eitt rættarsamfelag, so skulu vit verja rættindini hjá øllum, óansæð um tey eru 10 ella 10.000.
---
Sjúrður, man skapar ikki eitt sterkt samfelag við at jagstra spøkilser, brúka generaliserandi og dehumaniserandi orð og skumpa sínar egnu borgarar – og teirra eftirkomarar – burtur.
**P.S.** - Vit skulu øll ígjøgnum tað somu trygdarproceduruna á flogvøllinum, ikki bara muslimar. Tað eitur **DEMOKRATI**.










