USA góðkent stóra vápnasølu til Taiwan

- Avtalan skaðar friðin og støðufestið í Taiwansundinum, og vit fordøma avtaluna upp á tað harðasta, sigur talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið

USA hevur góðkent eina vápnasølu til Taiwan, sum hevur eitt virðið av stívliga 70 milliónum krónum. Í pakkanum eru eitt nú rakettskipanir, kanónir, pansaraverjurakettir og dronur. 

 

Í Taiwan fegnast tey um avtaluna, meðan Kina sigur, at avtalan hóttir friðin og støðufestið í Taiwansundinum, ið er sundið millum kinesiska meginlandið og Taiwan.

 

Bæði í USA og Taiwan verður hildið, at friður í Taiwansundinum og í kyrrahavsøkinum hevur stóran týdning fyri trygdina og vælstandin hjá heimssamfelagnum.

 

Í Kina fýlast tey hinvegin harðliga at vápnaavtaluni.

 

- Amerikanska sølan skaðar friðin og støðufestið í Taiwansundinum, og vit fordøma avtaluna upp á tað harðasta, sigur eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið við Reuters.