nar eru byrjaðar, liggur ikki fyri hjá teimum at døma leygardag, og tí fellir luturin á Kristian Johansen og Sámal Hansen. Ein annar møguleiki kundi verið dómaraparið hjá TB, sum nú veruliga fer at leggja [...] leggja til brots, eftir at teir einans hava dømt dystir í Vági í eitt ar, men teir mugu so bíða á hesum sinni. Tá so er, so gevur tað seg nærum eisini sjálvt, at tað verða Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen [...] dømdi Hannis mansfinaluna saman við beiggjanum, Una, og í ár verður tað so kvinnufinalan, sum verður á skránni. Seinastu ferð Annars er hetta kanska seinasta ferðin, at tað verður tilknýtið til ymsu feløgini
varð handanin undirskrivað í gjár, men longu leygardagin varð hetta markerað. Sámal Tróndur Johansen takkaði fyri og heitti á onnur, sum eisini eiga gomul skjøl, um somuleiðis at lata tey inn til Landss [...] inum, Sámali Tróndi Johansen, gerðarbókina hjá Føroya listasavni, so hon framyvir kann varðveitast á Landsskjalasavninum. Higartil hevur hon tó ligið væl í einum brandtryggum skapi í Listaskálanum, men [...] december 2002, og gerðabókin er longu farin undir elektroniska viðferð. Elsta handritið, sum liggur á Landsskjalasavninum er Kongsbókin við Seyðabrævinum, sum er frá endanum av 13. øld, men umframt at hava
sannan gysara á Skála í kvøld. Fyrra hálvfinalan endaði við einum teprum 24-23 sigri til strandingar, og tí er onki avgjørt undan dystinum. Spennandi verður um strandingar triðja árið á rað klára at tryggja [...] ella um vestmenningar fara at steðga teimum. Báðar hálvfinalurnar byrja kl. 20.00. Dómarar á Skála verða Sámal Hansen og Kristian Johansen úr Neistanum, meðan Kári Hansen og Trúgvi Mortensen úr Tjaldrinum
»Ilt er at byggja borð fyri báru«, hevði Bartal á Heimabeiti ivaleyst sagt, hevði hann verið staddur her Úti á Bakka hendan morgunin, tá brimið var upp á tað mesta. Ja, kanska hevur hann staðið onkran morgun [...] grótkastið og renna at enda upp á sandin. Men tá hava teir mist tað mesta av máttinum og hava bara okkurt órudd við sær, so sum onkran tongul, teir hava skrætt leysan á vegnum og onkran plastikdunk, sum [...] rundan um okkum. Tað dunar har úti í skýmingini einastaðni. Kanska er tað eitt flogfar, sum er á veg at lenda á flogvøllinum, hóast veðrið er hvørki so her bara nakrar kilometrar frá vøllinum. Men ættin er
ikki eisini leggur ábyrgd á hesar. Júst Sonja var annars kanska leikarin, sum skapti munin, tá hon varð send á vøllin í seinna hálvleiki. Kanska er hon enn ikki spæld inn á liðið (og tað verður hon ikki [...] tey bæði stigini, sum hetta kastaði av sær, førdu Kyndil upp á triðja plássið í stigatalvuni, og so ovarliga hava tær ikki verið, síðani á heysti í 1999. Málverjin bjargaði Tað var tó um reppið, at Kyndil [...] so nógvar, men ein teirra er ivaleyst, at Kyndil í ovurstóran mun leggur ábyrgdina fyri dystin á herðarnar á einum leikara. Eingin ivi er um, at Lotte Sørensen er millum mest gávaðu leikararnar í føroyskum
nøkrum løttum dysti, tá steypafinalan er á skránni. Og prógvið fyri, at tað var so, kom eisini seinasta korterið av dystinum. StÍF hevði tá eina leiðslu upp á seks mál, og gekk alt eftir bókini, so átti [...] Manshondbóltur Tað var undanfrumframsýning (puha!) upp á steypafinaluna, tá StÍF vitjaði Kyndil sunnudasgin. Hetta eru júst tey bæði liðini, sum komandi leygardag skulu spæla steypafinalu, og tá dómaraparið [...] einamest vera ein spurningur um, hvussu stór leiðslan hjá gestunum skuldi vera, meðan frustratiónirnar á grønu leikarunum gjørdist alt sjónligari. Og fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist hetta bara at halda
til, at felagið er sett á stovn er, at eitt stað vantar í kommuni, har ungdómurin kann halda til. Frá ungdómsfelagnum sigat ey, at tað verða vanlig spøl, tónleikur, videokvøld á skránni, og harafturat ætla [...] eisini gjørt nakrar viðtøkur, ið skulu góðkennast á aðalfundinum, sum verður í næstum. Millum annað tað, at tað skal vera rús- og roykfrítt umhvørvi umborð á sluppini. Eisini verður ein lítil kiosk, sum u [...] við at koma í gongd, millum annað við spølum og anleggi. Annars gjalda tey onki fyri at vera umborð á Høganesi. Tað einasta felagið krevur afturfyri er, at sluppin verður hildin rein, tí høvuðsendamálið
Havn og inn á Skálafjørðin mikumorgunin. Á brúnni hittu vit stýrimannin, Sámal Petur í Grund, sum hendan morgunin sat við stýripinninum. Teir hava ta skipan, at skiparin situr í stólinum á leiðini suðureftir [...] suðureftir og stýrimaðurin á leiðini heimeftir. Saman við øðrum hevur Sámal Petur søkt Vinnumálastýrið um loyvi at sleppa at røkja farleiðina millum Skálafjørðin og Sund á privatum grundarlagi. Brævið til [...] hóskandi flutning í dag. Er veðrið vánaligt, fara fólk snøgt sagt ikki umborð á Ternuna. Ætlanin hjá Sámal Peturi og øðrum er at sigla á Sund, fleiri túrar um samdøgnið, og longu nú koyrir Bussleiðin í Havn millum
verður hildið, sigur floksformaðurin. Undan Eyðuni Eltør, var Sámal Petur í Grund eitt stutt skifti formaður í flokkinum og undan honum, Helena Dam á Neystabø, sum tók seg úr flokkinum. Sjálvstýrisflokkurin [...] Aktivur formaður Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska leikpallinum. - Tað er avmarkað, hvat ein e [...] evnir, sum røra seg í samfelagnum. Vit mugu koma á tal við fleiri fólk í lokalsamfelagnum og fáa at vita, hvat rørir seg har. Yngst og elst Kári vísir á, at tað hevur eydnast sjálvstýrisfólki at endurreisa
hevði Kyndil eisini trumf við á liðnum. Jónleif Sólsker hevði annars boðað frá um jóltíðir, at hann fór ikki longur at vera tøkur hjá liðnum, men hann var millum leikararnar á liðnum, og tað var eisini skjótt [...] síðani fingu Marian Cirloganescu til felagið. Rumenski málverjin hevur í nógvum førum verið avgerandi á vágskálini, tá javnir dystir hava verið leiktir, og enn man hann so ongan tíð hava kostað teimum nakran [...] Tað var tó ikki bert málverjin, sum einsamallur avgjørdi dystin. Tó at Johan ígjøgnum allan dystin á tamb hevði fleiri framúrskarandi bjargingar, so so var hetta líka sum bert kryddið í finaluni. Tí talan