Kvinnuhondbóltur
Eftir tvey ár í gloymskuni tykjast kyndilskvinnurnar nú av álvara at vera í ferð við at ota seg upp ímóti føroysku hondbóltstindunum. Sunnudagin høvdu tær vitjan av StÍF, og tey bæði stigini, sum hetta kastaði av sær, førdu Kyndil upp á triðja plássið í stigatalvuni, og so ovarliga hava tær ikki verið, síðani á heysti í 1999.
Málverjin bjargaði
Tað var tó um reppið, at Kyndil als ikki fekk nakað burtur úr dystinum móti StÍF. Ein uppgáva, sum í nógvar mátar gjørdist munandi torførari, enn hon nýttist at vera. Ikki minst tí StÍF í nógvar mátar hevur eitt nógv betri kollektiv enn Kyndil. Eitt kollektiv, sum tó fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá Alina Olaru fekk sína triðju útvísing tíðliga í seinna hálvleiki.
Serstakliga fyrsta korterið ella so var sjónligt, at Kyndil hevði stórar trupulleikar av hart arbeiðandi og væl stríðandi mótstøðuliðnum. Til tíðir sá tað mest sum leikandi lætt út hjá gestunum, tá tær við toli hildu fast í verjupartinum, fyri síðani at revsa uttan náði, tá Kyndil hevði spilt sínar møguleikar. Og var tað ikki fyri Fríðu Petersen, sum bara tykist gerast betri fyri hvønn dystin hon spælir í ár, so kundi væl verið, at Kyndil longu fyri steðgin hevði mist meira, enn gott var.
Bjargingarnar frá hennara síðu bóru við sær, at Kyndil spakuliga fekk um endan, og tá StÍF so beint fyri steðgin mátti spæla við tveimum í undirtali, fekk Kyndil togað seg upp aftur á javnleik.
Dýr útvísing
Av teimum báðum útvísingunum beint fyri steðgin, átti Alina Olaru aðra, sum var hennara næsta í dystinum. Og tað var skjótt greitt, at Kyndil hevði lagt hetta til merkis. Snildisliga settu tær lágbeintu Ileanu Manolescu beint á meira langlimaðu Alinu, tá seinni hálvleikur byrjaði, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hetta gav úrslit, og so mátti StÍF vera kanska mest týðandi leikaran fyriuttan restina av dystinum.
Men hóast hetta, so tók tað sína tíð, áðrenn Kyndil fekk veruliga yvirtakið í dystinum. Frágreiðingarnar kunnu vera so nógvar, men ein teirra er ivaleyst, at Kyndil í ovurstóran mun leggur ábyrgdina fyri dystin á herðarnar á einum leikara. Eingin ivi er um, at Lotte Sørensen er millum mest gávaðu leikararnar í føroyskum kvinnuhondbólti, og fáur ? um nøkur ? kann sum hon avgera ein dyst, tá lagið er hitt rætta. Men tað er merkisvert, at Kyndil við leikarum sum Annika Ljósstein, Ileanui Manolescu og nú eisini Sonju Smioljic, ikki eisini leggur ábyrgd á hesar. Júst Sonja var annars kanska leikarin, sum skapti munin, tá hon varð send á vøllin í seinna hálvleiki. Kanska er hon enn ikki spæld inn á liðið (og tað verður hon ikki av beinkinum), men kropsliga styrki hennara tóktist avgerandi, tá hon varð sett inn á strikuna, og við trimum royndum sendi trý mál í kassan aftan fyri annars væl spælandi StÍF-málverjan.
Mistu á stokkinum
Hetta var viðvirkandi til, at Kyndir fyri fyrstu ferð í dystinum fekk togað seg framum, og so ráddi um at halda fast. Hetta vísti seg tó at vera sera trupult, tí hóast mansverju av Astu Petrauskiene, so kundi hendan ikki nýtast við tríggja metra kast, og tá StÍF ferð eftir ferð framvegis sýndi tol í álopspartinum, so slapp stóri litavin fleiri ferðir at royna seg, og so var ikki stórvegis, sum Kyndil kundi gera.
Og spenningurin helt sær heilt fram til seinasta minuttin, men tá sama Asta við støðuan 27-26 misnýtti brotskast, var liðugt. Í næsta álopinum skoraði Kyndil, eftir at leikararnir høvdu vunnið returbólt, og so var liðugt. Tað kann kanska viðmerkjast, at dómararnir kanska vóru dekan ov skjótir at bríksla, tá StÍF fekk seinasta brotskasti, soleiðis at tær samstundis mistu eitt mál, men tað kunnu tær hjá StÍF ikki nýta til nakað. Stðafestingin var, at dysturin var taptur.
Partur av oddinum
Fyri StÍF merkir tapið ivaleyst, at tær nú eru heilt úti úr heiðursmerkjastríðnum, sum tær annars hava verið partur stóran part av árinum. Enn er alt tó ikki liðugt í so máta, tí við eitt sindur av hepni ber til at vinna seg aftur í hetta, tá komandi dystirnir móti ávíkavist Stjørnuni, Tjaldri og Neistanum eru á skránni.
Hjá Kyndli man lagið hinvegin vera gott, nú liðið loksins tykist gerast partur av hondbóltsoddinum aftur. Enn er ikki rættiligt samband upp til VB og VÍF, men sum kappingin hevur verið í ár, er tað helst eisini fyrst og fremst bronsan, sum Kyndil kann fáa fatur á. Skal talan gerast um meira, so verður í øllum førum neyðugt við fullari úrtøku, tá VB kemur á vitjan í næsta dystinum.
Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 28-26 (14-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 11(4), Marjun Tróndarson 4, Sonja Smiljic 3, Ileana Manolescu 3, Heidi Maria Akselsen 3, Ann Mari Wang 2, Jensia Petersen 2
StÍF: Asta Petrauskeine 10(2), Anna B. Danielsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 3, Alina Olaru 2, Elin JAcobsen 1
Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 4
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Hóast smávegis brek altíð kunnu finnast, so fingu teir fyri tað mesta dystin at glíða.










