Veðursjúkur. Siti við gluggan og hyggi at vágni. Hon livir, øll sum hon er. Ikki tað lívið, sum var í summar, tá fuglur og fiskur, kópur og hvalur hvørt um annað vóru regluliga at síggja. Nei, nú eru tað alduryggirnir, sum koma sendandi inn við bakkanum. Bumsa í móti brimgarðinum og fara sendandi longri inn við fjøruni. Upp í grótkastið og renna at enda upp á sandin. Men tá hava teir mist tað mesta av máttinum og hava bara okkurt órudd við sær, so sum onkran tongul, teir hava skrætt leysan á vegnum og onkran plastikdunk, sum ligið hevur og flotið einastaðni her suðuri í havinum.
Ája. Teir munnu eisini fara at fækka nú, visti Útvarpið at siga frá hendan dagin, tí nú skulu vit yvirtaka umhvørvið eisini. So man friður fara at vera av reka og øðrum óreinum, sum rekst rundan um okkum.
Tað dunar har úti í skýmingini einastaðni. Kanska er tað eitt flogfar, sum er á veg at lenda á flogvøllinum, hóast veðrið er hvørki so her bara nakrar kilometrar frá vøllinum. Men ættin er brúkilig har úti, so tað man vera í lagi soleiðis.
Men eg síggi tað ikki. Tað er so mikið tjúkt. Kanska er tað ikki eitt flogfar kortini. Kanska er tað bara landsynningurin, sum dundrar um rundingarnar har uttan fyri gjónna.
Hugnaligt, heldur onkur, at sita soleiðis í hitanum og eygleiða alt hetta buldrasliga uttanfyri. Jú, kanska tað.
Eg síggi landsynningin fara strúkandi eftir vágni. Øsa glaður-nar upp inn móti Giljanesi og senda tær tvørtur um grótkastið inn á Miðvág.
Hetta grótkastið, sum gomlumenninir her vilja halda hevur skuldina av, at tað er vorðið so ókyrt hesumegin, at tað meira at kalla er ódn í brimi í heilum.
? Men hvat, tosa teir, meðan teir sita og melda og spæla út, so tað dundrar í borðinum í Undirhúsinum. Vit eru so gamlir og ónyttugir nú, so okkum kann tað gera tað sama. Tað er teir ungu, sum skulu brúka nýtiliga havn, og teir mugu ráða. Og hetta gjalda vit fegnir, halda teir og eru so æviga samdir um, at soleiðis eigur tað at vera.
Og hugurin leitar aftur til seinastu kyndilsmessu, tá brimið stóð í grasið, og bátarnir gingu burtur í hylinum, hóast portur var fyri.
Móti hesum velduga mátti hjálpir lítið. Og »Ilt er at byggja borð fyri báru«, hevði Bartal á Heimabeiti ivaleyst sagt, hevði hann verið staddur her Úti á Bakka hendan morgunin, tá brimið var upp á tað mesta.
Ja, kanska hevur hann staðið onkran morgun soleiðis her úti og sæð, hvussu brotini eru farin skúrandi heim við bakkanum. Tí ikki er at ivast í, at hiðani hava søgurnar úr Krabbaurð sín uppruna. Her hevur Sámal Mathias gingið og hugt og bíðað eftir øllum teimum vælsignaðu rekunum, sum komu sendandi inn av Aldansfirði. Endaðu her niðan fyri skúlan ella longri heimi. Á sandinum kanska. Men tað mundi ikki vera nakað gott í tí, tí har vóru helst ov nógvir, sum vildu vera við. Men hesum rekunum fer Eyðun nú at forbjóða, tá hann yvirtekur alt reinførið á havinum.
Tað skýmir alsamt. Fóðurbátarnir, sum hava ligið við aliringarnar, eru farnir inn um aftur grótkastið. Glaðurnar fara sendandi eftir sjónum og tykjast vilja bilunum, sum standa parkeraðir niðan fyri virkisbygningarnar á Giljanesi, ann. Fylla teir við sjóroki, so teir fara at rusta. Helst nakað skjótt eisini.
Hvar man havgásin vera í dag? Hon hevur so trúliga aftur í vetur vitjað fram við landinum, eins og hon gjørdi allan seinasta vetur. Kóparnir hava tó ikki verið so ofta at sæð enn, hóat ein stóð fyri brimgarðinum nú hendan dagin.
Men æðurnar. Tær er harðbalnar. Liggja og andøva har úti í rokanum, sum einki var. Ella eru tær bara býttar? Helst tað. Tí um nakað skil var í teimum, høvdu tær sloppið sær inn um grótkastið hinumegin, meðan veðrið leikar soleiðis í her. Ná, men tær um tað.
Men bátaeigararnir hava verið heldur varnari enn í fjør. Nú eru bara nakrir fáir bátar eftir á floti í stongda bátahylinum. Menn minnast, hvussu vorðið var seinastu kyndilsmessu, tá summir fóru til botns, meðan aðrir flutu við kjølinum í veðrið.
Tað myrkir alsamt, og einki sæst meira av tí, sum uttan fyri er, uttan gøtuljósið, sum lýsir beint í vindeygað. Hann hevur skift ætt, og útsynningurin kemur sendandi beint í hornið, so tað ýlir í, hvørja ferð hvirlurnar fara sendandi framvið.
Her gerst einki uttan at tørna inn og leggja grót á dýnuna, sum maðurin tók til á sinni.










