Coca-Cola kappingin, menn
Tað er sjáldan, at strandingar hava havt nakra orsøk til at iðra seg um, at teir fyri tveimum árum síðani fingu Marian Cirloganescu til felagið. Rumenski málverjin hevur í nógvum førum verið avgerandi á vágskálini, tá javnir dystir hava verið leiktir, og enn man hann so ongan tíð hava kostað teimum nakran sigurin.
Ein avleiðing av hesum var tó, at Johan Danielsen fór at leita sær aðrar avbjóðingar, og leygardagin var tað fyrst og fremst honum at takka, at StÍF ikki gjørdist steypavinnari.
Tað var tó ikki bert málverjin, sum einsamallur avgjørdi dystin. Tó at Johan ígjøgnum allan dystin á tamb hevði fleiri framúrskarandi bjargingar, so so var hetta líka sum bert kryddið í finaluni. Tí talan var sanniliga um ein rættan steypadyst.
Undan hesum høvdu liðini fyri eini viku síðani leikt javnleik, og tað var eisini skjótt at staðfesta, at eingin parturin undir nøkrum umstøðum skuldi rokna við nakrari lættari uppgávu leygardagin.
Eins og í dystinum fyri viku síðani, so legði Kyndil hart út í verjuspælinum. Endamálið var heilt víst at órógva strandingarnar, soleiðis at hesir ikki fingu vanliga kvika álopsspælið at koyra, og hetta eydnaðist eisini partvíst. Meira týdningarmikið var tó kanska, at Kyndil samstundis hevði hepni við at koyra eitt hampuliga trygt álopsspæl sjálvir. Hondbólturin hjá StÍF er vanliga bygdur á eina kvika verju, sum aloftast er før fyri at tryggja liðnum fleiri skjótálop, og tað var greitt, at Kyndil ikki ætlaði, at hetta skuldi henda.
Breitt spæl
Hinvegin var heldur ikki so ofta, at teir grønu sluppu í mótálop, og hetta gjørdi tað fyri stóran part neyðugt hjá liðunum at leggja dentin á breiddina í álopsspælinum. Roynt varð við press-spælið upp frá bakkinum, soleiðis at vongspælararnir kundu spælast leysir, og hjá báðum pørtum hepnaðist hetta hampuliga væl. Ikki minst hjá Kyndli, har Heini Bendtsen var sera tryggur í avslutningunum.
Og sæð burtur frá hesum, so fingu áskoðararnir eisini nakrar av bestu bakspælarunum í landinum at síggja. Costin, Sveinur og Artur gjørdu alt tað, sum teir vóru mentir móti kyndilsverjuni, sum hinvegin alla tíðina legði sera nógv fyri í royndunum at steðga mótstøðuni, og tað sama var galdandi hinvegin, tá Jacob, Finnur og Høgni royndu at gera sítt til at órógva mótstøðuverjuna.
Og so hevði Kyndil eisini trumf við á liðnum. Jónleif Sólsker hevði annars boðað frá um jóltíðir, at hann fór ikki longur at vera tøkur hjá liðnum, men hann var millum leikararnar á liðnum, og tað var eisini skjótt greitt, at hann ikki var komin, bara fyri at sita seg til eitt heiðursmerki.
Kontant verjuspæl
Fyrri hálvleikur var alla tíðina sera javnur. Strandingar høvdu leiðsluna fyrstu lítlu løtuna, men um miðjan hálvleiki fekk Kyndil nakað av ferð á, og tó at munurin ongan tíð var heilt stórur, hildu teir seg alla tíðina beint frammanfyri.
Og hetta hildu teir fast við eftir steðgin. Um nakað, so gjørdist verjuspæli nú enn meira ágangandi. Strandingar tóktust eins og í dystinum fyri viku síðani als ikki at trívast í kontantu kyndilsverjuni, og spakuliga byrjaði Kyndil at draga frá. At Johan so eisini byrjaði seinna hálvleik við eini dupultbjarging, tá Alexandur fyrst skeyt brotskost, og síðani stóð púra leysur við returinum, mundi ikki gera tað betri í so máta,
Dramatiskur endi
Tíggju minuttir fyri leiklok var Kyndil framvegis á odda við trimum málum. Gangurin av sonevndur klappu-køllunum, sum grønu áskoðaranrir høvdu fingið til vega úr Danmkar harðnaði alsamt, so hvørt sum steypið kendist nærri og nærri, men enn høvdu strandingar ikki givið upp.
Tað mundi eisini órógva, at Kyndil mitt í øllum fekk eina útvísing til beinkin, tí venjarin hevði flutt seg út um tronga geiran frammanfyri benkirnar. Strandingar minkaðu munin niður í eitt mál, men tá Kyndil so aftur sendi tvær ferðir í netið, mundu tey flestu halda, at nú var ballið búið. Spenningurin kom tó aftur í aftur, tá Hans Áki fyri fyrstu ferð í dystinum misnýtti brotskast. Stutt undan var eisini brotskaststøða, har Hans Áki í fyrsta umfari bað seg undan at skjóta, men tá eingin annar vildi taka ábyrgdina, smekkaði hann kortini til. Hesa ferð bjargaði Marian tó royndini, og tá StÍF so eisini skoraði til 25-26, stóð brádliga heilt nógv á.
Kyndil megnaði ikki at fáa nakað burtur úr sínum seinasta álopið, og so fór StÍF í kontra. Bent Djurhuus varð sendur avstað, men hóast hann at síggja til varð tikin av mótleikara, áðrenn hann fekk skotið, so lótu dómararnir ikki við seg koma. Málkast varð dømt, og so var Kyndil steypavinnari.
Fagnaðurin hjá teimum grønu vildi mest sum ongan enda taka, og tað var eisini skilligt. Sigursvanda felagið hevur einki vunnið, síðani steypasigurin á grannunum fyri trimum árum síðani, men nú stendur aftur eitt nýtt steyp í felagshúsinum, og so kunnu menn aftur líta framá, heldur enn bara at minnast, hvussu væl tað plagdi at ganga fyrr.
Hjá strandingum var lagið sjálvsagt eitt annað. Tvær ferðir á rað hava tað verið teir, sum hava vunnið finaludystin móti liðum, sum í landskappingini hava staðið seg betri, men hesa ferð vórðu tað teir, sum vóru við undirlutan móti lægri staddum liðum.
At endin av dystinum bleiv sum hann bleiv, mundi heldur ikki gera lagið betri, men um tað kann vera nøkur troyst, so kunnu strandingar minna seg sjálvar á, at tríggjar av seinastu fýra ferðunum hava tapararnir í steypfinaluni vunnið FM.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 25-26 (11-12)
Støður í dystinum:
10 min2-2
20 min7-8
40 min14-17
50 min19-22
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 6(1), Alexandur Johansen 5(1), Artur Johansen 5, Andre F. Danielsen 2, Bent Djurhuus 2, Costin Dumitrescu 2, Jón Rasmussen 1, Marius Joensen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9(5), Heini Bendtsen 6, Jacob Jónsson 4, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 1, Finnur Hansson
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 6
Útvísingar: StÍF 4. Kyndil 5
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.










