Betra um ungdómskarmarnar í Runavík

UHF er heitið á nýggjum felag, sum júst er sett á stovn í Runavík. UHF stendur fyru Ungdómsfelagið Høganes. Hetta felagið hevur sett sær sum mið at betra um karmarnar hjá teimum ungu í kommununi

Nýggja ungdómsfelagið í Runavíkar Kommunu eitur UHF, sum stendur fyri Ungdómsfelagið Høganes. Felagið hoyrir undir felagið Høganes.
Stigtakarar eru ung úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla, sum hava sett sær fyri at brúka sluppina, Høganes sum savnistað fyri tey ungu í kommununi. Har er ætlanin, at tey ungu skulu halda til tríggjar dagar um vikuna. Mánadag, mikudag og fríggjadag. Mána- og mikudag frá klokkan 19 ? 22.30 og fríggjadag til klokkan 01.
Orsøkin til, at felagið er sett á stovn er, at eitt stað vantar í kommuni, har ungdómurin kann halda til.
Frá ungdómsfelagnum sigat ey, at tað verða vanlig spøl, tónleikur, videokvøld á skránni, og harafturat ætla tey at skipa fyri tiltøkum fyri almenninginum.
Runavíkar Kommuna hevur játtað at hjálpa teimum ungu við at koma í gongd, millum annað við spølum og anleggi. Annars gjalda tey onki fyri at vera umborð á Høganesi. Tað einasta felagið krevur afturfyri er, at sluppin verður hildin rein, tí høvuðsendamálið er, at sluppin verður nýtt til nakað gott.
Ungdómsfelagið hevur eisini gjørt nakrar viðtøkur, ið skulu góðkennast á aðalfundinum, sum verður í næstum. Millum annað tað, at tað skal vera rús- og roykfrítt umhvørvi umborð á sluppini.
Eisini verður ein lítil kiosk, sum ungdómsfelagið skal umsita.
Stigtakararnir, sum eru Súsanna Thomassen, formaður, Bogi Steingrund, næstformaður, Helena Johannesen, skrivari, Barbara Tórunnardóttir, kassameistari, Amon Ellingsgaard, nevndarlimur og Sámal Einarsson, nevndarlimur, vænta, at undirtøkan fer at vera góð.