Spennandi finala í væntu

Eitt óvanliga væl tendrað Kyndils-lið gav strandingum ein knall-harðan dyst sunnudagin, og spenningurin frá hesum gevur vón um eina spennandi steypafinalu leygardagin

Manshondbóltur

Tað var undanfrumframsýning (puha!) upp á steypafinaluna, tá StÍF vitjaði Kyndil sunnudasgin. Hetta eru júst tey bæði liðini, sum komandi leygardag skulu spæla steypafinalu, og tá dómaraparið eisini var hitt sama, sum skal døma tnan dystin, so vóru karmarnir meinlíkir teimum, sum eru um eina viku.

Ferðin tóktist avgerandi
Og lat tað verða sagt alt fyri eitt. Verður talan um ein líknandi dyst komandi leygardag, so verða áskoðararnir ikki snýttir, tí samanumtikið var talan um ein av mest undirhaldandi dystunum, sum hava verið hetta kappingarárið.
Kyndil hevur annars havt sínar trupulleikar í ár, men hesaferð byrjaðu teir við buldur og brak. Uppskriftin tóktist heilt einfalt at seta ferðina í topp frá fyrsta bríksli, og móti óvanliga væl tendraða Kyndils-liðnum tóktist strandingarnir fyrstu løtuna mest sum skelkaðir.
Har var tó ein lítil vansi við spæliætlanini hjá Kyndli. Um leikferðin er einasta barometur, so helst einki lið í landinum sterkari enn júst StÍF, og tá teir fyrst høvdu fótað sær, so gav hetta eisini at bíta.Við leikandi venjaranum sum skipara, og Sveini Justinussen sum skarprættara kom Kyndils-verjan ferð eftir ferð undir trýst, og so hvørt sum minuttirnir gingu, vendist dysturin eisini.

Bardu seg aftur
Seinastu minuttirnar undan steðginum tóktist tað einamest vera ein spurningur um, hvussu stór leiðslan hjá gestunum skuldi vera, meðan frustratiónirnar á grønu leikarunum gjørdist alt sjónligari. Og fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist hetta bara at halda fram.
Men talan var kanska ikki bert um frustratiónir. Onkursvegna var hetta eisini úttrykk fyri, hvussu nógv kyndilsmenn løgdu í dystin, og kanska ikki minni, hvussu nógv teir løgdu í at vísa StÍF, at hóast teir eru oddalið, so skulu teir ikki rokna við nøkrum løttum dysti, tá steypafinalan er á skránni.
Og prógvið fyri, at tað var so, kom eisini seinasta korterið av dystinum. StÍF hevði tá eina leiðslu upp á seks mál, og gekk alt eftir bókini, so átti dysturin helst eisini at veri avgjørdur við hesum. Men Kyndil vildi tað øðrvísi. Áhaldandi hildu teir á at stríðast, tað var ikki sørt, at hetta ørkymlaðu strandingarnar. Teir vóru mest sum at sammeta við ein nevaleikara, sum hevur tveitt øll síni harðastu sløg eftir mótstøðumanninum, men tá hesin kortini reisist aftur hvørja ferð, fer ráðaloysi at valda.
Og strandingar tóktust júst ráðaleysir, móti áhaldandi fysiska spælinum hjá Kyndli.Í løtum høvdu teir ivaleyst eisini grein í, at dómararnir kundu sett harðari inn, men tað varð ikki gjørt, og sjálvir tóktust gestirnir so hvørt at gerast alsamt moyrari.
Úr 17-23 vann Kyndil seg fyrst upp á javnt, 24-24, og tá Janus Einar Sørensen so av strikuni sendi bóltin í kassan, vóru eingi mørk fyri fagnaðinum av áskoðaraplássunum. Og tá strandingar so heldur ikki fingu mál í næstu royndini, átti alt at ligið opið hjá grønu monnunum. Við einum longum álopi høvdu sannlíkindini fyri einum sigri í øllum førum verið størri, men tá Jacob Jónsson eftir bert fáum sekundum sá sær ein møguleika, royndi hann at avgera dystin. Skotið brast tó á stongina, og tá Artur Johansen í seinasta strandaálopinum vann sær brotskast, mundu øll í høllini halda ondini.
Alexandur Johansen varð settur at skjóta, og hóast trýstið var stórt, so helt hann høvdið kalt, tá hann sendi heilt niður við vinstra stólpa. Kyndil hevði bert sekundir eftir at taka seinasta stikkið, og tað var ov lítið.

Finaluspenningur
Við atlitið til landskappingina, so er einki at ivast í, at hetta gjørdi spenningin í oddinum enn størri, nú øll tey trý fremstu liðini hava mist stig har, sum tað annars ikki var væntandi.
Atlitið til steypafinaluna var tó kanska tað, sum vigaði meira hendan dagin hjá áskoðarunum, og einki er at ivast í, at hesi nú hava alla orsøk til at gleða seg til eina spennandi finalu. Megna kyndils-menn enn einaferð at seta seg eins væl upp, er í øllum førum einki at ivast í, at talan verður um ein sera truplan dyst hjá StÍF, har teir fáa tørv á øllum teimum dygdum, sum fram til nú hava ført teir fram í hondbóltsoddin.
Har verður talan um Johan móti Marian, Jacob móti Costin, Finnur móti Sveini og Artur móti Høgna. Stutt sagt, so verður leygardagurin dagurin, har hvør einasti leikari skal geva seg fult út, um talan skal gerast um steypasigur til hansara lið, og tað er í øllum førum eitt gott útgangsstøði undan einari finalu.

Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 25-25 (12-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacob Jónsson 8, Hans Áki Dal-Christiansen 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Heini Bendtsen 3, Ken Zachariasen 2, Finnur Hansson 2
StÍF: Sveinur Justinussen 9(2), Alexandur Johansen 4(1), Artur Johanen 3, Costin Dumitrescu 3, Bent Djurhuus 2, André F. Danielsen 2
Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 3
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 5
Dómarar úr Neisatnum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Kundu kanska verið meira konsekventir at tveita út í løtum, men fyri undirhaldsvirðið í dystinum valdu teir tíbetur at lata spælið koyra sum longst, áðrenn fingrarnir vórðu nýttir.