Í sambandi við framsýningina »Goymt - ikki gloymt« hittust tveir nýggir leiðarar í Listaskálanum í Havn leygardagin. Jens Frederiksen, nýggjur leiðari í Listaskálanum, handaði tí nýsetta landsskjalavørðinum, Sámali Tróndi Johansen, gerðarbókina hjá Føroya listasavni, so hon framyvir kann varðveitast á Landsskjalasavninum.
Higartil hevur hon tó ligið væl í einum brandtryggum skapi í Listaskálanum, men Jens Frederiksen helt tað vera betri at lata Landsskalasavninum hana í varðveitslu.
Formelt varð handanin undirskrivað í gjár, men longu leygardagin varð hetta markerað. Sámal Tróndur Johansen takkaði fyri og heitti á onnur, sum eisini eiga gomul skjøl, um somuleiðis at lata tey inn til Landsskjalasavnið.
Gerðabókin byrjar í 1948 og fyrsta frágreiðingin er skrivað av Williami Heinesen, men eisini menn sum Janus Kamban eiga sín fitta part í tí virksemi, sum er endurgivið og varðveitt í gerðabókini. Síðsta fundarfrásøgin varð skrivað í december 2002, og gerðabókin er longu farin undir elektroniska viðferð.
Elsta handritið, sum liggur á Landsskjalasavninum er Kongsbókin við Seyðabrævinum, sum er frá endanum av 13. øld, men umframt at hava almenn skjøl hevur Landsskjalasavnið eisini bøkur og skjøl frá ymiskum fyritøkum í Føroyum.
Fortíð og samtíð
Framsýningin »Goymt - ikki gloymt«, sum er opin til og við 16. februar, vísir ókend verk frá goymsluni av m.fl. J.S Mikines, Ruth Smith, Hans Hansen, men eisini samtíðarlistin er umboðað.
Sýningin er fyrsta roynd at gera vart við, at Listasavn Føroya er partur av føroyska savnskervinum og m. a. fæst við at skráseta og varðveita okkara myndlist.
Í samband við at digitala skrásetingin á savninum er um at vera liðug, var hildið, at ein framsýning av minni kendum verkum kundi verið við til at seta tað støðugu framsýningina í eina nýggja frásjón - samstundis sum tað er ein hóskandi yvirgong til Várframsýningina, sum er næst á skránni, og har tað nýggjasta innan listina sær dagsins ljós.
MYNDATEKSTUR
Ein, ið kann kallast »The Grand Old Man« í føroyskari, er Janus Kamban, hvørs virksemi eisini er sjónligt í gerðabókini. Her prátar hann við Jens Frederiksen