í bólki tvey, og B68 er næstbest í bólki trý. Bæði ÍF og B68 hava tíggju stig. Toftamenn hava 20-9 í málmuni, og fuglfirðingar hava 22-11. Tað er greitt, at B68 er næstbesti tveyarin, og at ÍF hevur v [...] eru HB, KÍ, NSÍ, B36, ÍF, GÍ, B68 og VB. Fjórðingsfinalurnar verða avgreiddar fríggjadagin 8. mai, sum er dýri biðidagur, men tað verður ikki greitt, hvør skal spæla móti hvørjum, fyrrenn NSÍ og KÍ í annaðkvøld [...] spæla móti tveyaranum í bólki eitt, og B68 skal spæla móti vinnaranum í sama bólki. Besti tveyarin verður funnin í bólki eitt. HB, KÍ og NSÍ kunnu øll enda á øðrum plássi, og tað er longu greitt, at næstbesta
Bjarna Johansen og í málið. Og so var tað, at VB tók um endan. Gøtumenn vóru frammarlaga, tí teir ætlaðu sær allir at gera mál, og tað sektaði VB. Við kvikum spæli brutu teir ígjøgnum verjuna, og tríggjar ferðir [...] heimaliðið á odda 3-0, og spurningurin var heldur enn hvør fór at vinna, hvussu stórur sigurin hjá GÍ fór at verða. Men so var tað, at vágbingar fingu um endan, teir javnaðu til 3-3, og í síðstu løtu var um [...] seg við langskoti, og Sunnvard Joensen (vunnið málverjuplássið aftur) fekk bjargað undir tvørtrænum. GÍ, sum var skert, tí smáskaddu Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Pól Ennigarð og Søren Skov Jørgensen
Magnus Poulsen, ið annars hevði millum lítið og einki at gera. Málið kom eftir snarálop, og støðan gjørdist tá 3-1. Andréy Stakhánov gjørdi eitt orduligt hál hjá B68. Hann skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki [...] hálvleiki ? fyrst við skoti úr 15 metrum og so, tá hann var einsamallur við málverjanum ? og í seinna hálvleiki fullførdi hann reint hattrick, tá hann stútaði tvørbólt frá Øssuri Hansen í málið. Hin russarin [...] málið, sum í dystinum móti GÍ í Gøtu varð skrásett sum sjálvmál. Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen (var ikki heilt væl fyri og byrjaði ikki inni) staðfestu rimmar sigurin. Serliga í 2. hálvleiki var talan
1 kunnu staðfestast. Tá spæla NSÍ og KÍ í Runavík. Sum nú er, kann KÍ við einum sigri mikukvøldið fara upp um HB, meðan NSÍ hinvegin kann fara upp um KÍ, um teir vinna. Og um dysturin mikukvøldið endar [...] endar 1-0 til klaksvíkingar, enda bæði HB og KÍ við 13 stigum og málmuninum 20-6. HB byrjaði best Heimaliðið legði best fyri sunnudagin, og tað gav úrslit longu tá eitt korter var farið. Allan Mørkøre legði [...] vinstru síðu, og framman fyri málinum setti Hans Fróði Hansen fótin á og stýrdi bóltinum inn í málið. Inntil tá hevði HB víst tað mesta, sum var at síggja, men eftir málið vaknaðu klaksvíkingar, og nú kom rættiligt
vágamonnum í bólkinum varð spældur í Sørvági móti NSÍ sunnudagin, og runavíkingar vunnu 6-0. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór, og eftir at Gert Langgaard hevði sett hol á, kundi tað [...] fyrra hálvleiki, broytti tað einki, og sjálvt um NSÍ spældi seinasta tíman við tíggju monnum, øktist málmunurin støðugt. Kasper Jacobsen økti til 2-0 áðrenn hálvleik, og í seinna hálvleiki fingu runavíkingar [...] Petersen, Óli Hansen, Gert Langgaard og Kasper Jacobsen. Sostatt vann NSÍ dystin 6-0, men støddin á sigrinum kundi verið 20-0, uttan at tað hevði broytt nakað. NSÍ skal framvegis vinna á KÍ mikukvøldið
Danielsen, B36, Bartal Eliasen, ÍF, Poul Ennigarð, GÍ, Hans Fróði Hansen, HB, Jens Kristian Hansen, B36, Óli Johannesen, TB, Pól Thorsteinsson, B36. Miðja: Símun Eliasen, Aarhus Fremad, Øssur Hansen, B68, Henning [...] til tann hópin eru Ingi Rasmussen úr HB og Djóni N. Joensen úr B36 ikki við á Toftum. Teir 23, sum eru úttiknir, eru: Málverjar: Jens Martin Knudsen,Leiftur, og Jákup Mikkelsen, Herfølge Boldklub. Verja: [...] limaskap í teimum stóru altjóða fótbóltssamgongunum. Næsta EM-endaspæl verður á sumri ár 2000, og eru tað Holland og Belgia, sum í felag skipa fyri. Landsliðið skal í ár spæla fimm EM-undandystir, har av bert
ÍSF-húsinum, og tað endaði við, at KÍ vann bólkin og HB endar sum nummar tvey. Sostatt síggja fjórðingsfinalurnar, sum skulu spælast dýra biðidag tann 8. mai, soleiðis út: HB-B68, KÍ-ÍF, B36-VB og GÍ-NSÍ. Alt [...] møguligu endurtøkur í hálvfinalunum eru NSÍ-KÍ og B68-VB. Fjórðingsfinalurnar verða sum nevnt spældar dýra biðidag 8. mai, og tað kann gerast strævið hjá serliga NSÍ og VB, sum longu dagin eftir skulu spæla [...] soleiðis út: HB-B36 og KÍ-GÍ. Øll hava kjansin Men við hesum er als ikki sagt, at hini fýra liðini ikki kunnu gera vart við seg. VB slóg B36 úr kappingini í hálvfinaluni í fjør, og GÍ og NSÍ hava spælt nógvar
meiri enn tætt við og næstan hjá Gert Langgaard og Dániali Hansen. Heðin á Lakjuni og Símun Waag Høgnesen vóru frammanfyri Jan Andreasen í KÍ miðverjuni (Kurt Mørkøre var leikbannaður), og teir steðgaðu tí [...] intensiteturin á NSÍ miðvøllinum (Helgi L. Petersen er skaddur og var ikki við) minkaði. KÍ menti seg støðugt, og frá miðskeiðis í fyrra hálvleiki, stóðu teir fyri meiri av skipaða spælinum, og tað var staðfest [...] luftina og út av vøllinum. NSÍ skifti eitt sindur av fólki og flutti fólkið eitt sindur longri fram, men tað gav einki. Í staðin menti KÍ seg, og serliga í vinstra borði hjá John Hansen bar til at koma
í ár, og tað merkir so eisini, at suðuroyingar fáa nógvan 1. deildarfótbólt í ár. Longu í fyrsta umfari av landskappingini vera tveir dystir. Í dag spæla TB og VB á Tvøroyri, og í morgin kemur B68 á vitjan [...] vitjan í Sumba. Jákup Eli Olsen úr B68 sigur, at B68 ongantíð hevur vunnið ein landskappingardyst á Krossinum í Sumba. ? Vit taptu móti Sumba í 1991 og spældu javnt móti Sumba/VB, tá teir vóru í 1. deild [...] galdandi í 1. deild í ár, um teir eru hepnir og sleppa undan ov nógvum skaðum og leikbannum. ? Vit hava ikki serliga breiðan hóp, og tað merkist, um spælarar fella frá, serliga um tað eru lyklaspælarar, sigur
teir komandi fríggjadag spæla á heimavølli móti NSÍ, og tí kunnu vit siga, at dysturin í landskappingini millum somu feløg á sama vølli er bæði premiera og forpremiera. Hjá GÍ eru fleiri ungir menn á veg [...] tað við liðformanninum á landsliðnum og á GÍ liðnum, Magna Jarnskor. Hann varð skaddur í steypadystinum á Svangaskarði, og síðani tá hevur hann vant millum lítið og einki. Í gjár roknaðu teir ikki við, [...] Teir hava eisini ein danskan miðvallara, sum eitur Kasper L. Jacobsen. Tá GÍ og NSÍ spældu í Gøtu í fjør vann heimaliðið 2-0, og í Runavík var javnleikur 2-2.