Um vikuskiftið gjørdist greitt, hvørji átta lið skulu taka lut í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Liðini, sum framvegis hava møguleika at vinna steypakappingina í ár, eru HB, KÍ, NSÍ, B36, ÍF, GÍ, B68 og VB.
Fjórðingsfinalurnar verða avgreiddar fríggjadagin 8. mai, sum er dýri biðidagur, men tað verður ikki greitt, hvør skal spæla móti hvørjum, fyrrenn NSÍ og KÍ í annaðkvøld hava avgreitt útsettu uppgerðina í Runavík.
Tað er greitt, at hesi bæði liðini koma í fjórðingsfinaluna úr bólki eitt saman við HB, men dysturin í annaðkvøld verður avgerandi fyri, í hvørji røð tey enda í bólkinum. HB er á odda, men við sigri í Runavík kann KÍ vinna fremsta plássið. Vinnur NSÍ, so enda teir á øðrum plássi, og KÍ gerst nummar trý.
Fjórðingsfinalurnar
Tað er greitt, at GÍ sum vinnari av bólki trý í fjórðingsfinaluni skal spæla á heimavølli. Teir skulu spæla móti tí liðnum, ið kemur í fjórðingsfinaluna sum tann betri tríarin, og hvør tað verður, verður ikki greitt fyrrenn dysturin í annaðkvøld er avgreiddur. Møguleikarnir eru NSÍ ella KÍ úr bólki eitt ella VB, sum er komið víðari á triðja plássi í bólki trý, og sum GÍ longu hevur spælt tvær ferðir móti.
Tað er greitt, at B36 skal spæla á heimavølli. Teir skulu spæla móti næstbesta tríaranum, og tað vil siga, at teir fáa vitjan av einum av omanfyri nevndu liðum.
HB skal eisini spæla á heimavølli. Tað verður sum sum vinnari av bólki eitt ella sum besti tveyarin.
ÍF er næstbest í bólki tvey, og B68 er næstbest í bólki trý. Bæði ÍF og B68 hava tíggju stig. Toftamenn hava 20-9 í málmuni, og fuglfirðingar hava 22-11. Tað er greitt, at B68 er næstbesti tveyarin, og at ÍF hevur vánaligasta úrslitið hjá tveyarunum. Bæði liðini skulu spæla á útivølli. ÍF skal spæla móti tveyaranum í bólki eitt, og B68 skal spæla móti vinnaranum í sama bólki.
Besti tveyarin verður funnin í bólki eitt. HB, KÍ og NSÍ kunnu øll enda á øðrum plássi, og tað er longu greitt, at næstbesta liðið í bólki eitt fer at hava fleiri stig enn B68 og ÍF. Tað vil siga, at umframt HB so fara KÍ ella NSÍ at spæla á heimavølli.
Vit kunnu siga, at puntarnir til puslispælið eru funnir, og at endaliga myndin verður greið í annaðkvøld, tá úrslitið av útsetta dystinum millum NSÍ og KÍ verður greitt.











