Ein av mongum uppgerðum millum eysturoyarliðini verður í morgin, tá NSÍ fer inn til Gøtu at royna seg.
Í Gøtu hava teir fingið Johan Nielsen aftur til venjara, og hóast teir ikki hava fingið serliga stóra tilgongd úti frá, so gekk tað væl í bólkaumfarinum í steypakappingini. Har skulu teir komandi fríggjadag spæla á heimavølli móti NSÍ, og tí kunnu vit siga, at dysturin í landskappingini millum somu feløg á sama vølli er bæði premiera og forpremiera.
Hjá GÍ eru fleiri ungir menn á veg inn á liðið. Sunnvard Joensen verður ivaleyst málverji, og Súni Olsen tykist longu hava vunnið sær fast pláss. Samson Nesá hevur í ár verið fastur fúsur á miðvøllinum, og har verður hann eisini í morgin.
GÍ hevur fingið ein dana á liði, Søren Skov Jørgensen. Danin, sum er góður álopsstyrkur, hevur ikki vant í vikuni, tí hann hevur verið plágaður av vøddaskaða, men hann verður við í morgin.
Nógv meiri ivasamt er tað við liðformanninum á landsliðnum og á GÍ liðnum, Magna Jarnskor. Hann varð skaddur í steypadystinum á Svangaskarði, og síðani tá hevur hann vant millum lítið og einki. Í gjár roknaðu teir ikki við, at hann fer at spæla í morgin.
Breyt armin
Gert Langgaard hevur verið fastur fúsur í NSÍ álopinum higartil í steypakappingini, men hann verður ikki við í morgin og heldur ikki tær næstu vikurnar.
Gert fekk ilt í armin, tá KÍ var í Runavík mikukvøldið. Hann fór av vøllinum stutt undan leikloki, men teir roknaðu ikki við, at tað var so álvarsamt. Hósdagin varð staðfest, at armurin er brotin, og Gert skal halda seg burtur frá fótbólti í nakrar vikur. Óli Hansen, sum hevði verið seingjarliggjandi, var á bonkinum størsta partin av tíðini móti KÍ. Hann verður ivaleyst við frá fyrsta bríksli í morgin.
Helgi Lamhauge Petersen hevur drigist við menisk trupulleikar í nakrar vikur. Hann kann ikki taka lut í venjingini, og hann verður ikki við í morgin. Teir rokna við, at hann skal leggjast undir skurð í komandi viku.
NSÍ hevur fingið nýggjan málverja úr Jugoslavia. Hann eitur Dejan Milanovic. Teir hava eisini ein danskan miðvallara, sum eitur Kasper L. Jacobsen.
Tá GÍ og NSÍ spældu í Gøtu í fjør vann heimaliðið 2-0, og í Runavík var javnleikur 2-2.