Veðrið bjargaði løtuni í Runavík

Fótbóltur: Vánaligt fótbóltsupplivilsi, tá KÍ megnaði at halda NSÍ aftanfyri seg í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið

Setningurin hjá klaksvíkingum var greiður, tá teir mikukvøldið fóru í Runavíkina. Skuldu teir halda tørn um annað plássið í bólkaspælinum og harvið fáa heimavøll í fjórðingsfinaluni, so skuldu teir ikki tapa.

Setningurin hjá NSÍ var eisini greiður. Skuldu teir fáa heimavøll í fjóðringsfinaluni, so skuldu teir vinna.

KÍ avgreiddi sín setning, meðan NSÍ ikki rakk sínum ynskjum.


Bragdlig fyrsta løta

Heimaliðið legði nógv bragdligari fyri. Dánial Hansen var ytstur í høgra borði, og fleiri ferðir eydnaðist tað teimum at spæla seg ígjøgnum. Tvær ferðir vóru møguleikarnir stórir, men tað bleiv ikki meiri enn tætt við og næstan hjá Gert Langgaard og Dániali Hansen.

Heðin á Lakjuni og Símun Waag Høgnesen vóru frammanfyri Jan Andreasen í KÍ miðverjuni (Kurt Mørkøre var leikbannaður), og teir steðgaðu tí mesta, sum kom eftir miðásinum. Men klaksvíkingar vóru onkuntíð um ein háls yvirfyri tvørbóltum úr høgru, bæði innleggum eftir gjøgnumspæl og hornasparksinnleggum. Teir á heimaliðnum kunnu bara takka sær sjálvum, at teir ikki megnaðu at seta fót ella høvd á, tá høgir og hálvhøgir bóltar fóru sendandi framvið málinum.


KÍ meiri við

At hugaliga fyrsta løtan ikki gav nakra úrtøku hevði kanska við sær, at intensiteturin á NSÍ miðvøllinum (Helgi L. Petersen er skaddur og var ikki við) minkaði.

KÍ menti seg støðugt, og frá miðskeiðis í fyrra hálvleiki, stóðu teir fyri meiri av skipaða spælinum, og tað var staðfest, at Marek er stórfongur á miðvøllinum, har hann legði til rættis og tók lut.

KÍ hevði ikki nógvar upplagdar møguleikar, men teir vóru um reppið at koma á odda stutt fyri hálvleik, og onkur vildi vera við, at bólturin hevði verið innanfyri. Rógvi Jacobsen, sum var framrættaður miðvallari, sendi úr 20 metrum, bólturin tók dygst úti við samankomingina, brast í vøllin og aftur í spæl, og dómarin lat ikki við seg koma.


Oyðimarkargongd

At tað er tíðliga á árinum sást á avrikinum í 2. hálvleiki. Tá var talan um eina langa røð av mistøkum, og bóltum upp í luftina og út av vøllinum.

NSÍ skifti eitt sindur av fólki og flutti fólkið eitt sindur longri fram, men tað gav einki. Í staðin menti KÍ seg, og serliga í vinstra borði hjá John Hansen bar til at koma ígjøgnum og leggja innfyri nakrar ferðir.

Lítil tíð var eftir, tá málið kom. Burtursæð frá at tað var í vinstru síðu, so var tað meinlíkt tí, Brian Laudrup skoraði á útivølli móti Kroatia. Arnold Joensen fekk bóltin retur eftir hornaspark, hann lyfti høgt innfyri, og bólturin smeig sær dygst undir tvørtrænum og inn í handara síðunetið. Túrurin hjá KÍ og viðhaldsfólkunum var bjargaður, og gøtumenninir kring vøllin staðfestu, at teir dýra biðjudag skulu spæla móti NSÍ í Gøtu.

Fótbóltsupplivislið var ikki av teimum størstu, men veðrið bar boð um, at nú er summarið ikki so langt burtur. So tað var ikki so galið alíkavæl!