Stórt spillprosent hjá bæði HB og KÍ

Fótbóltur: Bæði HB og KÍ høvdu møguleikar fyri fleiri málum, men dysturin endaði 1-1

HB og KÍ fingu eitt stig í part burtur úr í undirhaldandi dysti, sum vísti, at bæði liðini eru um at vera til reiðar at fara undir FM-stríðið, sum byrjar komandi vikuskifti.

Undirhaldandi, tí bæði liðini vístu gott spæl fram eftir vøllinum, bæði liðini vildu vinna, og tí bæði liðini høvdu fleiri stórar málmøguleikar.

HB kundi við einum sigri beina allan iva til viks og vinna bólkin, men javnleikurin ber í sær, at vit øll mugu bíða til mikukvøldið, áðrenn endaligu plaseringarnar í bólki 1 kunnu staðfestast.

Tá spæla NSÍ og KÍ í Runavík. Sum nú er, kann KÍ við einum sigri mikukvøldið fara upp um HB, meðan NSÍ hinvegin kann fara upp um KÍ, um teir vinna. Og um dysturin mikukvøldið endar 1-0 til klaksvíkingar, enda bæði HB og KÍ við 13 stigum og málmuninum 20-6.


HB byrjaði best

Heimaliðið legði best fyri sunnudagin, og tað gav úrslit longu tá eitt korter var farið. Allan Mørkøre legði flatt innfyri úr vinstru síðu, og framman fyri málinum setti Hans Fróði Hansen fótin á og stýrdi bóltinum inn í málið.

Inntil tá hevði HB víst tað mesta, sum var at síggja, men eftir málið vaknaðu klaksvíkingar, og nú kom rættiligt lív í dystin.

KÍ legði nú trýst á HB-verjuna, sum als ikki sá trygg út, tá ein bóltur fyri og annar eftir varð sendur inn móti málinum. Bárður Johannesen, sum vardi málið hjá HB sunnudagin, hevði ein ringan dag, og hóast hann spældi seg upp í seinna hálvleiki, stóð mangan á gomlum nøglum framman fyri HB-málinum, serliga fyrstu 45 minuttirnar.


Mundi blivið 2-0

HB vísti seg eisini enn einaferð at vera eitt sera gott kontralið, og 1-0 mundi blivið til 2-0, tá Allan Mørkøre sneiddi seinasta KÍ-verjuleikaran av og skeyt, men Gunnar á Steig fekk hondina á, so bert hornaspark spurdist burtur úr ta ferðina.

Í hinum endanum av vøllinum brendi ofta hart á, og Jan Dam, Hans Fróði Hansen og Hans á Lag í HB-verjuni høvdu úr at gera. Hans Fróði fekk fatur á tí mesta í luftini, og tað var eisini í spælinum á jørðini, at KÍ var best.

Við snøggum kombinatiónum úti í síðunum, har serliga Harley Bertholdsen gjørdi um seg og hevði bóltin nógv, spældu klaksvíkingar seg til fleiri málmøguleikar, men tað nærmasta, KÍ kom í fyrra hálvleiki, var, tá eitt skot varð bjargað á strikuni.


Ov nógv trillarí

Sigast skal eisini, at HB-ararnir til tíðir vóru rættiliga um ikki líkasælir, so ósketnir, tá teir høvdu bóltin afturi á egnari hálvu. Sendingarnar vóru óneyvar, og fleiri ferðir endaði tað við innkasti til KÍ, tí tað bleiv ov nógv trillarí har afturi hjá HB.

Men hóast greiðu KÍ-yvirvágina spurdist einki mál burturúr, og HB fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 1-0.


Hans Fróði skaddur

Seinni hálvleikur bleiv ikki so góður sum tann fyrri, hóast serliga HB hevði onkrar risastórar kjansir. Hálvleikurin varð mest merktur av teimum mongu fríspørkunum, sum vórðu gjørd, næstan øll á miðjum vølli. Dysturin var ikki ljótur á nakran hátt, men tey »lítlu« fríspørkini gjørdu, at spælið í heilum steðgaði upp, og tá verður tað skjótt minni undirhaldandi.

Eitt tílíkt fríspark endaði við, at Hans Fróði Hansen noyddist av vøllinum við skaða, sum sá álvarsligur út, og tað kom illa við hjá HB, tí Hans Fróði hevði inntil tá verið ein av teimum bestu á liðnum.


Óvanligt mál

KÍ fekk málið, teir høvdu uppiborið, tá eini 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og málið var eitt sindur løgið.

Klaksvíkingar fingu innkast frammarlaga í vinstru síðu. Tað varð tikið, og knappliga vóru tveir bóltar á vøllinum. Dómarin, sum slapp væl frá dystinum, læt spælið ganga, og HB-verjan varð somikið ørkymlað, at Olgar Danielsen fekk tíð og pláss til at nærkast málinum við rætta bóltinum og javna til 1-1.

Nokkso súrt hjá HB, men KÍ hevði uppiborið málið, sum ikki vildi koma í fyrra hálvleiki, men sum nú kom, tá alt sá friðarligt út.


Áh Rúni, Rúni?

HB fekk tveir stórar møguleikar fyri at koma upp á 2-1. Fyrst bleiv Rúni Nolsøe leysur við málmanninum, men hann skeyt bóltin við síðuna av, og beint aftan á spældi Jens Erik Rasmussen flott Rúna leysan við einum bólti tvørtur um vøllin, tá HB slóg kontra. Men enn eina ferð sendi Rúni einsamallur við málmanninum bóltin við síðuna av málinum.

So legði dysturin seg, og hóast bæði liðini royndu at fáa vinnandi málið, og einstakir møguleikar stungu seg upp, eydnaðist tað hvørgum av liðunum at avgera dystin, sum sostatt endaði við javnleiki 1-1.

HB byrjaði best, KÍ endaði fyrra hálvleik og byrjaði seinna hálvleik betri, men HB kom heilt væl við aftur móti endanum. Eitt rættvíst úrslit, um mett verður eftir spælinum, men eitt úrslit, sum hvørgin av pørtunum kundi vera nøgdur við, tá mett verður eftir kjansunum, sum fóru til spillis.


HB-KÍ 1-1 (1-0)

1-0: Hans Fróði Hansen

1-1: Olgar Danielsen