Allan Simonsen úttikið 23 mans

Fótbóltur: Føroyska A-landsliðið skal á venjingarlegu á Svangaskarði mánadagin 11. mai

Føroyska A-landsliðið í fótbólti skal í summar í gongd við sína triðju EM-undankapping, síðani vit fingu limaskap í teimum stóru altjóða fótbóltssamgongunum.

Næsta EM-endaspæl verður á sumri ár 2000, og eru tað Holland og Belgia, sum í felag skipa fyri.

Landsliðið skal í ár spæla fimm EM-undandystir, har av bert tann eini er heimadystur. Tann fyrsti av hesum fimm dystunum verður 4. juni á útivølli móti Estlandi, sum eitt skert føroyskt lið 6. august í fjør vann 2-0 ímóti í vinardysti ? í Tartu í Estlandi. Føroysku málini tá gjørdu Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen.

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur nú givið 23 spælarum boð um at møta til venjingarlegu á Svangaskarði mánadagin tann 11. mai. Legan er liður í fyrireikingini til fyrsta EM-undandystin í Estlandi.

Alsamt fleiri føroyskir fótbóltsspælarar eru farnir út um landoddarnar at spæla fótbólt, og av teimum 23, sum eru úttiknir til venjingarleguna um slakar tvær vikur, eru ikki færri enn sjey, sum spæla við liðum uttan fyri Føroyar.

Tað er ikki óvæntað, at einki nýtt navn er at síggja í hópinum, sum Allan Simonsen hevur tikið út. Føroyska landskappingin er enn ikki byrjað, og venjarin hevur ikki havt nakað serligt høvi til at hyggja eftir nýggjum spælarum síðani seinast, landsliðið var saman ? á venjingarlegu í Spania fyrr í ár. Men sum oftast eru spælarar, sum noyðast at geva avboð til hesar venjingarlegurnar, og millum teir verða ivaleyst fleiri av teimum, sum í løtuni spæla uttanlands.

Seinast, landsliðið spældi týðandi dyst, var í Spania 11. oktober í fjør, tá Spania vann 3-1. Í mun til tann hópin eru Ingi Rasmussen úr HB og Djóni N. Joensen úr B36 ikki við á Toftum.

Teir 23, sum eru úttiknir, eru:

Málverjar: Jens Martin Knudsen,Leiftur, og Jákup Mikkelsen, Herfølge Boldklub.

Verja: Jan Dam, HB, Arnbjørn Danielsen, B36, Bartal Eliasen, ÍF, Poul Ennigarð, GÍ, Hans Fróði Hansen, HB, Jens Kristian Hansen, B36, Óli Johannesen, TB, Pól Thorsteinsson, B36.

Miðja: Símun Eliasen, Aarhus Fremad, Øssur Hansen, B68, Henning Jarnskor, GÍ, Magni Jarnskor, GÍ, Sámal Joensen, GÍ, Julian Johnsson, Kongsvinger IL, Allan Mørkøre, HB.

Álop: Uni Arge, Leiftur, Todi Jónsson, FC Keypmannahavn, Heðin á Lakjuni, KÍ, Jan Allan Müller, Esbjerg fB, John Petersen, B36, Jens Erik Rasmussen,HB.